Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 171 - 5. september 2007 Ólavur Thune fekk fyri nøkrum árum síðani staðfest hjartasjúku, somu sjúku, sum tvær systrar hansara eru deyðar av. Í løtuni bíðar Ólavur eftir nýggjum hjarta, hansara egna er skift út við eina pumpu, Heartmate 2. Hesum greiddi hann frá í fyrilestri í Eydnuni á Oyrabakka í gjárkvøldið HJARTASJÚKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang - Pumpan heldur lívið í mær! So bersøgin og erligur er Ólavur Thune út Streymnesi, tá hann greiðir frá um hjarta- sjúkuna, sum hevur kostað tveimum av systrum hans- ara lívið. Synnøva var tann fyrsta, sum fekk staðfest sjúkuna, men hetta var lutfalsliga seint, og ikki fyrr enn um 14-15 árs aldurin bleiv hon viðgjørd við heilivági. Men tá vísti tað seg at vera ov seint. Sama dagin hon var til kanningar á Ríkissjúkra- húsinum fekk hon hjarta- stopp, og hóast tað var ætl- anin, at hon skuldi fáa inn- opererað serligu hjarta- pumpuna, nevnd Heartmate 1, so var kroppurin snøgt sagt ov veikur til hetta inn- trivið, og Synnøva doyði. Eisini hin systurin, Maud, fekk staðfest hjartasjúku, og tað var meðan Ólavur var niðri í Danmark við henni til kanningar, at ein av læknunum spurdi, um teir ikki skuldu kanna Ólav eisini. Hesum játtaði hann, og tað vísti seg, at boðini frá donsku læknunum vóru ikki eins positiv, sum tey høvdu verið á Landssjúkrahúsinum, har hann hevði fingið at vita, at alt sá gott út. Hóast ætlað og vónað var, at Ólavur skuldi koma í skjóta medisinska viðgerð, gingu heilir átta mánaðir, áðrenn hetta gjørdist veru- leiki. Hann toldi eisini illa heilivágin at byrja við, men var kortini so frægur, at hannn kundi giftast Jonu úr Runavík og tey bæði kundu fara á brúdleypsferð. Frammman undan hesum hevði hann ongantíð kent Ikki hjartasorg, me Ólavur Thune og konan Jona hava lært seg at liva við teimum treytum, sum hjartasjúkan inniber. Í hondini heldur Ólavur sama slag pumpu, sum situr í hansara brósti Nógv flugu til Nuuk Leiðslan í íslendska flogfelagnum Air Iceland er so væl nøgd nvið rutuflúgvingina millum Reykjavík og Nuuk í summar, at hon umhugsar at leingja rututíðarskeiðið tveir mánaðir næsta summar, so rutan verður frá mai til september. Gróa Ásgeirsdóttir, sum er sølustjóri hjá Air Iceland, sigur við grønlendska útvarpið, at felagið seldi millum 65 og 70 prosent av ferðaseðlunum í summar, og tí er tað ikki annað enn rímiligt at leingja tíðarskeiðið, sigur hon. Sámal og Ronnie til Vágs Leygarkvøldið 8. september spælir Føroya royndasta trubadurpar Sámal og Ronnie í Stóra Pakkhúsi í Vági. Neyvan man nakar tveymansbólkur hava eina so stóra songskrá, sum hesir báðir, og teir hava fleiri ferðir áður vitja í Pakkhúsinum til stóra gleði fyri suðuroyingar. Húsið er opið frá kl. 22.00 - 04.00 og Sámal og Ronnie byrja at spæla umleið klokkan 23.30.