týsdagur 4. september 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 170 - 4. september 2007
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Lisa Dam, Sandavágur, andaðist mánadagin 3.
september, 85 ára gomul. Kistan fer av Ellis
heiminum á Sýnini mikudagin kl. 18 í Sandavágs
kirkju. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 14.
Virgar Frýdal, Tórshavn, andaðist 3. september,
90 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni.
Jógvan Rasmussen, Strendur, vanliga nevndur
Egga, andaðist sunnudagin 2. september á Eystur
oyar Røktar & Ellisheimi, 81 ára gamal. Kistan
fer av Ellisheiminum týsdagin kl. 18.00 í Sjóvar
Kirkju. Jarðarferðin verður úr Sjóvar Kirkju miku
dagin kl. 14.00. Tey, ið ynskja at minnast Jógvan
við blómun ella kransi, kunnu lata eina peningagávu
til Kelduna í Skálafirði.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
okkara høgt elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og
langabbi
Jógvan H. Rasmussen
vanliga nevndur Egga
Strendur
andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi,
sunnudagin 2. september, 81 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Sjóvar Kirkju, mikudagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Sonja
Olina, Svenhild, Petur Olaf og Joan
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
okkara kæri maður, faðir og abbi
Virgar Frýdal
Tórshavn
andaðist mánadagin 3. september á
Landssjúkrahúsinum 90 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Familjunnar vegna
Hilda Frýdal
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá elskaða kona, mamma,
vermamma og omma okkara
Anna Hansen
Vestmanna
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum á G4 á Landssjúkrahúsinum fyri
umsorgan ta tíðina hon var hjá tykkum.
Tøkk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu til
við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Saron.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Oddmar, Oliver, Súsanna, Jóhan Hendrik,
Jolina og Guðrið
Við Geilánna vøgga mín stóð,
har ið faðir og móður so góð
meg aldu og lærdu á kærleikans slóð,
- við Geilánna vøgga mín stóð.
Eg tøkk tær vil bera mín móður í dag
for alt tað, tú ert fyri meg,
meg bønina lærdi – mítt lívs grundarlag,
tú studdi og signaði meg
Eg takki tær móður for kærleika tín,
tú umsorgan altíð mær ber,
tú mann mín og børn míni tekur til tín,
tey takka tær eisini her.
Nú ár eru runnin og gránað er hár,
tó lívsneistin køvdur ei er.
Eg ynski tær móður mong heilsugóð ár,
má Harrin tær fylgja á ferð.
Heilsan Jórun
Til mammu mína
Bettu Eið, Nes Hvalba
á 85 ára degnum 4. august 2007
Dagurin
5. september. Regina, deyð umleið ár 300. Ung róm
versk genta, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
Navnið er av latínskum uppruna og merkir drotning.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra mamma okkara
Lisa Dam
fødd Jacobsen
úr Sandavági
andaðist 3. september, 85 ára gomul.
Kistan fer úr Ellisheiminum á Mýruni mikudagin
klokkan 18
Jarðarferðin verður úr Sandavágs kirkju hósdagin
6. september klokkan 14.
Familjunnar vegna
Maud, Arndis, Eydna og Jónhild
Tøkk
Eina hjartans tøkk sendi eg tykkum, sum
mintust til mín og gleddu meg, tá ið eg
fylti 85 ár. Takk tit, ið stukku inn á gólvið
ella ringdu, góvu mær blómur, gávur og
sendu mær heilsanir. Og eina serstaka tøkk
vil eg veita mínum børnum, svigarbørnum
og øllum tykkara, takk fyri tað frálíka
vikuskiftið vit høvdu norðuri í Mikladali í
samband við føðingardagin.
Jesus veri hjá tykkum.
Heilsan
Betta Eið, Nes, Hvalba