týsdagur 4. september 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 4. september 2007
17
tíðindi
Jógvan á Lakjuni held
ur tað verða týðandi,
at ljós verður varpað
á happing. Men hann
hevur ongar ætlanir
um at biðja løgtingið
um pening á komandi
fíggjarlóg til økið
ÚtbÚgving
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kr. Vang
Landsstýrismaðurin í skúla
málum, Jógvan á Lakjuni,
heldur tað hava týdning, at
vit nú seta orð á og práta
um happing í skúlunum.
Tað er álvarsligt, at fáa
slíka lýsing av støðuni, og
skal hon sjálvandi takast í
álvara, segði Jógvan á Lak
juni, landsstýrismaður í
mentamálum, tá kanningin
var løgd fram á tíðindafundi
í Mentamálaráðnum seinna
partin mánadagin.
Í sambandi við kanningina
setti hann ein arbeiðsbólk
at koma við tilmælum um
tiltøk, sum kunnu basa
happingini.
Limirnir
í
arbeiðsbólkinum
vóru:
Janus Jensen, undirvísingar
leiðari, formaður, Jenny
Lydersen, undirvísingarleið
ari, Rógvi Thomsen, lærari
á Føroya Læraraskúla og
Hanna Kampmann, sálar
frøðingur.
Mong tilmæli
Arbeiðsbólkurin
hevur
nógv góð tilmæli, men her
er vert at leggja sær í gey
ma, at talan bert er um til
mæli, og ikki um avgerðir.
Tilmæli teirra viðvíkjandi
happing fevndu um:
At kanna happing millum
skúlanæmingar og luttøka
í altjóða kanning um triv
nað.
Trivnaðarætlanir í skúlu
num.
Ábyrgdarpersónar/toymi
á hvørjum skúla.
Lærarar fáa tíð til at
arbeiða við at menna sosi
alar
førleikar
hjá
næmingum m.a í sambandi
við happing.
Eftirútbúgving av lærar
um og skúlaleiðarum.
Undirvísingartilfar.
Heimasíða um happing
Tímar eru tøkir
Spurdur, um landsstýris
maðurin ætlar at søkja pen
ing til at fremja nøkur av
tilmælunum, sigur hann seg
ikki kunna lova fleiri peng
ar, men, at nakað av orku
longu er inni í skipanini.
Eitt nú hevur skúlin fingið
nógvan pening til fleiri tím
ar í innskúlingini.
Vónandi koma eyka
tímarnir í innskúlingini eisi
ni trivnað næminganna til
góðar. Eisini hevur verið
tosað um at innføra floksins
tíma aftur, men hetta kostar
nógvar milliónir, so tað
verður neyvan veruleiki
enn. Men vit kunnu eisini
skunda undir Skúlabóka
grunnin, at gera tilfar um
trivnað og happing. Og so
er tað eisini ein spurningur
um hugburðin hjá okkum
øllum mótvegis happing,
segði landsstýrismaðurin.
Olaus Jespersen, deildar
stjóri á Fólkaskúladeildini,
greiddi eisini frá, at skúlar
nir hava eina menningaræt
lan fyri 2004 – 2007, har
trivnaður eisini er eitt krav.
Hvør lærari hevur 40
tímar
til
menningarskrá
skúlans, so teir tímarnir
kunnu eisini brúkast her.
Og vit kunnu sjálvandi eisi
ni áleggja skúlum, sum ikki
hava fingið eina trivnaðar
ætlan enn, um at bera so í
bandi. Tí tað er eisini ein
spurningur um, hvussu ein
staki skúlaleiðarin raðfestir
júst hetta økið, sigur hann.
Útbúgving til lærarar
Jenny Petersen, undirvísing
arleiðari á Fólkaskúladeild
ini, segði, at eitt av tilmælu
num frá arbeiðsbólkinum
er, at bjóða lærarum sokall
aðar AKTútbúgvingar, og
at hendan útbúgving hevur
verið bjóðað fram fyrr í Før
oyum.
Í tilmælinum stendur, at
AKT merkir atferð, kontakt
og trivnaður og varpar ljós
á næmingar, sum hava ein
atburð í skúlanum, ið ger
sambandið við aðrar næm
ingar og vaksin trupult og
ávirkar trivnaðin hjá teim
um sjálvum og øðrum. Við
komandi lærari skal arbeiða
ítøkiliga við atferð, samskif
ti og trivanði hjá næmingum
skúlans.
Útbúgvingin sum AKT
lærari er ein eftirútbúgving,
ið tekur umleið 90 tímar. Í
Danmark hevur politiski
myndugleikin sett sær sum
mál,
at
í
skúlaárinum
2007/2008 skulu allir skúlar
hava fingið AKT lærarar.
AKT lærarin fær 5 tímar til
hvønn flokk um árið til at
røkja sítt starv.
Tað er ikki óvist, at vit
fara at bjóða hesa útbúgving
aftur komandi ár, segði
hon.
Skulu varpa ljós á happing
Kanningin staðfestir, at fyri nógvar av næmingunum, ið verða
happaðir, er so at siga einki friðskjól í skúlanum
Modelmynd
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, tá
kanningin um happing í
føroyska fólkaskúlanum varð
løgd fram mánadagin.