Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 170 - 4. september 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Endurtøka av FM-finaluni er á skránni alt fyri eitt hjá kvinnunum, tá farið verður undir hondbóltslands- kappingina seinast í hesum mánaðinum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í gjár kundi Hondbólts­ sambandið geva feløgunum kring landið boð um, hvussu spælast skal í hondbólts­ landskappingini í vetur. Fyrstu dystirnir verða spældir leygardagin tann 29. september, og lagt er upp til satt brak longu fyrsta dystin. Meistararnir úr Stjørnuni byrja nevnliga við útidysti móti VB, sum eisini var mótstøðuliðið í finaludystunum í fjør. Í mun til hini liðini, so hevur Stjørnan í summar fyrireik­ að seg til europiskar avbjóð­ ingar, og so verður spenn­ andi at síggja, hvussu stóran fyrimun hetta hevur givið í venjingarstøðuni. Fyrstu umførini síggjast aðra staðni her á síðuni, og seinast mars mánaði fáa vit at vita, hvørji lið verða føroyameistarar í hondbólti 2007/2008. Fyrstu finalu­ dystirnir verða spældir 24. mars, og verður talan um tríggjar finalur, verður tann seinasta av hesum spæld tann 30. mars. Stjørnan byrjar í Vági Meistararnir úr Stjørnuni byrja kappingarárið á útivølli móti VB, sum í fjør var hin parturin í finaludystunum Savnsmynd Atlantic Airways-kappingin 29-09-07 16.00 Neistin - VÍF 29-09-07 16.00 KÍF - H71 29-09-07 16.00 StÍF - Kyndil 06-10-07 16.00 Kyndil - Neistin 06-10-07 16.00 H71 - StÍF 06-10-07 16.00 VÍF - KÍF 14-10-07 16.00 Neistin - H71 14-10-07 16.00 StÍF - KÍF 14-10-07 16.00 VÍF - Kyndil Enn er Aganevndin hjá FSF ikki komin við nøkrum úrskurði, hvørt »nevaleikur« í Vági skal fáa avleiðingar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í morgin verður júst ein mánaður, síðani EB/Streym­ ur vann 2­1 á VB/Sumba í útidystinum. Meira enn tepri sigurin hjá gestunum so verður dysturin helst mintur fyri hendingina, tá EB/Streymur í yvirtíðini skoraði sigursmálið. Hendingin, har VB­venjar­ in leyp inn á vøllin og langaði til Hans Paula Samu­ elsen varð víst á sjónvarps­ skíggjanum mánakvøldið eftir dystin, og seinni heitti starvsnevndin hjá FSF á Aganevndina um at taka málið upp til viðgerðar. Sambært skrivstovuni hjá FSF, so eru enn eingi boð komin úr Aganevndini um nakran úrskurð. VB/Sumba boðaði eftir fáum døgum frá, at felagið hevur sektað venjaran, men einki varð sagt um, hvørja revsing talan var um. Talan hevur tó ikki verið um dystarbann av nøkrum slag, tí í dystunum, sum VB/Sumba hevur spælt síðani, hevur Predrag Prsic framvegis verið á beinkinum. Enn er eingin úrskurður gjørdur í málinum um venjaran hjá VB/Sumba. Í morgin er ein mánaður liðin, síðani tilburðurin fór fram Skíggjamynd frá SvF VB-venjarin ikki viðgjørdur enn Fyrstu umførini Sunset-kappingin Dagur Kl. Dystur 29-09-07 14.30 Neistin - VÍF 29-09-07 14.30 StÍF - Kyndil 29-09-07 15.00 VB - Stjørnan 02-10-07 19.00 Stjørnan - StÍF 06-10-07 14.30 Kyndil - Neistin 06-10-07 14.30 VÍF - VB 14-10-07 14.30 Neistin - Stjørnan 14-10-07 14.30 VÍF - Kyndil