týsdagur 4. september 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 170 - 4. september 2007
tíðindi
um vit koma at hava búskap
arvøkstur yvirhøvur. Vit
mugu og skulu fáa okkara
útbúna fólk heim. Tað krev
ur størv, og at tey fáa nakað
at búgva í og børnini hjá
sær ansað. Nøkur av størv
unum mugu verða innan
gransking og útbúgving,
sum eru avgerandi fyri, at
vitanarvinnur kunnu menn
ast og trívast. Men vit mugu
samstundis taka tað í størsta
álvara, at vit tryggja hesum
fólkunum, at tey kunnu fáa
børnini ansað, tá ið tey flyta
heim. Ansingargaranti má
vera loysunarorðið. Annars
koma hesi fólkini ikki heim.
So einfalt er tað. At tosa um
at spara upp á raksturin
heldur enn í íløgunum er tí
púrasta burturvið.
Spyrjari: Nú komu vit
umvegis
sosialpolitikkin
inn á vinnupolitikkin aftur.
Tú nevndi vinnupolitikkin
sum ta einu av trimum súl
um saman við ESatlima
skapi og ríkisfelagsskapin
um. Men hvør er hann í
grundini hjá Sambandspoli
tikkinum?
-
Eg
haldi,
at
hasin
spurningurin kann verða
svaraður í tveimum. Fyri
vinnuna her á landi er tað
altavgerandi, at vit veruliga
fáa gransking at gagna
vinnuna og at leggja lunnar
undir nýggjum vinnum.
Her mugu vit leggja nógv
fyri og ikki bara játta eitt
eiti fyri at hava ryggin frí
an. Tað, sum eg síggi fyri
mær, er, at vit gera eitt insti
tutt fyri fiskavørum. Tað
skal vera knýtt at Fróðskap
arsetrinum. Ella eitt gastro
nomiskt institutt, sum bæði
kann gagna fiskivinnuna og
ferðavinnuna um eina leið.
Og so eitt, sum so mangan
hevur verið upp á tal, men
ongantíð veruliga fingið
eina undirtøku við teimum
pengunum, sum tað krevur:
Eitt altjóða institutt fyri hav
frøði.
Spyrjari: Og hitt, tú ætlaði
at taka fram í sambandi við
vinnupolitikkin hjá Sam
bandsflokkinum?
- Tað er ein vinna, vit
sjáldan tosa um. Og mangan
ikki síggja. Tekur tú Hvítu
Bók sum dømi, so verður
sagt, at vit bert hava
fiskivinnuna og teir donsku
pengarnar at dúva á. Hetta
er ikki rætt. Vit gloyma
heilt teir nógvu pengarnar,
sum m.a. sjómenn, sum
sigla við Mærsk vinna til
landið og landshúsarhaldið.
So eg vil siga, at vit eiga at
duga nógv betur at gagnnýta
hetta slagið av møguleikum.
Tað, eg kundi nevnt her, er
at vit fáa eina nógv betri
FASskipan. Tað vil siga, at
vit skipa so fyri, at tað
verða ikki bert føroyingar,
ið vinna pening til landið,
men at vit eisini fáa pening
burtur úr útlendingum, sum
ganga undir eina føroyska
FASskipan.
Spyrjari: Nú eru tit í sam
gongu.
Og
hóast
hon
kanska
ikki
heldur
valskeiðið út, so standa tit
tykkum
væl
í
veljara
kanningum, so tað er væl
hugsandi, at tit verða í sam
gongu eisini aftaná eitt kom
andi val. Hava tit í Sam
bandsflokkinum nøkur ser
lig ynski til ta optimalu
samgonguna, ið kann vera
við til at fremja tann poli
tikk, tit vilja hava førdan?
- Nei, vit hava onga serliga
preferansu. Har síggja vit
møguleikar fleiri vegir.
Spyrjari: Um tit koma í sam
gongu, hvørji málsøki vilja
tit so leggja tykkum eftir at
fáa?
- Vit kundu hugsað okkum
øll málsøkini, tí vit hava
nøkur
mál,
vit
kundu
hugsað okkum at framt
innan øll øki. Tað er ringt at
taka nakað framum annað,
so tað má ein samráðing
avgera, hvat ið ber til.
Vald umboð
Sambandsflokkurin hevur
altíð verið ein av størstu
flokkunum á tingi. Eins og
Sjálvstýrisflokkurin hevur
Sambandsflokkurin
góð
hundrað ár á baki. Fyrstu
mongu árini stríddust teir
báðir einsamallir á tingi um
at vera hin størri. Eftir
seinna heimsbardaga, tá ið
vit
fingu
eitt
øðrvísi
flokkamynstur
við
fýra
stórum flokkum og so úr
einum og upp í fleiri smærri
flokkar,
hevur
Sambandsflokkurin
verið
ein av teimum fýra stóru.
Tað minsta hann hevur
fingið, var í 1998, tá ið
hann fekk 18,1 %. Tað
frægasta úrslitið var í 1950,
tá ið flokkurin fekk 27,3 %,
men uttan at gerast størsti
flokkur – Fólkaflokkurin
fekk størri undirtøku á tí
valinum. Við
tvey
tey
seinastu valini í 2002 og
2004 fekk hann flestar
atkvøður. Tað hevði hann
roynt fyrr. 1954, 1978,
1980 og 1994 var hann
somuleiðis størsti flokkur.
Sambandsflokkurin hevur í
dag 7 umboð á løgtingi.
Upp og niður – og upp í
veljarakanningum.
Síðani seinasta løgtingsval
januar 2004 hevur tað
gingið bæði upp og niður.
Á seinasta løgtingsvali fekk
flokkurin 23,7 %. Í teimum
fyrstu kanningunum í 2006
gekk framá. Ein kanning
hjá Gallup gav flokkinum 3
prosent framgongd, men
síðani vendi, og hann kom
heilt niður á 19,6 % í einari
kanning í mai í ár. Seinasta
kanningin hjá Gallup í
august gevur honum tó
góðar vónir um eitt gott
løgtingsval, tí hon gevur
honum 24,6 %. Flokkurin
leypur fram: Fimm prosent
síðani kanningin í mai, og
eitt prosent síðani seinasta
val, har hann fekk flestar
atkvøður.
Meðal hampa flokkur
Flokkurin er borgarligur
flokkur.
Liberalur;
og
konservativur við denti á
tað sosiala. Hyggja vit at,
hvussu
veljaraskarin
er
samansettur
sosialt,
so
síggja
vit,
at
løntakaraveljararnir
býta
seg, so hann líkist landinum
sum heild. Í so máta er
býtið
ímillum
sambandsveljarar
næstan
ein
spegilsmynd
av
landinum í síni heild.
Við í nógvum samgongum.
Sambandsflokkurin
er
í
løtuni
í
einari
ABC
samgongu. Tað vil siga
saman við Fólkaflokkinum
og
Javnaðarflokkinum.
Hann er ikki óvanur við at
vera í samgongu, flokkurin
hevur verið í 12 av teimum
22 samgongunum, ið hava
verið í eftirkrígstíð. Tað er
ikki meira enn góð helvt,
men
Sambandsflokkurin
hevur verið við í fleiri av
teimum
drúgvu
samgongunum, so tá ið vit
telja ár, so tosa vit um
næstan 39 ár tilsamans av
umleið 59 árum.
Nógv ar løgmenn
Sambandsflokkurin er næst
eftir
Javnaðarflokkinum
tann flokkurin, ið hevur
havt
flestar
løgmenn.
Seinast hann átti løgmann,
var
19941998,
tá
ið
Edmund Joensen sat í
hesum
sessinum.
Men
annars hevur flokkurin átt
løgmannin í 7 av teimum
12 samgongunum, hann
hevur verið partur í. Við
seinasta val fekk flokkurin
flestar atkvøður, og átti at
kunna kravt løgmann, men
tað at formaðurin, Lisbeth
L. Petersen legði frá sær
sum formaður stutt eftir
valið, og áðrenn nýggja
samgonga
var
skipað,
gjørdi tað ómøguligt hjá
flokkinum at bjóða seg
fram við løgmansevni. Við
góðu veljarakanningini í
rygginum kann hann so
gera sær betri vónir til
aftaná valið, ið stundar til.
Sambandsflokkurin á løgtingi
Seinastu nógv árini hevur Kaj Leo Johannesen sitið sum formaður í Sambandsflokkinum
Mynd: Jens K. Vang