Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 171 - 5. september 2007 tíðindi Meginparturin av fíggjarlógini fer til vælferð, men føroyskur vælferðarpolitikkur manglar veruliga gransking, sum vísir, hvørjar avleiðingar førdi politikkurin hevur fyri vanliga føroyingin. Hetta staðfestir Petra Johns­ dóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni og føroyskt umboð í stórari norðurlendskari granskingarætlan GRANSKING Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Sambært Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra á Almanna­ stovuni og føroyska um­ boðið í einum arbeiðsbólki hjá Norðurlandaráðharra­ ráðnum, sum í 2000 fekk 35 milliónir til at stuðla vælferðargransking í Norð­ anlondum, hevði eitt sterk­ ari føroyskt granskingar­ umhvørvið kunna stuðlað undir ein dygdargóðan væl­ ferðarpolitik. ­ Meira enn helvtin av føroysku fíggjarlógini fer til almanna­ og heilsumál. Tí hevur tað serliga stóran týdning at gransking í vælferð og sosialum spurn­ ingum verður raðfest høgt, sigur hon. Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður í almanna­ og heilsumálum, er samdur við stjóranum í Almanna­ stovuni og heldur, at vit hava tørv á meira vitan um føroysku vælferðina. ­ Okkum manglar tað heilt grunnleggjandi dátu­ grundarlagið, her hugsi eg um fólkayvirlit, arbeiðs­ marknaðartøl, útbúgving­ artøl, bústaðarviðurskifti, og familju­, húsarhalds­ og inntøkuviðurskifti, sigur landsstýrimaðurin og váttar, at tá tað kemur til sosial­ gransking standa vit púrasta á berum í Føroyum. Tá Norðurlandaráðharra­ ráðið í 2000 setti eina stóra granskingarverkætlan í gongd, vísti tað seg at vælferðin í útnorði var alt ov illa umboðað í teimum granskingarætlanum, sum komu inn. At eingin føroysk granksingarætlan bjóðaði seg fram til 35 milliónir stóru puljuna, sigur kanska eitt sindur um støðuna hjá vælferðargransking í Før­ oyum. Fyri at Føroyar, Grønland og Ísland ikki skuldu vera heilt við sviðusoð, varð avgjørt at skipa fyri ráð­ stevnum í Íslandi og Føroy­ um, har granskarar úr teim trimum londunum kundu leggja teirra vitan fram. Í samband við at henda verk­ ætlan nú er at enda komin, verður í morgin ein bóka­ framløgu, har tvey savnsrit frá hesum arbeiði verða løgd fram. Bókin, Arbejde, Helse og Velfærd i Vestnorden, er eitt savn av vísindaligum greinum skrivaðar av 15 ymiskum rithøvundum úr útnorði. Í bókini eru millum annað greinar eftir Beintu í Jákupsstovu, Høgna Debes Joensen, Pál Weihe og Elin Súsonnu Jacobsen. Hin bókin, Forskning indenfor social­, sundheds­ og arbejdsmarkedsforhold i Vestnorden, er ein saman­ umtøka av ráðstevnu, sum var í Føroyum í 2004. Tapa kappingina Um føroyskir politikarar ikki seta pengar av til væl­ ferðargransking, tapa vit, sambært Petru Johnsdóttir Joensen, kappingina um granskarar og gransking­ arstuðul í norðurlendskum høpi. Vit koma ikki upp í part, tá granskingarpengar verða býttir út. ­ Um vit ikki vilja kanna okkara egnu vælferð, kunnu vit ikki vænta, at onnur gera tað, sigur hon. Tað eru ikki somu spurningar, sum eru átrokandi í útnorði, sum í hinum norðanlondunum, og tí mugu vit sjálvi raðfesta føroyska gransking. ­ Okkum tørvar at seta gransking í sosialmálum á breddan. Vit hava aðrar trup­ ulleikar, aðrar skipanar og aðrar lógir innan tað sosiala Ársfrágreiðing í nýggjum hami »Sjóvarmál« er nýtt ársrit hjá Fiskirannsóknarstovuni. Fram til 2006 hevur Fiskirannsóknarstovan givið ársfrágreiðingar út, sum lýsa farna kalendaraár. Hetta er nú broytt við ritinum »Sjóvarmál«, sum bæði lýsir virksemið í farna ári, men sum harafturat hevur nýggjasta tilmælið og tøl frá nýggjastu gróðurkanningunum við. Ætlandi skal ritið koma út fyrst í september á hvørjum ári, soleiðis at tað kemur at fylgja fiskiárinum heldur enn kalendaraárinum. »Sjóvarmál« kann lesast á www.frs.fo. Prentað útgáva fæst við at venda sær til Fiskirannsóknarstovuna. Bókaframløga um vælferð Í morgin, 6. september, verður framløgu um tvær bøkur um vælferð í Útnorði, sum Vælferðargranskingarætlanin hjá Norðurlandaráðharra­ ráðnum hevur fíggjað. Framløgurnar verða í Sjúkrarøktarfrøðisskúlan um klokkan eitt. Millum rithøvundarnar eru Beintu í Jákupsstovu, Høgna Debes Joensen, Pál Weihe og Elin Súsonnu Jacobsen. Til bókaframløguna fer Guðbjørg Linda Rafnsdóttir, ritstjóri, at greiða frá arbeiðinum, og føroysku rithøvundarnir siga frá teirra greinum í bókini. Politikarnir Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður og Hendrik Old, limur í formansskapinum í Útnorður Ráðnum fara eisini at bera heilsu fram Eingin veit hvussu føroyin Det færøoyske samfunnet er lite, og det skaper spesielle utfordringer for kunnskapsprodusentene. Nettopp fordi samfunnet er lite, kan tallfesting av forholdene være et godt virkemiddel for å få øye på systematiske brister i det færøyske samfunnet. Statistikkproduksjon kan bidra til å skape nød­ vendig distanse og fjerne fokus fra fordommer og detaljkunnskap om per­ soner med sosiale problem. Brot úr grein hjá Beintu í Jákupsstovu í bókini Arbejde, helse og velfærd i Vestnorden - Okkum manglar tað heilt grunnleggjandi dátugrundarlagið innan heilsu- og almannamál, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, og váttar, at tá tað kemur til sosialgransking standa vit púrasta á berum í Føroyum