mikudagur 5. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 171 - 5. september 2007
n maskinskaða
sær nakað mein sum so.
Hann starvaðist á IRF í Leir
vík, men merkti tó, at hann
vísti seg at orka verri enn
menn, sum vóru væl eldri
enn hann sjálvur. Ikki fyrr
enn hesi boðini frá læknun
um í 2004 skilti hann rætti
liga hví.
Slapp ikki heim
Støðan versnaði skjótt, og
tá hann var niðri til kann
ingar í 2005 fekk hann tey
boð frá læknunum, at hann
mátti verða verandi í Dan
mark, meðan hann bíðaði
eftir nýggjum hjarta.
Hetta var ein tung tíð, men
kortini við einum ljóspunkti,
sum gjørdi alt vert at stríðast
fyri. Ólavur og Jona fingu
sítt fyrsta barn um hetta
mundi, og Ólavur var so
mikið frægur, at hann kundi
verða við til føðingina.
Dótturin, Ida, er eitt rætti
ligt lívsstykki, og spreiður
stóra lívsgleði rundan um
seg, segði Ólavur Thune.
Á sumri 2006 vóru tey
øll í Føroyum og ferðaðust,
og tað tók hart upp á Ólav.
Niður aftur komin til Dan
markar orkaði hann so at
siga einki, og tá tóku lækn
arnir so avgerð um at skera
eina pumpu inn í bróstið á
Ólavi Thune, eina sonevnda
Heartmate 2 pumpu.
Tá mann er so illa fyri,
at mann fær bjóðað eina
slíka pumpu, hevur mann í
mesta lagi ein mánað eftir
at liva í. Og fyri at kvali
fisera seg til hetta tólið,
skal hjartað bert pumpa 10
12% av tí tað eigur, greiddi
Ólavur Thune frá.
So fyri einum ári síðani
fekk hann sett hetta tólið í,
sum hann sjálvur sigur eig
ur lívið í honum í dag. Og
hetta hendi ein merkisdag.
Fyri mong er 11. septem
ber ein óeydnisdagur, ein
dagur, sum merkir nakað
ógvuliga ringt. Men fyri
meg og míni er hetta ein
gleðisdagur, tí tað var júst
hendan dagin, eg fekk inn
opererað
Heartmate
2
pumpuna,
segði
Ólavur
Thune í fyrilestri sínum á
Oyrarbakka í gjárkvøldið.
Orkar nú
Um pumpuna sjálva er at
siga, at hon í mangar mátar
líkist so mongum øðrum
pumpum. Hon er mest sum
ljóðleys, men hon merkist
kortini. Mett verður, at ein
slík pumpa hevur eina livi
tíð upp á millum tvey og
tíggju ár.
Tað longsta nakar hevur
gingið við einari slíkari
pumpu, er hálvttriðja ár. Tal
an er um ein amerikanara,
men eg dugi ikki at siga,
hvør ætlanin hjá honum er,
sigur Ólavur og sipar til, at
roknað verður við, at hjørtu
verða skift út í mesta lagi
fimm til tíggju ár aftrat.
Tað er nevniliga ein Heart
mate 3 á veg, og tá henda er
fult ment, verður ikki neyð
ugt við battaríum og slang
um út gjøgnum síðuna. Við
Heartmate 2 má Ólavur bera
2,6 kilo av battaríum og
øðrum tilfari uppi á sær alla
tíðina, hann er vakin. Um
náttina er hann koplaður til
eina sonevnda PBUstøð.
Annars krevur tað nakað
at venja seg til. Ólavur má
til dømis ongantíð vera
meiri enn fimm minuttir frá
eyka battaríunum, og hesi
skulu skiftast fjórða hvønn
tíma. Kortini hálovar hann
hesum tólinum, sum hann
takkar fyri, at hann fram
vegis er á lívi.
Heartmate 2 ger, at eg
havi fingið matarlystin aft
ur, at eg fái verið um fam
iljuna, at eg havi møguleikar
at ferðast aftur, og at eg eri
betri fyri sum heild, segði
Ólavur Thune.
Hann segði víðari, at
hann nú hevur fingið mong
av sínum ynskjum uppfylt,
og at hann nú kann gera
nógv av slíkum, sum hann
ikki orkaði áður.
Møtimikið at
tváa sær
Tey, sum hava fingið Heart
mate 2 pumpuna innoperer
að, sleppa vanliga ikki so
langt burtur frá Ríkissjúkra
húsinum, og tá als ikki út úr
Danmark. Men kortini er
Ólavur Thune í Føroyum í
hesum døgum. Og tað
kemst uttan iva av, at lækn
arnir hava sæð, hvussu væl
tað hevur gingið hjá honum
síðani hann fekk tólið.
Men tað er framvegis ein
tungur burður at fara at
ferðast sum støðan er.
Ùtgerðin er umfatandi.
Eg havi eitt kuffert – og tað
er faktiskt reytt, men tað er
púra tilvildarligt, tí tað var
dótturin, sum valdi tað.
Men útgerðin vigar 41 kilo
tilsamans, so tað er um at
passa tað til, tá mann skal
við flogfari, greiddi Ólavur
Thune frá.
Annars er tað ein størri
operatión hjá honum at fara
undir brúsuna. Neyðugt er
at dekka streymleiðingina
til við einum baðiplástri, og
battaríini mugu somuleiðis
verjast móti vatninum í ein
ari baðitasku. Og annnars
er sjálvandi neyðugt at ansa
væl eftir. Ein slík fyritøka
tekur honum áleið ein tíma,
nakað sum vanliga tekur
fólki millum fimm og
fimtan minuttir.
Men sambært Ólavi sjálv
um, hava hann og konan,
Jona, lagað seg ógvuliga
væl til tær treytir, sum tey
bara mugu finna seg í at
liva undir. Hann ivast eitt
sindur í, hvat rættast er at
gera, men hann hevur sjálv
ur ongantíð merkt nakað
sum helst til nakrar trupul
leikar við hjartapumpuni.
Ein vanligur trupulleiki
er, at bruni kemur í sárið,
har sum streymleiðingin
kemur út gjøgnum síðuna.
Men persónliga havi eg ong
antíð havt trupulleikar av
hesum ella nøkrum øðrum í
sambandi við Heartmate 2,
segði Ólavur Thune.
Heldur ikki, tá tað snýr
seg um tað sálarliga, hevur
Ólavur havt trupulleikar,
men tað er ógvuliga vanligt
millum sjúklingar við hesi
innbygdu hjartapumpuni.
Glaður fyri lívið
Ólavur Thune er fegin um
møguleikan fyri at sleppa
til Føroya at greiða frá fyri
fólki, at vón er fyri framman
hjá teimum, sum stríðast
við hjartasjúkur. Í tí sam
bandi hevur verið arbeitt
við at útvega stuðlar so tað
bar til hjá lítlu familjuni at
koma hendanvegin.
Og Ólavur er glaður fyri
hjartatólið og fyri lívið.
Vit mugu bara taka lívið
sum tað kemur. Vit hava
lagt alt í Harrans hendur,
vit eru bæði trúgvandi,
segði Ólavur Thune í fyri
lestrinum í Eydnuni á Oyrar
bakka í gjárkvøldið.
Hann er fyrsti føroying
urin, sum hevur fingið hesa
hjartapumpuna, og hann er
fegin um at kunna koma
heim at siga frá lívið sínum
við kunstigum hjarta.
Ólavur er ikki bara glaður
fyri lívið, hann hevur eisini
eina smittandi lívsgleði. So
hann tók tað í góðum lag, tá
hann varð spurdur, um
mann kundi fáa hjartasorg,
tá mann í grundini einki
hjarta hevði.
Nei, eg fái ikki hjarta
sorg, eg fái maskinskaða,
var skemtiliga svarið frá
Ólavi Thune.
Nógv fólk var møtt til
hendan fyrilesturin, og áhug
in fyri at spyrja var rættiliga
stórur, og millum annað
kundi Ólavur greiða frá, at
hann hvørki hevði puls ella
blóðtrýst. Somuleiðis segði
hann, at nú hann fer niður
aftur, skal hann kannast, og
tá verður helst skipað so
fyri, at pumpan verður
innstillað til at arbeiða í takt
við kroppin. Tað vil siga
meiri
kropsligt
arbeiði
Ólavur ger, harðari arbeiðir
pumpan.
Tað var eitt óvanligt
kvøld við einum óvanligum
manni í Eydnuni á Oyrar
bakka í gjárkvøldið. Ein
maður og familja hansara,
sum hava gjørt av at fáa tað
besta burtur úr lívinum,
meðan hann bíðar eftir ein
um nýggjum hjarta.
Útgerðin, sum Ólavur má hava uppi á sær, tá hann er vakin,
vigar 2,6 kilo
Á hesari myndini sæst, hvussu pumpan er forbundin til hjartað
Trolari fekk avsláttur
Fyri tveimum árum síðani gjørdi norska ákæruvaldið
av at leggja hald á 12 mió. krónur hjá einum sponskum
trolara, sum hevði fiskað ólógliga við Svalbard. Nú
hevur málið aftur verið í rættinum, og har eydnaðist tað
spanska reiðarínum at fáa 1,5 mió. krónur aftur.
Orsøkin er, at fiskurin vísti seg ikki at hava tað virðið,
sum ákæruvaldið metti av fyrstan tíð. Spanski trolarin
bleiv tikin í 2005 við 490 tonsum av svartkalva, sum
hann ikki hevði givið upp.
Trøllamamman í Leikalund
Komandi fríggjadag 7. september 2007 letur nýggj
listarframsýning upp í Leikalund við myndum hjá Marjuni
Jóanesardóttir Marjun er fødd og uppvaksin í Havn, men hevur
røtur úr Kallsoynni. Hon hevur arbeitt við búnum og annað til
sjónleik. Tað hon, sum hevur sniðgivið tey kendu trøllini: Trølla
Pætur, ommuna og hini trøllini. Áður hevur Marjun haft
listarframsýningar bæði í Smiðuni í Lítluvík og í Jinx í Havn