Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. apríl 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 77 - 24. apríl 2001 gult20 cyan20 magenta20 svart20 Nr. 77 - 24. apríl 2001 21 gult21 cyan21 magenta21 svart21 Men hóast føroyski landsliðsmálverjin stórspældi í málinum hjá Herfølge, so er bjargingin longri burturi nú, enn hon var undan vikuskift- inum SUPERLIGA Jóannes Hansen Jákup Mikkelsen gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum sunnudagin. Nú tað bara eru smáir tveir mánaðir eftir, inntil sátt- málaskeiðið millum Her- følge og Jákup verður lið- ugt, ræður um at vísa stór- spæl, soleiðis at onnur fel- øg fáa eyguni upp fyri fugl- inum, sum uttan nakað end- urgjald til felagið er klárur at flúgva úr reiðrinum. Tað veit Jákup Mikkelsen væl. Kanska veit hann eis- ini meiri enn vit onnur gera. Tað vil í hesum førin- um siga, um nøkur avtala er skrivað millum Jákup og okkurt annað felag enn Herfølge. Her verður hugs- að um FCK, sum tað fyrr í ár ljóðaði, at Jákup hevði gjørt sáttmála við. Men uttan mun til hvussu tað stendur til við sáttmála- samráðingunum, so varð tað aftur sunnudagin stað- fest, at føroyingar eiga ein sera dugnaligan málverja í Danmark. Jákup Mikkelsen og Her- følge spældu á útivølli ímóti FCM. Samansetta liðið hjá Ikast og Herning hevur havt nógvan undan- vind tær seinastu vikurnar. Hesa ferð vunnu teir 2–0, og tað ber við sær, at FCM nú av álvara er við í kapp- ingini um meistaraskapin. Teir kappast fyrst og fremst við grannarnar úr Silke- borg. Mistu tveir menn Herfølge var komið til Jyll- ands fyri at halda tætt. Tað eydnaðist ikki, og tað er synd at siga, at meistaralið- ið frá í fjør hevur eydnuna við sær. Longu undir upp- hitingini fór tað at ganga illa. Tá varð ein av verju- spælarunum so mikið skaddur, at tað var ikki hugsningur um, at hann kundi spæla. Fyrstu løtuna gekk væl at halda heimaliðnum burturi frá málinum hjá Jákupi Mikkelsen. Men tá 35 min- uttir vóru farnir, viknaðu fyritreytirnar fyri at fáa stig heilt nógv. Liðformaðurin, Thomas Høyer fekk tá næsta gula kortið, og so royndi undirmannaða Her- følge at leggja uppaftur størri dent á verjupartin, enn teir høvdu gjørt frammanundan. Fleiri ferðir ein ímóti einum Bæði í Ekstra Blaðnum og í fótbóltsprogramminum hjá TV3 – tað eigur onside – varð Jákup Mikkelsen kos- in at vera besti maður á vøllinum, og í báðum miðl- unum mettu teir, at sunnu- dagin var Jákup Mikkelsen besti málverjin í Danmark. FCM skoraði mál- ini í 77. og í 90. minutti. Bæði málini vóru skorað av monnum, sum komu inn á liðið hjá FCM í 2. hálvleiki. Í tí fyrra førinum var Mort- en Skoubo púra leysur í brotsteiginum, og í tí seinna førinum var Frank Krist- ensen leysur fyri málinum, tá hann stútaði. Møðin fór rættuliga at gera um seg á Herfølge liðnum í 2. hálvleiki. Eftir- ansingarnar vóru ikki so sannførandi, og tað kom fleiri ferðir fyri, at Jákup Mikkelsen var ein ímóti einum. Hvørja ferð fór før- oyski málverjin sigrandi úr hesum tvídystunum. Men hóast gott avrik hjá Jákupi og nógv rós í fjøl- miðlunum, so myrknaði støðan hjá Herfølge uppaft- ur meiri. Nú eru teir trý stig aftanfyri lægst stadda liðið omanfyri niðurflytingar- strikuna. Sunnudagin fær Herfølge vitjan av AGF. Um meistarunum skal verða lív lagað í bestu deildini, so er tað heilt neyðugt, at teir fáa øll stig- ini ímóti AGF. Sogndal skoraði ein- asta málið, tá sekund- vísarin var á veg fyrstu ferð runt TIPPELIGA Jóannes Hansen Tað var kæti í Sogndal sunnukvøldið. Eftir sera skinklandi fyrsta umfarið, tá Sogndal á útivølli tapti 3–0, og nervarnir so at siga høvdu hingið uttan á troyggjunum, var tað mett at hava alstóran týdning fyri gongdina næstu umfør- ini, um tað í øðrum umfari fór at eydnast hjá Sogndal at fáa stig og at vinna. Og tað eydnaðist. Við Juliani Johnsson og Kurt Mørkøre ímillum teir fyrstu ellivu vann Sogndal sunnu- kvøldið á heimavøllinum 1–0. Tað sóu knappir tvey túsund áskoðarar, sum stór- liga fagnaðu sínum monn- um við fyrsta sigrinum í bestu deildini. Mótstøðuliðið var Lyn úr Oslo. Á sama hátt sum Sogndal, so flutti Lyn síðsta kappingarár upp úr næstbestu deildini. Julian Johnsson var á miðvøllinum hjá Sogndal allar 90 minuttirnar. Kurt Mørkøre varð skiftur út, tá tað restaði ein stórur hálvur tími. Kristian Ystaas, sum eisini í fjør var við í kapp- ingini um eitt pláss í álop- inum hjá Sogndal, loysti føroyska álopsmannin av. Longu ífyrsta minutti skoraði Sogndal tað, sum skuldi vísa seg at verða ein- asta málið. André Herfin- dal stútaði í kassan, eftir at miðvallarin Rune Bolseth hevði lagt innfyri. Tá bólt- urin fór um strikuna, vóru bara 40 sekund farin, vita norsku fjølmiðlarnir at siga. Málverjin dagsins maður Hóast øll stigini vóru eftir í Sogndal, so eru nógvir av norsku fjølmiðlunum samdir í, at størsta partin av tíðini var tað Lyn, sum leik- liga var omaná, og teir trýstu fyri í hvussu so er at fáa javnleik. Men tað eydn- aðist ikki. Størsti heiðurin fyri, at tað hilnaðist so væl, fær málverjin hjá Sogndal. Terje Skjeldestad varð eftir dystin kosin fyri besti mað- ur á vøllinum. Komandi sunnudag bíðar aftur ein torfør uppgáva. Tá skulu Julian Johnsson, Kurt Mørkøre og hinir í Sogndal spæla á útivølli ímóti Lille- strøm, sum frammanundan at Rosenborg gjørdist so at siga einaráðandi í norskum fótbólti, vann nógv NM og átti fleiri landsliðsspælarar. Úrslitini í næsta umfarin- um í bestu deildini í Noregi vóru hesi: Bodø/Glimt – Odd Grenland 1–1, Bryne – Stabæk 0–1, Moss – Viking 1–3, Rosenborg – Molde 2–1, Strømgodset – Lille- strøm 1–2, Tromsø – Brann 2–0 og Sogndal – Lyn 1–0. Súni Olsen var ikki á vøllinum, tá FC Zwolle um vikuskiftið leikti javnleik HOLLAND Jákup Mørk FC Zwolle hevur rættiliga fingið ferð á síðani vetrar- steðgin, men um vikuskift- ið gekst tó ikki heilt eftir vild hjá liðfeløgunum hjá Súna Olsen. FC spældi á útivølli móti MVV, sum telist millum niðastu liðini úr deildini, og tað um reppið, at heima- liðið fór av stað við øllum. Tíggju minuttir fyri leik- lok eydnaðist nevnliga heimaliðnum at leggja seg á odda, og tað var ikki fyrr enn í næst seinasta minutti, at Zwolle aftur fekk javn- vág í roknskapin. Við javnleikinum misti Zwolle eitt fet í oddastríðn- um, men enn halda teir fast um triðja plássið á stiga- talvuni. Jákup bestur í Danmark Í Herfølge stríðast teir fyri lívinum í bestu deildini, men hóast eitt gott avrik frá Jákupi Mikkelsen, noyddust teir um vikuskiftið at lúta fyri Silkeborg Julian og Kurt komu á talvuna Javnleikur í Hollandi i Sosialurin - Eg haldi ikki, at vit dugdu at vinna, segði Petur Jensen úr Click- haze, eina løtu eftir, at prixaldurnar høvdu lagt seg í Norður- landahúsinum PRIX FØROYAR Dagfinn Olsen - Vit dugdu slett ikki at vinna, segði ein glaður Pet- ur Jensen, tá Prix Føroyar 2001 var liðugt, og hann sipaði til, at tey meira bils- in, enn glað á at líta, komu á pall at verða heiðraði. Heldur merktur av prix- aldunum, viðgongur Petur í stuttum práti, at limirnir í Clickhaze høvdu tónleikin í blóðinum og at tað kendist rætt. - Eg kendi meg heima. - Tað er, sum er okkara tónleikur líka nógv inneftir, sum úteftir, hugleiðir Petur. Og blaðmaðurin kann ikki halda sær, men má varisliga spyrja, um limirn- ir í Clickhaze spæla ser- merkta tónleikin fyri sær sjálvum, fyri sína egnu skuld. Men hetta skilir Petur ikki. - At spæla fyri sær sjálv- um? Tað er tað sama, sum at spæla yri øðrum. Eg kenni ikki munin, sigur Pet- ur og ger snildisliga tápu- liga spurningin til einkis. Hann viðgongur, at eftir heldur ruðuleikakenda byrjan, var veruliga talan um ein kekkaðan bólk at enda. - Jón meldaði okkum til undir øðrum navn, tí í veru- leikanum var Clickhaze ikki til longur. Men kom so afturí aftur, greiðir frá og er troyttur og væl nøgdur vinnari. - Tað, sum var so sera gott hesaferð var, at allir bólkar vóru á jøvnum føti viðvíkjandi møguleikanum at sleppa at leika á út- lendskum festivali, sigur Petur Jensen tá vit eina stutta stund steðga glaða vinnaranum í gongini í nærum manntóma Norður- landahúsinum eftir final- una. Umboð frá Jelling- festivalinum funnu sítt umboð úr Føroy- um, nevniliga Týr. Umboð fyri festivalin meta, at sera nógvir dugnaligir tónleikar- ar eru í Føroyum, sammet við fólkatalið PRIX FØROYAR Dagfinn Olsen Tá vit hittu eitt av teimum trimum umboðunum fyri Jelling festivalin, hevði hann longu funnið bólkin, ið skuldi vitjað Jellingfest- ivalin. Hetta, hóast vinnarin av Prix Føroyum kapping- ini enn ikki var kosin. - Tað verður Týr, ið skal vitja Jellingfestivalin. Týr vóru originalir, hóast eg t.d. ikki visti av, at talan var um eitt kvæði. Eg helt, at hetta áttu teir at lønast fyri, sigur umboðið fyri Jellingfest- ivalin. Sum so mangur annar, so metir umboðið frá Jelling, at nógv dygdargott var at velja í. - Clickhaze var originalt. All That Rain leiktu sera væl, I Am dugdu væl og leiktu væl og sum heild vóru øll góð. Men sera nógvur harður rockur var á skránni og eg saknaði okk- urt bleytari ímillum. Tí hugsaði eg eisini eina løtu um Tám, men til festivalin má taka hædd fyri heildar- myndini og tí fall valið á Týr. Týr er avgjørt ein bólk- ur, ið kann klára seg, sigur umboðið fyri Jellingefest- ival, ið vit fingu orð á. Eisini hesin gesturin var sera hugtikin av tiltakinum sum heild og hevði rósandi orð um Prix Føroyar sum heild. Eini 15 útlendskir gestir vitjaðu Prix Føroyar 2001. Milum teirra tónleikaumm- ælarar frá størru donsku bløðunum PRIX FØROYAR Dagfinn Olsen Festivalfólk, framleiðarar, tónleikarar og fjølmiðlafólk úr Norðurlondum taldust millum gestirnar til final- una á Prix Føroyar í ár. Millum onnur vóru Uffe Christensen frá Jyllands Posten, Erik Jensen frá Pol- itiken og Torben Kruse frá Musikeren. Sum heild tóktust donsku tónleikaummælararnir væl nøgdir, um enn ummælar- um líkt, so høvdu litføgru lýsingarorðini heldur lang- an veg fram í ljósið. Tiltakið var merkt av heldur mongum ymsum stílum, var ein av mongu niðurstøðunum, ið eisini innihelt orðið ruðuleika- kent. Men rætt skal vera rætt, so vóru hørðu pennarnir í danska blaðheiminum ikki sørt hugtiknir og fegnir um upplivilsið, tí frammanund- an kendu teir einki til før- oyskan tónleik. Og avgjørt mettu teir,at Prix Føroyar var eitt stig á røttu leið, tí við hesum koma føroyskir bólkar út um landoddarnar at leika. Og at støðið fyri stóran part var høgt, tyktist eisini semja um. Kvøldið fyri Prix Føroy- ar, høvdu teir verið við til Free Føroyar konsertina, so ikki kann sigast annað, enn at teir hava fingið haldgott grundarlag at byggja sínar metingar á, eftir stuttu vitj- anina í Føroyum. Tey trý umboðini frá Nibe Festivalinum samdust um Click- haze, sum gest til festivalin og valdi harvið, uttan at vita tað, Prix føroyar vinnaran 2001 Føroyskur tónleikari býr í Aalborg og skal eisini leika á Nibefestivalinm í ár PRIX FØROYAR Dagfinn Olsen Festivalumboðini valdu sín- ar gestir, áðrenn dómaraat- kvøðurnar vórðu taldar upp. Nibe festivalurin valdi vinnaran, Clickhaze. - Vit samdust skjótt um Clickhaze. Hetta var gott, tí frammanundan høvdu vit avrátt, at semja skuldi vera okkara millum. Og at bólk- urin so, vann, kundi jú ikki vera betri, sigur Peter Møll- er Madsen, eina umbiðið fyri Nibe Festivalin. Spurdur, um hann kennir nakað til føroyskan tónleik, sigur Peter M. Madsen, at tað ger hann ikki, men at frálíkur føroyskur tónleika- umboðsmaður býr í Aal- borg. - Terji Massel býr í Aal- borg og er frálíkt umboð. Hann skal leika á Nibe Festivalinum í ár. Hann tor- ir og er egin, júst sum støð- an er við Clickhaze, sigur Peter Møller Madsen. - Hóast 8 bólkar, so tykt- ist kvøldið og tiltakið ikki langt, sum slíkt annars lætt- liga ger, sigur hann. - Og talan var um áskoð- arafjøld ”med gang i”, stað- festir Peter, ið eisini her tekur hædd fyri, at ikki var loyvt at hava rúsdrekka við til tiltakið. Eisini Peter Møller Mad- sen varð mestsum tikin á bóli av tiltakinum í síni heild. - Jeg var IMPONERET, og det má du godt skrive med store bogstaver, sigur Peter Møller Madsen, og tað er hervið gjørt. Hann fegnast um Click- haze og dylir tað ikki. Hann ætlar at vera við til at breiða út boðskapin um henda bólk, ið hann veru- liga metir hevur potentiali. Og hann leggur dent á, at tá tosar hann ikki bert um sangarinnuna Eivør, men allan bólkin. - Eg skal gera tað, eg kann, fyri at rætta bólkin- um ein hjálpandi hond, sig- ur Peter Møller Madsen væl nøgdur. Glaður vinnari Danskir fjølmiðlar á staðnum Nógvur sera harður rockur Danskir tónleikaummælarar frá størru donsku bløðunum taldust millum gestirnar til Prix Føroyar finaluna 2001 (Mynd: D. Olsen) Samdir um Clickhaze - Jeg var IMPONERET, og det má du godt skrive med store bogstaver, sigur Peter Møller Madsen, og tað er hervið gjørt Mynd: Jens Kristian Vang