Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 170 - 4. september 2007 tíðindi Sambandsflokkurin er sambandsflokkur í orðsins sonnu merking. Ikki nóg mikið við samband við Danmark. Hann vil eisini hava samband við ES. Vit hava havt samrøðu við formannin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen um, hvat ið ein liberalur flokkur sum hansara vil við øllum hesum sambondunum. Valfebur Jógvan Mørkøre Samfelagsfrøðingur Spyrjari: Sambandið - ella ríkisfelagsskapurin við Dan- mark – er frammalaga í øll- um politikki hjá Sambands- flokkinum. Í stevnuskránni hjá flokkinum verður dentur lagdur á, at av tí at landið er lítið, fólkið fáment og til- feingið úr sjónum avmark- að, so er neyðugt at hava tilkný­ti til annað land. - Ja, og har hava vit so verið sam­an við Danm­ark í øldir og notið gott av tí. Fyri okkum­ er sam­bandið og sam­starvið við Danm­ark ein av súlunum­ undir allari vælferð í Føroyum­. So har, aðrir flokkar eru altráir eftir at kom­a burtur úr ríkis­ felagsskap­inum­, eru vit fyri at m­enna hetta sam­starv og fáa gagn burtur úr teim­um­ m­øguleikum­, hann gevur okkum­. Til døm­is at geva okkum­ frægari søm­dir í okkara viðurskiftum­ við ES. Her vil eg undirstrika, at ríkisfelagsskap­urin er ikki eitt endam­ál í sjálvum­ sær, m­en heldur eitt am­boð. Eitt øðiliga hent am­boð at tryggja vælferð her á landi. Spyrjari: Tit gera annars nógv burtur úr teimum bondum, ið kný­ta Føroyar og Danmark saman. Og tá ið tað kemur til mentan og andslív fær danskt mál og donsk mentan eina serliga støðu og rúmd. Merkir tað, at tit síggja føroyingar ikki bara sum føroyingar, men eisini sum eitt slag av dansk- arum. At tað er neyðugt at framleiða smáar danskarar fyri at kunna vera við í hes- um ríkisfelagsskapi? - Nei. Føroyingar eru ein tjóð fyri seg. Danir ein tjóð fyri seg. Men danskt m­ál, donsk m­entan og danskt andslív hevur verið ein so m­ikið stórur p­artur av okkara m­entunarligu barlast, at tað ikki er nakað, vit tveita fyri borð uttan víðari. Tað at læra danskt m­ál væl og virðiliga, sum­ vit siga, hevur eisini víst seg at vera hent í norður­ lendskum­ sam­starvi. Har hava vit eina serstøðu við at duga tvey norðurlendsk m­ál. Men sjálvandi, vit vita væl, at hetta broytist. Enskt hevur hug at troðka norður­ lendsk m­ál av í norðurlends­ ka sam­starvinum­. Eg vil siga tað so: Sam­bandsflokk­ urin sær tað ikki sum­ sína up­p­gávu at varðveita danskt m­ál og m­entan í Føroyum­ til æviga tíð. Tað er ikki tað, sum­ liggur í tí, vit siga, m­en tað, at vit eiga at virðis­ m­eta týdningin, tað hevur havt og fram­vegis hevur fyri okkum­ at duga danskt m­ál og eiga lut í einari rík­ ari m­entan, sum­ bæði er utt­ an fyri okkum­, m­en sam­­ stundis eisini ein p­artur av okkum­. Spyrjari: Pengarnir úr Dan- mark, blokkurin, hava mang- an elvt til politiskan tvídrátt millum føroysku flokkarnar. Ikki minst meðan Fullveldis- samgongan ráddi fyri borg- um. Fyri flestu føroyingar standa tit sum fremsti verji – ella størsta forðing – tá ið talan hevur verið um at min- ka um blokkin ella taka hann heilt burtur. - Ja, eg veit. Men eg haldi ikki, at hatta er ein heilt rættvís m­ynd. Tú sært t.d. onganstaðni í okkara stevnuskrá, at vit siga, at heildarveitingin úr Danm­ark ikki m­á m­inkast. Spyrjari: Nei, tað er rætt. Men tú mást viðganga, at signalini, tit senda, kunnu ørkymla tey, ið royna at fáa greiðu á, hvar flokkurin stendur í hesum spurningi. Tá ið tú fert inn á heimasíð- una hjá tykkum, so er tað fyrsta, tú fært at vita, at blokkniðurskurðurin hevur kostað landskassanum góð- ar tvær milliardir krónur. Eftir hasum at døma var tal- an um eina deyðssynd, tá ið Fullveldissamgongan mink- aði blokkin. Landsstý­ris- maðurin hjá tykkum í fíggj- armálum, ið sat tað mesta av hesum valskeiðnum, Bárður Nielsen mælti jú eisini til at fáa fastfrystingina burtur, so blokkurin kundi hækka aftur. Og nú hava tit fingið ný­ggjan mann í handa sessin, Magni Laksáfoss, ið hevur mælt til at umhugsa at minka blokkin sum ein máta at køla yvirupphitaða búskapin. So tað er væl ikki løgið, at fólk verða ørkyml- að og spyrja, hvar Sam- Samband ynskist Limaskapur í ES hevur í nógv ár verið eitt aðalmál fyri Kaj Leo Johannesen og Sambandsflokkin Mynd: Jens K. Vang Løgtingsval Veljarakanningar 20.01.2004 Juni 2006 Des 2006 Des 2006 Jan 2007 Mai 2007 Aug 2007 23,7 24,1 26,8 23,6 22,1 19,6 24,6 Fynd Gallup­ Fynd Gallup­ Gallup­ Gallup­ Undirtøka Sambandsfloksins í veljarakanningum (%).