Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 170 - 4. september 2007 tíðindi Umfatandi føroysk kanning vísir, at 15 prosent av næmingun­ um í fólkaskúlanum javnan verða happað­ ir Skúlamál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Kanningin vísir, at 15 pro­ sent av næmingunum siga seg javnan verða happaðar, meðan 13 prosent siga seg hava happað onnur. Eisini vísir hon, at dreingir verða oftari happaðir enn gentur, umframt at happingartítt­ leik­in sum heild læk­k­ar við aldrinum. Happingin fer í høvuðs­ heitum fram í sk­úlagarðinum í frík­ortérinum, í gongini og í flok­shølinum meðan undirvísing er, og tá ongin undirvísing er. Hetta vísir umfatandi k­anning um happing í fólk­a­ sk­úlanum, sum Gransk­ing­ ardepilin fyri Øk­ismenning hevur gjørt fyri Mentamála­ ráðið. Kanningin viðger, hvussu umfatandi happing er í før­ oysk­u sk­úlunum, og hvat eyðk­ennir hana. Kanningar­ hátturin, sum nýttur hevur verið, tek­ur støðið í teoriun­ um hjá norsk­a serfrøðingin­ um Dan Olweus, og er altjóða góðk­endur k­anning­ arháttur, viðvík­jandi happ­ ing. Kanningin um happing í fólk­ask­úlanum byggir á 1995 spurnabløð frá næm­ ingum í 5., 7., og 9. flok­k­i, og var svarprosentið 88 pro­ sent. Betri við stórum flokkum Tølini vísa ik­k­i, at samlaða talið av næmingum hevur ávirk­an á, hvussu nógvir næmingar siga seg verða happaðir ella hava happað aðrar næmingar. Eisini vísir k­anningin, at talið av næm­ ingum, ið siga seg hava happað aðrar næmingar fell­ ur so líðandi sum talið av næmingum pr. lærara øk­ist. Somuleiðis vísir hon, at munur er á, hvussu nógv ella ofta gentur og dreingir eru partar av happing. ­ Happingin fer í høvuðs­ heitum fram í sk­úlagarðinum í frík­orterinum, í gongini og í flok­shølinum bæði meðan undirvísing er, og tá eingin undirvísing er. Teir mest nýttu hættirnir at hap­ pa eru beinleiðis happing, bæði fysisk­ og verbal, segði Karin Jóhanna L. Knudsen, undir framløguni í gjár. Hini, sum hava staðið fyri arbeiðinum vóru MarthaH. Mýru og Jógvan Mørk­øre. Onki friðskjól Kanningin staðfestir eisini, at fyri nógvar av næmingun­ um, ið verða happaðir, er so at siga eink­i friðsk­jól. ­ Vit hava k­annað, um tey, sum siga seg verða happað í flok­shølinum með­ an eingin undirvísing var, eisini verða happað í gong­ ini og í sk­úlagarðinum í frí­ k­orterinum. Hetta siga 75% av teimum, at tey eru. Hugs­ ast k­ann, at fyri onk­rar næmingar, ið verða happað­ ir í teimum smærru sk­úlun­ um k­ring landið, verður støðan sk­erpað enn meira. Tað er millum annað, tí tey helst ik­k­i hava nógva aðra staðir at fara – t.v.s. næm­ ingar í øðrum flok­k­um, øðr­ um sk­úlum ella í umhvørv­ inum uttan fyri sk­úlan, siga gransk­ararnir, sum staðið hava fyri arbeiðinum. Tiltøk ongan týdning Eisini vísir k­anningin, at tað vísir seg ik­k­i at vera nak­að beinleiðis samband ímillum tal av næmingum, sum siga seg verða happaðar ella hava happað og lutfals­ liga partin av teimum, ið hava luttik­ið í tiltøk­um mót­ vegis happing, soleiðis at sk­ilja, at færri næmingar verða happaðir ella hava happað á teimum sk­úlunum, ið hava havt átøk­ mótvegis happing. ­ Hetta k­emst k­ansk­a eisi­ ni av, at onk­i beinleiðis sk­ip­ að tiltak­ hevur verið, so tað hevur verið upp til einstak­a sk­úlan at raðfesta trivnað, og harundir eisini happing, í menningarætlan sk­úlans, segði Janus Jensen, undir­ vísingarleiðari á fólk­ask­úla­ deildini í Mentamálaráð­ num. Liggja í niðara endanum Samanborið við støðuna uttanlands, vísir happingar­ mynstrið og happingartítt­ leik­in í Føroyum seg sum heild at lík­ist tí í øðrum londum. Vit síggja, at mill­ um tey 11 ára gomlu børnini er títtleik­in rættiliga stórur her hjá ok­k­um, har vit ligg­ ja nummar átta úr botninum, burtur av 36 londum. Her sæst, at 17,6 prosent av gentunum javnan verða happaðar, meðan 24,1 pro­ sent av dreingjunum siga seg verða happaðar javnan. Millum tey 13 ára gomlu liggja vit á einum 13 plássi úr botninum, og millum tey 15 ára gomlu eru vit á ein­ um 12 plássi úr botninum. Úrslitið av k­anningini minnir nógv um úrslitið, sum hini norðurlondini k­o­ mu til, áðrenn stig vóru tik­­ in til at basa happingini. Svørík­i, sum hevur besta úrslitið við 4 prosentum, hevur arbeitt miðvíst við at tálma happing í 25 ár. Fjórðihvør 11 ára gamal drongur verður happaður Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, tá kanningin um happing í føroyska fólkaskúlanum varð løgd fram mánadagin Dreingir verða oftari happaðir enn gentur, og happingin minkar í eldri flokkunum Modelmynd Happing er: Negativar og óreinar gerðir Endurtekur seg Ójavni í vald og styrki millum persónar FAKTA