Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 171 - 5. september 2007 Rættarnevndin hjá Løgtinginum fer at brúka alla ta tíð, hon hevur til at viðgera uppskotið hjá Edmundi Joensen um eitt at gera Føroyar til eitt valdømi. Í hesum tíðarskeiðnum er ongin vandi fyri, at løgmaður kemur í ta støðu, at hann má útskriva nýval AnAlysA Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Løgtingið hevði í gjár eitt drúgt og til tíðir hart orðaskifti um uppskotið hjá Edmundi Joensen, løgtings­ formanni, um at gera Føroyar til eitt valdømi. Frammundan var greitt, at uppskotið fór at verða beint í rættarnevndina. Og júst viðgerðin í rættarnevndini gevur løgmanni og sam­ gonguni arbeiðsfrið í minsta lagi ein mánaða og helst longri. Eftir hvat skilst, verður hetta ikki eitt mál, sum rættarnevndin fer at skunda sær við. Teir tingmenn, sum Sosi­ alurin hevur spurt, ivast ikki í, at rættarnevndin fer at brúka alla ta tíð, hon hevur til at viðgera upp­ skotið. Vanligt er hetta upp til ein mánað, men undir ávísum umstøðum kann ein løgtingsnevnd brúka upp­ aftur longri tíð at avgreiða eitt mál. Havandi í huga at málið um eitt valdømi hevur skapt mikið rumbul í samgonguni, er hugsandi, at teir rættar­ nevndarlimir, sum vilja samgonguni væl, ikki fara at skunda tað ígjøgnum. Harafturat er formaðurin í rættarnevndini, Marjus Dam, hart ímóti uppskot­ inum hjá floksfelaganum, og fer tí ikki at skunda sær meiri enn hægst neyðugt. Hendan møguleikan hevur hann enntá nevnt alment. Umframt Marjus Dam sita Kristian Magnussen, Kaj Leo Johannesen, Poul Michelsen, Sverre Midjord, Finnur Helmsdal og Bill Justinussen í rættarnevnd­ ini. Áðrenn ella eftir valið Longu frammanundan við­ gerðina í rættarnevndini, er greitt, at tað ikki er meiriluti í nevndini fyri at leggja uppskotið hjá Edmundi Joensen fyri tingið óbroytt. Avtala – ella semja – er gjørd millum formenninar í samgonguflokkunum um at broyta uppskotið, soleiðis at Føroyar ikki gerast eitt valdømi fyrr enn aftan á komandi løgtingsval. Spurnartekin hava tó verið sett við virðið av avtaluni, tí hon er ikki bindandi fyri tinglimirnar í samgonguni. Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, hevur sagt fleiri ferðir, at hann ongar ætlanir hevur um at skriva út val í ótíð, og hetta váttaði hann fyri Portalinum og Sosial­ inum eftir løgtingsfundin í gjár. ­ Vit koma at brúka alla ta tíð, sum eftir er av hesum valskeiðnum. Hetta merkir, at valið ikki kemur, fyrr enn tað eigur at koma, og tað er 19. januar, sigur Jóannes Eidesgaard. Tað er longu greitt, at tað verður ikki ein samd rætt­ arnevnd, ið kemur at leggja broytingaruppskot fram, men meiriluti (Marjus Dam, Kristian Magnussen, Kaj Leo Johannesen og Sverre Midjord) sær út til at vera fyri. Hinvegin er Poul Mic­ helsen heitur talsmaður fyri uppskotinum hjá Edmundi Joensen at fáa eitt valdømi beinanvegin. Saman við Finni Helmsdal og Bill Justinussen, ið báðir eisini hava sagt seg taka undir við upprunauppskotinum, er stórur møguleiki fyri, at eitt minnilutauppskot eisini verður lagt fyri tingið. Sum kunnugt sita teir báðir síðstnevndu í andstøðu og hava harvið neyvan tann stóra áhugan í at hjálpa samgonguni. Minnilutauppskot koma altíð fyrst til atkvøðu­ greiðslu, og tá 19 tinglimir hava sagt seg vera fyri einum valdømi, verður spennandi at vita, hvussu nógvir vilja ganga við til at bíða við at seta lógina í gildi til eftir komandi val. Teirra støðutakan verður nevniliga avgerandi fyri, um Føroyar fáa eitt valdømi beinanvegin ella til næst­ komandi val. ngar hava tað enn til dømis Danmark, og avleiðingarnar av hesum skipanum og lógum eiga at verða kannaðar, greiðir Petra Johnsdóttir Joensen frá. Standa á berum Spurningurin er, hvør skal seta gongd á granskingina, og hvussu hon skal skipast. Petra Johnsdóttir Joensen leggur áherslu á, at tað hevur týdning at skapa eitt umhvørvið, tí hetta gevur granskingini ein stabilitet og kontinuitet, sum er týdningarmikil. ­ Ein góður og lættur hátt­ ur at styrkja føroyska væl­ ferðargransking er at seta pengar av til gransking á teim ymisku ráðunum og stovnunum, so at fólk, sum arbeiða á økinum, hava møguleika at fara inn í ymiskar granskingarætlan­ ir. Hans Pauli Strøm stað­ festir, at á sosialgransking­ arøkinum standa vit púrasta á berum í Føroyum, og hann heldur eisini, at vit eiga at skapa umstøður fyri gransking innan ymisku sektorarnir í almannaverk­ inum. Men tørvur er eisini á, at vit taka støðu til, hvussu eitt veruligt umhvørvið fyri vælferðargransking kann setast á stovn í Føroyum, sigur hann. Sitandi landsstýrið hevur sett eina verkætlan í gongd, har Hagstovan skal gera eina umfatandi fólkateljing, og Hans Pauli Strøm er sannførdur um, at henda fólkateljing fer at vera grundarlag fyri nýggjum og neyguðum hagtalsskráum. Tvær stórar KTverkætlanir, sum er kjølsettar í hesum valskeiðnum fara eisini at hava stóran týdning fyri gransking í føroyskari vælferð, sigur hann. Betri politik og betri kjak Umframt at vera eitt amboð til betri politiska stýring, kann granskingin eisini broyta almenna føroyska kjakið um vælferð og væl­ ferðarpolitik. ­ Beinta í Jákupsstovu sigur í grein síni, at vandin í Føroyum er, at vit bara viðgera einstaklingamál í almenna kjakinum, og hes­ um eri eg púra samd í, sigur Petra Johnsdóttir Joensen. Føroyar hava kanska serlig­ an tørv fyri einum amboðið at skapa distansu og síggja tendensir. ­ Gransking hevði givið fjølmiðlunum møguleika at seta fokus á rætta trupul­ leikan, so at vit ikki bara viðgera einstøk mál og tann yvirflatiska trupulleikan, men kunnu fáa eyguni upp fyri teim undirliggjandi orsøkunum, staðfestir hon. Tá kjakið bara viðger einstøk dømi, kunnu mynd­ ugleikar ikki úttala seg, og kjakið fær tí ikki tað tyngd og trúvirði, sum tað átti, heldur Petra Johnsdóttir Joensen. Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður, er eisini sann­ førdur um, at gransking á økinum fer at broyta før­ oyska kjakið. ­ Men hetta frálíka bóka­ verk, sum nú er gjørt er eisini eitt gott íkast til at dygdarmenna tað fakliga og politiska vælferðarkjakið í Føroyum, sigur Hans Pauli Strøm. - Okkum tørvar at seta gransking í sosialmálum á breddan. Vit hava aðrar trupuleikar, aðrar skipanar og aðrar lógir innan tað sosiala enn til dømis Danmark, og avleiðingarnar av hesum skipanum og lógum eiga at verða kannaðar, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni Onki val í ótíð Gunn avloysir Magna í Búskaparáðnum Gunn Danielsen, cand. polit., er vald í Búskaparráðið í staðin fyri landsstýrismannin í fíggjarmálum, Magna Laksáfoss, sum fór úr Búskaparráðnum, tá ið hann gjørdist landsstýrismaður í figgjarmálum. Hon skal sita í ráðnum fram til 31. desember 2008, tá ið allir limirnir standa fyri vali. Manningin í Búskaparráðnum er nú Jørn Astrup Hansen, formaður, Kaj Johannesen og Gunn Danielsen, sum eru vald sambært grein 2a og harvið eru formansskapurin, og Rúna Hjelm, Zvonko Mrdalo, Elisabeth Eldevig Olsen og Durita Tausen. Sambært grein 3 í lógini um búskaparráð skal ráðið minst eina ferð árliga greiða úr hondum frágreiðing um búskaparligu gongdina í Føroyum. Seinasta frágreiðingin varð kunngjørd í desember 2006. Stoypa gólvini umaftur Fyrstu gólvini í samanbygdu húsunum á Heiðum verða nú stoypt umaftur. Tað er byggifelagið Articon, sum ger arbeiðið. Herfyri kom fram, at undirlagið undir ætlaðu samanbygdu húsunum á Heiðum við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík ikki var nóg væl gjørt. Gjørt varð av, at øll gólvini skuldu takast uppaftur, og undirlagið gerast av nýggjum. Byggifelagið Articon hevði gjørt arbeiðið, og gjørt varð av, at felagið skuldi gera arbeiðið av nýggjum fyri egna rokning. Hvørt einstakt hús skal so góðkennast, áðrenn farast kann undir sjálvan byggingina. Mánadagin vóru menn frá Articon í ferð við at stoypa fyrstu gólvini av nýggjum. Alt arbeiðið skal vera liðugt í næstu viku. Fyribils er málið um eitt valdømi parkerað í rættarnevndini. Hetta gevur løgmanni og samgonguni ein skáa upp á minst ein mánaða og helst longri Savnsmynd