týsdagur 4. september 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 4. september 2007
19
tíðindi
bandsflokkurin stendur í
hesum spurningi?
- Sum tú ivaleyst hevur
bitið merki í, so hevur Sam
bandsflokkurin verið við til
at framt fleiri yvirtøkur. Og
hann
hevur
sagt
seg
sinnaðan at vera við til at
fremja fleiri, tá ið tíðin er
búgvin til tað. So longu har
hevur tú partvíst eitt svar.
Tú kanst ikki vera fyri at
fremja yvirtøkur, uttan at tú
ert til reiðar at góðtaka
minking í heildarveitingini
úr Danmark. Eg kann
sjálvandi ikki siga, at eing
in sambandsmaður er, ið er
ímóti eini og hvørjari skerj
ing í blokkinum til eina og
hvørja tíð. Men eg tori at
siga, at 8090 prosent av
sambandsveljarum
taka
undir við tí, eg her sigi.
Men far ikki skeivur av hes
um: Vit leggja stóran dent
á, at blokkurin úr Danmark
saman við okkara egnu
framleiðslu – heldur okkum
uppi á einum vælferðarstøði,
ið ikki liggur aftanfyri tey
fremstu londini í heiminum.
Tí venda vit okkum ímóti
teimum, sum prædika, at
blokkurin er til skaða fyri
samfelagið og tí má fáast
burtur ongantíð ov skjótt.
Men sum eg segði, so er tað
ikki júst hatta, vit leggja
mestan dent á, tá ið vit tosa
um ríkisfelagsskapin í okk
ara stevnuskrá. Sum eg
segði í áðni, so meta vit rík
isfelagsskapin
sum
eitt
amboð. Eitt amboð vit sku
lu brúka til at menna okkara
samfelag, ikki minst vinnu
liga og fíggjarliga. Ríkisfel
agsskapurin skal hjálpa okk
um til at fáa eitt sterkari og
meira fjøltáttað vinnulív.
Millum annað við at fáa
okkum betri sømdir mótveg
is ES. Og eisini – her kemur
ES aftur inn í myndina –
eisini til at styrkja gransking
í Føroyum. Hesi trý – vit
kunnu nevna tað tær tríggjar
súlurnar undir føroyskari
vælferð – Ríkisfelagsskap
urin, atlimaskapur í ES og
ein skilagóður vinnupolitik
kur eru tað, eg meini má
vera tað, ið tryggjar, at Før
oyar framhaldandi vera eitt
framkomið samfelag við
eini vælferð á hægsta støði.
Eydnast tað at fáa hesi trý
at virka saman, so vit fáa
eitt vinnulív, ið verður ført
at taka av teimum stóru
avbjóðingunum, ið globali
seringin setur okkum, ja so
verða vit eisini fíggjarliga
sjálvbjargin. Tá kunnu vit
– uttan at forkoma vælferð
ini – minka um penga
streymin úr Danmark. Men,
sum eg sigi: Vit mugu vera
sjálvbjargin fyrst. Fíggjarli
ga sjálvbjargin.
Spyrjari: Nú komst tú sjálv
ur inn á ESmálið. Sam
bandsflokkurin er í nógvar
mátar ein dupultur sam
bandsflokkur. Fyri samban
di við Danmark. Og fyri
sambandi við ES.
- Ja, vit síggja ein kláran
parallell
í
hesum.
Og
samstundis ein einastand
andi møguleika, sum allir
flokkar áttu at kunna verið
samdir um. Danmark er í
einum
ríkisfelagsskapi,
sum hevur havt ein ómetali
ga stóran týdning fyri tey.
Og vit eru í ríkisfelagsskapi
við Danmark. Her er tað so,
at vit meina, at Føroyar eiga
at kunna fáa danir at brúka
danska limaskapin at fáa
okkum
atlimaskap
við
sømdum, ið minna um tær,
ið Áland hevur fingið.
Spyrjari: Trýrt tú sjálvur
hasum? Tá ið tit tosa um at
biðja ES um samráðingar,
so hevur tú beinanvegin tví
dráttin millum heimastýris
flokkar og fullveldisflokkar:
Skulu Føroyar samráðast
sum part av Danmark, ella
skulu Føroyar biðja um
limaskap
sum
suverent
land?
- Tað eigur ikki at verða
sett so hart upp ímóti
hvørjum øðrum. Vit sóu
millum annað, at meðan
Fullveldislandsstýrið sat,
so mátti ESspurningurin
ikki nevnast, tí okkara
viðurskifti við Danmark
skuldu greiðast fyrst. Tað er
púra óneyðugt. Tað ber væl
til at fáa okkara samfelagi,
tað vil siga bæði vinnulívi
og borgarum, nógv betri
sømdir við ES ella innan
fyri ES, uttan at tað upp á
nakran sum helst máta
forðar nøkrum í seinni at
taka stig á fullveldisleið,
um tað er tað fólk vilja. Eg
vil heldur siga, at tað er for
treytin fyri fíggjarliga sjálv
bjargninum, sum má til,
áðrenn fullveldi kann verða
aktuelt. So um politikarar í
hinum flokkunum tora at
vera opnir fyri møguleikun
um, so átti at borið til at
fingið eina pragmatiska
semju í ESspurninginum.
Eg vildi mælt til, at vit settu
okkum fyri at hava tvær
fólkaatkvøður í hesum báð
um spurningunum, so vit
miðvíst fingu eina politiska
avkláring. Eina um ES
atlimaskap í 2010. Og síð
ani eina um okkara støðu í
ríkisfelagsskapinum
í
2012.
Spyrjari: Har er eisini ein
annar knútur, sum hevur
verið fremsta orsøk til, at
føroyingar hava verið so
negativir til ESlimaskap:
Fiskurin
rundan
um
Føroyar og fiskimarkið. Er
tað ikki ein andsøgn, at tit
millum
annað
í
stevnuskránni hálova hetta
tilfeingi og týdningin, tað
hevur
fyri
føroyska
búskapin, og so tað, at tit
risikera, at útlendsk fiski
skip aftur koma inn á føroy
sku leiðirnar.
- Tað er ikki vist, at so
verður.
Tað
mugu
samráðingar til, áðrenn vit
vita tað. Men spurningurin
er, um vit ikki hava hug at
stara okkum blind upp á
tað, vit møguliga missa, og
gloyma heilt, at vit eisini
kunnu
vinna
okkara
fiskivinnu atgongd til fiski
leiðir, vit ikki hava í dag.
Her er tað, at vit siga, at tú
mást vera ein sannur libera
listur. Sambandsflokkurin
er ein liberalur flokkur og
kann tí taka undir við teim
um fýra frælsunum hjá ES.
Frælsið hjá kapitali, arbeiðs
megi, tænastum og vørum
at kunna fara frítt um
landamørk innan fyri felags
skapin.
Spyrjari: Tað vil siga, at tit
stúra ikki fyri at lova
útlendskum fiskiskipum inn
aftur á okkara fiskileiðir,
bara vit fáa somu rættindi
hjá ESlondunum. – Er tað
sama galdandi, tá ið tað
kemur til kapital og arbeiðs
megi? Skulu allar avmark
ingar hjá ESborgarum tak
ast burtur, tá ið tað snýr
seg um at kunna keypa seg
inn í føroyskt vinnulív ella
at kunna koma higar at
arbeiða og búgva?
- Ja og ja. Allar sovorðnar
forðingar mugu burtur, so
vit kunnu fáa fult gagn av
globaliseringini. Vit síggja
bara fyrimunir við at fáa
útlendskan kapital at gera
íløgur í Føroyum. Eisini um
tað er í reiðarí, ið eiga fiski
før. Tað sama er galdandi,
tá ið vit tosa um arbeiðs
megina. Vit skulu minnast
til, at vit hava føroyskan
kapital, sum í hesum døgum
roynist heilt væl á kapital
marknaðum uttanfyri Føroy
ar. Og okkara arbeiðsmegi
hevur meira enn hundrað ár
á baki á útlendskum arbeiðs
marknaðum. Gera vit tað
trupult hjá kapitali og
arbeiðsmegi at koma til Før
oya, so medvirka vit til at
leggja okkara landsmonnum
fótonglar uttanlands. Vit
meina í Sambandsflokkin
um, at tað átti at borið til –
aftan á samráðingar við ES
– at funnu eina semju, ið all
ir flokkar kunnu taka undir
við.
Spyrjari: Hetta ljóðar næst
an sum um, at vit fáa eitt
paradís á jørð, um vit
sleppa
øllum
marknaðarkreftunum leys
um?
- Nei, so einfalt er tað ikki.
Vit vita væl – eisini í Sam
bandsflokkinum – at vit
hava eitt samfelag við
sosialum munum. Eg aftri
meg ikki við at siga, at
stættastríðið er ikki av. Tað
eru stórir stættamunir í
føroyska samfelagnum. Vit
eru ikki bara ein liberalur,
men eisini ein sosialt sin
naður flokkur.
Spyrjari: Hatta eru sterk
orð í einum borgarligum
flokki. Ikki minst tá ið júst
hasin spurningurin – hvørt
stættastríðið er av – hevur
elvt til hvast orðaskifti í
Javnaðarflokkinum, ið plag
di at hava næstan einkarrætt
at hjúkla um tey, ið komu at
liggja undir í stættastríð
num.
- Stættastríð er ikki tað, vit
vanliga tosa mest um í Sam
bandsflokkinum. Men Sam
bandsflokkurin er ein kon
servativur flokkur í eini tra
ditión, har tað sosiala hevur
stóran týdning. Eitt sam
felag, har sosialu munirnir
sleppa at gerast ov stórir, og
tey veikastu í samfelagnum
verða slept upp á fjall, er
ikki eitt vælvirkandi samfe
lag. Tað er eitt samfelag, ið
lættliga syndrast.
Spyrjari: Hatta ljóðar næst
an sum tann diskussión,
sum tók seg upp í bretska
konservativa
flokkinum;
har tað klassiska orðaskiftið
um ”one nation” mótvegis
”two nations” tók seg upp í
kjalarvørrini á einskiljing
arpolitikkinum
hjá
Margaret Thatcher. Har
”two nations” upp á ein
máta er ein viðurkenning
av, at eitt samfelag kann
koma at líða undir tí at
hava ov stórar stættamunir.
At tjóðin støkkur sundur í
tvær. Í tvær ójavnar stættir.
- Skulu vit brúka hasa termi
nologiina, so stendur Sam
bandsflokkurin fyri einum
politikki, ið ikki vil, at tjóð
in støkkur sundur. At vit
ikki
enda
sum
”two
nations”.
Spyrjari: Tað er nógv í ver
andi politisku støðu, sum
snýr seg um júst hetta. Eitt
stríð hevur verið í lands
stýrissamgonguni, sum Sam
bandsflokkurin er partur
av; stríðið hevur snúð seg
um skattalætta, Sandoyar
tunnil og um hvørt sparing
ar skulu vera upp á rakstur
ella íløgur. Tit hava sum
flokkur meldað út, at skúlar
og almannamál eiga at
verða tikin fram um íløgur.
Ella fram um betong, sum
tú sjálvur hevur orðað teg í
eini samrøðu.
- Tann ósemja, sum nú
hevur tikið seg upp í
samgonguni, hevur upp á
nógvar mátar verið eitt
kærkomið høvi hjá okkum
at hyggja okkum sjálvum í
eyguni í speglinum og spyr
ja, hvat ið vit vilja í politik
ki. Har er eingin ivi í flokk
inum, at ábyrgdin, bæði
tann fíggjarliga og tann
sosiala, eigur at vera í hásæ
ti. Vit mugu og skulu halda
aftur, tá ið vit hava ein
yvirupphitaðan búskap. Og
tá ið vit so gera tað, so
mugu vit hugsa sosialt. Tað
ber ikki til at koyra á við
meira betong, um tað inni
ber, at fólk skulu sigast upp
innan fyri tað almenna. Vit
skulu minnast til, at 80 pro
sent av eini sparing er løn
til starvsfólk. So tað gert tú
ikki uttan at koyra fólk til
hús í stórum tali.
Spyrjari: Flestu okkara eru
ikki forvand við, at ein borg
arligur flokkur sum Sam
bandsflokkurin hevur so
vorðnan ampa fyri starvs
fólki innan tað almenna.
Hvat er broytt?
- Vit mugu síggja í eyguni,
at tað liggur ein stór
uppgáva fyri okkum at taka
hond um okkara borgarar,
ið eldast. Teir koma at viga
tungt, tí tann skarin, ið skal
tryggja, at tey fáa eitt gott
lívskvøld, standa í stað ella
minka í tali. Tað bøta vit
bert um við at fáa fleiri fólk
til
landið.
Tá
verður
uppgávan – sum bara kann
verða
loyst
innan
tað
almenna – í tveimum.
Ellisheim og aðrir stovnar
til røkt av teimum gomlu
fer at krevja sítt. Tað mugu
og
skulu
vit
fyrihalda
okkum til. Hin uppgávan –
og tá tosa vit ikki bara um
fleiri herðar at lyfta – hin
uppgávan er avgerandi fyri,
Undirtøkan hjá Sambandsflokkinum á løgtingsvalum síðani heimastýrislógin fekk gildi.
Løntakarabólkar í veljaraskaranum hjá Sambandsflokkinum, samanborið við alt landið. (%)