Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. september 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 170 - 4. september 2007 ] Føroyingur í Randers FC 16 ára gamli Karl Løkin úr NSÍ hevur sambært Viku- blad.fo skrivað tvey ára sáttmála við danska SAS-liga- felagið Randers FC. Ungi føroyingurin hevur verið til royndarvenjingar í Randers, og henda royndarvenjing hevur gingið somikið væl, at felagið hevur bjóða hon- um, at fáa eitt pláss á fótbóltskolleginum hjá felagnum. Í Randers meta tey sambært vikublad.fo, at Karl Løkin er ein sera evnaríkur miðvallari, sum tey vilja vera við til at menna. AaB basti FCN Føroyska landsliðið skal mikukvøldið í næstu viku aftur í europeiska eldin. Tveir av stuðulsspælarunum eru Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen, sum eru partur av superligu hópinum hjá AaB.Seinastu ferðirnar hevur føroyski leikluturin verið lítil á besta AaB liðnum. Soleiðis var tað eisini í gjárkvøldi, tá AaB á heimavølli vann 2-1 á FCN. Súni Olsen var ikki á dómara- seðlinum, og Jón Rói Jacobsen sat alla tíðina á beinkinum. FCN legði seg framum eftir tíggju minuttir, og eftir ein hálvan tíma javnaði AaB. Málskjútti var Jeppe Curth. Sigursmálið skoraði Rade Prica, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Eftir átta umfør er AaB á 6. plássi við 11 stigum. Per Holm Andersen skeyt sítt besta nak- ran tíð, men hetta var kortini ikki nóg mikið, tá Jógvan Niclasen við seks tíggjarum á rað vann FM-finaluna BOGASKJÓTING tíðindaskriv post@sosialurin.fo Sunnudagin skipaði Ørvur fyri FM-kapping í uttandura bogaskjóting á Svanga- skarði. Hóast nakað av regni var, so vóru líkindini hampuliga góð. Og í øllum førum má sigast, at skjót- ingin var framúr seinasta partin av kappingini. Recurve Í bólkinum luttóku 10 skjúttar. Innleiðandi vóru tað trígg- ir skjúttar, sum greitt løgdu seg framum, teir vóru Hans petur Højgaard, Ørvur, sum skeyt (299+274) 573 stig, Eirikur í Jákupsstovu, Ørv- ur, (265+277) 542 stig, og Absalon Hansen, Tambar, (260+273) 533 stig. 1/8-finalur: Her møttust Tórfinn Hansen og Jim S. Guttesen, báðir úr Vágaskot, og van Tórfinn dystin. Jastrid M. Jensen og Rakul Dam, báðar úr Tambar møtt- ust og var tað Jastrid, sum fór víðari til næstu umfar. ¼-finalur: Hans Petur Højgaard og Tórfinn Han- sen 97-72, Annika Vang, Ørvur, og Jógvan Magnus Andreasen “Eggaba”, Vága- skot, 79-77, Absalon Han- sen og Bogi Andreasen, Vágaskot, 92-58, og Jastrid M. Jensen og Eirikur í Jákupsstovu 68-86. ½-finalur: Hans Petur møtti Anniku og skjeyt Hans Petur væl hetta um - farið og vann trygt 101-66. Í hinum dystinum vann Absalon á Eiriki við 96-70. Bronsufinalan stóð mill- um Eirik og Anniku og skjeyt Eirikur so væl, sum hann sjáldan hevur gjørt og vann trygt 102-75. Gullfinalan stóð millum Hans Petur og Absalon, liðfelagarnar á OyL-lið- num, sum vann gull á Rhodos. Dysturin var javn- ur og tá helvtin av teimum 12 pílunum vóru skotnir, førdi Absalon við 4 stigum. Men seinastu pílarnar tók Hans Petur dik á set og vann dystin 96-92 og harvið føroyameistaraheitið 2007. Compound Compound skjúttarnir hava ikki verið so nógvir í tali alt árið og vóru fýra luttakarar í bólkinum hesaferð, tað vóru tey fýra, sum mannaðu OyL liðið, sum vann tvey gull heiðursmerkir á Rhodos. Innleiðandi skutu skjútt- arnir væl og legði Jógvan Niclasen, Tambar, seg á odda við (329+332) 661 stigum, Schandorff Vang, Ørvur, hevði (324+319) 643 stig, Per Holm Ander- sen, Ørvur, 643 stig, men hevði Schandorff fleiri 10- arar, og Sigrid Vang, Ørvur, (299+309) 608 stig. ½-finalur: Jógvan møtti Sigrid og tá 6 pílar vóru skotnir var bert eitt stig millum tey 57-56, og í seinnu hálvu bleiv úrslitið 55-53 og vann Jógvan dyst- in 112-109. Í hinum dysti- num møttust Per og Schan- dorff og tá 6 pílar vóru skotnir var støðan 57-58, í seinnu hálvu kiksaði Schand orff eitt skot og varð støðan 56-52 og vann Per dystin 113-110. Bronsufinalan stóð Sch- andorff og Sigrid og vann Schandorff við 107-102. Gullfinalan stóð millum Jógvan og Per. Teir høvdu skotið sera væl framman undan og var lagt upp til eina spennandi finalu. Og so varð. Per legði seg á oddin eftir 6 pílar við 58- 56, men sum Jógvani líkt, so hevur hann onkur serlig evnir, tí tá á stendur gongur ofta best, hann gjørdi ikki mætari enn at vinna seinnu hálvu 60-56, samanlagt 116-114, og sostatt eisini at vinna sítt fyrsta uttandura føroyameistaraheitið. 116 stig er eisini nýtt føroyskt met fyri 12 pílar. 60 stig er tað mesta mann kann fáa fyri 6 pílar og var tað fyrstu ferð Jógvan gjørdi hetta bragd í dysti. Leggjast kann afturat, at úrslitini hjá bæði Jógvan og Per vóru omanfyri gamla føroyska metið, sum var 113 stig. Seks plettskot á rað Seks pílar, sum allir sótu innnanfyri mark. Tá mest stóð á, skeyt Jógvan Niclasen upp til sítt allarbesta, og so var hansara fyrsta FM-heiti heima Sosialurin mannar Formula-liðið við teimum spælarum, sum stóðu seg best í 21. umfarinum av Formula-deildini Formula-liðið