mikudagur 5. september 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 171 - 5. september 2007
11
Nær verða Føroyar nóg
stórar til at rúma ungum
fólki við serligum
trupuleikum?
Hvør kennir ikki eitt
ungt menniskja, sum er
flutt av landinum, tí tað
hevur onkran serligan
trupulleika, og tískil ikki
passar inn í føroyska
samfelagið?
- Talan kann verða um
viðfødd brek og skerdan
førleika av ymiskum slag.
- Talan kann verða um
sálarligar trupulleikar.
- Talan kann verða um
rúsevnamisnýtslu av
ymiskum slag.
- Talan kann verða um
turpulleikar vegna kynsliga
sannføring.
- Talan kann verða um
so nógv annað.
Vit tosa um tunnlar og
vegir, um fiskidagar og
vaksandi fyrisiting, men eg
hoyri ikki dagliga
samskifti um okkara ungu
sum hava tað trupult.
Familjulagnur
Eg veit um nógvar familj-
ur, sum hýsa trupulleikum,
sum eingin kann ímynda
sær. Familjur sum liva eina
tilveru, sum eingin kann
seta seg inn í. Eina skerda
tilveru við ótta og einsemi,
tí eingin skilir tey tá tey
rópa um hjálp.
Í londunum kring okkum
byggir man stovnar og
setir tiltøk í verk fyri ein-
taka borgaran sum hevur
serligan tørv. Í Føroyum
fjala vit trupulleikan inni í
einari kjallaraíbúð ella í
einum kamari og tosa ikki
um tað, tí vit halda tað er
skomm, og vit halda, at vit
er kraddut um vit biðja um
serliga hjálp til júst okkara
barn/unga menniskja.
Hatta er jú títt barn!!!
Sami rættur til øll!
Men eru vit ikki øll borg-
arar í hesum skjótt fremsta
landi í heiminum?
Hava okkara ungu við
skerdum førleika ella lemj-
andi trupulleikum ikki
sama rætt sum allir aðrir
borgarar?
Rættin til eitt virðiligt lív
í Føroyum.
Rættin til viðgerð.
Rættin til eitt heim har
tey eru trygg.
Rættin til eitt virkið lív.
Tað er fyri mær, sum vit
ræðast, tá vit síggja mamm-
ur og ommur gráta. Vit vita
ikki, hvat vit skulu siga við
tær, tí her eru eingir møgu-
leikar at peika á. Vit troy-
sta tær við at siga at: “tú
mást bara royna at vera
sterk”, ella: “tú mást royna
at senda títt barn /unga
menniskja av landinum”.
Føroyar, eitt land fyri øll
- nú!
Eg haldi tað er upp á tíð-
ina, at vit byggja brýr yvur
um teir mórubotnar, sum
vit eyðsæð ikki klára at
ganga ígjøgum longur. Lat
okkum vísa føroyska ung-
dóminum og teirra familj-
um so stóra virðing, at vit
gera alt fyri at tey kunnu
verða verandi í Føroyum.
Hvør veit hvørji talentir
hesi ungu rúma, sum
kundu ríkað Føroyar, um
vit góvu teimum møgu-
leikan til tess.
Politiski myndugleikin
hevur ábyrgd av at føra ein
forsvarligan sosialpolitikk
og ongantíð betur um tit
byrja nú.
Nær vera Føroyar eitt land fyri øll?
Maud Wang
Hansen
Tíðindi á middegi í dag:
Mr. Laksafoss Himself,
sigur at ikki eitt oyra
verður játtað á fíggjar-
lógini til Sandoyartunnilin.
Hattar var tað hugsaði
eg.
Álvaratos, hvat billa
okkara polittikarar sær
inn? Soleiðis kann man
ikki manipulera við einari
heilari oyggj í eitt heilt
valskeið. Vit hava ikki
hoyrt um annað enn at
Undirsjóartunnilin verður
veruleiki. Byrjast skal í
2008, og øll í oynni hava
lagað seg eftir tí, og glett
seg til at kunna koma
skjótt og trygd til arbeiðis,
altíð at hava atgongdi til
eitt sjúkrahús, og til allar
menniskjaligar facilitetir,
júst sum onnur í Føroyum
anno 2007.
Her hava ørgrynna av
fólki keypt grundstykki,
við tí fyri eyga, at varð-
veita arbeisplássið í Havn-
ini (tað er jú har øll arbeiðs-
plássini eru), men tað
byrjar at síggja svart út.
Hvat gera vit so?? Jú vit
eru fleiri, ið byrja at stinga
í sekkin.
Vit eru hildin fyri ”turra
spott”.
Tað eru fleiri, ið ikki
orka at spilla 5 tímar
dagliga í ferðing og bíðing,
bert fyri at sleppa til
arbeiðis. Vit eru útbrend,
samstundis sum vit síggja,
at um man býr aðrastaðni,
ja so er alt nógv, nógv
lættari. Allir hentleikar og
faciliterir eru sera atkomu-
ligir, tú setir teg bert í ein
bil, júst tá tú vilt, ja so ert
tú í Havnini. (Ein má jú til
Havnar, tí har er alt).
Vit føla at vit eru hildin
fyri ”turra spott”, av land-
sins hægstu, og tað er sera
ræðandi, at eitt sokallað
”framkomið samfelag”
heldur eina heila oyggj fyri
gjøldur í eitt heilt valskeið.
Eg sigi fyri meg, eg havi
mist alt fyri Føroyum, at
verða hildin soleiðis til
rukku. Eg fari í skrivandi
løtu ikki á val aftur, tí alt
tykist so meiningleyst og
líkamikið. Tað ger akkurát
tað sama, hvat vit í Sand-
oynni velja, vit eru so smá,
at vit altíð verða reyvin av
samfelagnum. Eingin,
solidaritetur tykist hómast
frá hinum í Føroyum. Tey
hava fingið sítt, so skít við
restini…
Vit í Sandoynni gjalda jú
eisini okkara part av t.d.
Suðuroyar sjúkrahúsi,
Studenta- og HF-skúlanum
í Suðri, av Klaksvíkar
sjúkrahúsi, Studenta-
skúlanum á Kambsdali, o.
s.v., men tá talan var at
onnur møguliga skuldu
gjalda nakað av tunlinum
til Sandoynna, nei tá var
alt á gosi… Vit hava gold-
ið til hini, uttan himpr í
langa tíð, hví leika tey so
í??? Harumframt hava vit í
áravís góðtikið at skula á
”sightseeing” út í Hest á
veg til arbeiðis, sjálvandi,
tey í Hesti skulu jú eisini
liva, hettar er okkara
hugsunnarháttur.
Føroyar eru blivnar eitt
hart land at búgva í, eitt
land har bert verður
hugsað um pengar. Sera,
sera synd. Kanska royna
vit í so nógv at líkjast
Íslandi ella USA. Í mínari
verð hava mannalagnur og
mannavirði meira at siga
enn ”mammon”. Tað góða
gamla er við at fara, og tað
er óføroyskt. Vit eru so
smá, og vit royna at sýna
okkum størri enn vit eru,
og tað kostar hjá teimum
smáu. Tað tykir mær
tíðum, sum landið er blivið
ein forrætning, ið bert skal
”placera” sínar pengar, har
møgulleiki er fyri vinningi,
og tað kann ikki vera rætt..
Við okkara annars frálíka
løgmanni á odda, eru ognir-
nar seldar ríkmonnum fyir
lítið og lætt, sum løgmaður
fyrr plagdi at taka til:
”Arvasyllið” er farið. Og
um vit í Sandoynni ikki nú
fáa okkara part, ja so verð-
ur tað ongantíð. Landið
hevur haft útsalg, og
nærum alt er farið.., Vit
standa á gáttini til at verða
eitt valdømi, so vit eru
faktiskt deyðadømd, uttan
ein tunnil.. So rátt kann tað
sigast…
Hægsta skattaprosent í
landinum
Hóast vit slett ongar, ja
yvirhøvir slett ongar faci-
litetir hava, ja so mugu vit
gjalda meira enn onnur í
hesum landi í skatti. Tað er
uttan iva dýrast í verðini at
búgva í Sandoynni. Bygdir-
nar Sand og Skopun hava
hægsta skattaprosent í
landinum. Og hvat fáa vit
so fyri at gjalda 1-2000 kr.
meira enn t.d.
Havnarborgarar í skatti um
mðr. Av somu løn?
Vit hava nærum null
almenn arbeiðspláss. Ikki
eina ítróttarhøll í oynni,
her er snøkt sagt einki.
Ikki ein einasta hægri
skúla, ongan ordiligan
svimjihyl, men vit hava
eina ørgrynnu av ellisheim-
um. Sera nógv sigandi fyri
okkara oyggj. Tað sigur
alt.. Okkara ungdómar
hava einki at takast til
uttan fótbólt, uttandura í
øllum veðri. Okkara børn
verða forsømd, tí foreldur
mugu vegna arbeiði í Havn-
ini vera burtur frá sínum
børnum frá klokkan 6 á
morgni til klokkan 19.00 á
kvøldi. Sera langir dagar.
Vit mangla lærarar, tí
eingin vil koma suður á
útoyggj at undirvísa. Hett-
ar er jú Føroya stórsta
útoyggj. Úrslitið verður at
okkara børn verða
”býttari” enn hini í landi-
num. Feskasta dømi er 5
flokkur á Sandi, ið heldur
til í einum gomlum
posthúsi.. Verri støða, enn
tá skúlin var bygdur í 18
hundrað og grønnkál. Her
skal viðmerkjast, at eg
einki vil taka frá okkara
frálíku læraum, ið royna,
tað er ikki teirra skuld.
Eisini flyta tey lesandi av
oynni sum 15 – 16 ára
gomul norð til Havnar at
ganga í skúla, vit foreldur
mugu gjalda innivist og
kost í dýra dómar. Vit
síggja tey alloftast ongan-
tíð aftur. Her er einki at
koma aftur til.. Úrslitið:
tey ið nema sær kunnleika,
flyta burtur, meðan nøkur
óútbúgvin ið velja at
arbeiða í fiski, verða eftir
her. .. Ræðandi…
”Vassaðu í lorti” umborð
á Ternuni
Hvussu lítið verd vit í
Sandoynni eru, sást tíðiliga
mánadagin, tá vit máttu
nærum ” vassa í lorti
”umborð á Ternuni. Tað er
fantastiskt, at bjóða okkum
tílíkt. Vit skuldu til arbeið-
is, og sjálvandi sigldi Tern-
an, tí Teistin er í ólagi um-
leið helmingina av árinum.
Jú vit máttu nærum vassa í
lorti umborð, tí eitt kloakk-
rør var brotið.. Og hvat
hendir, jú teir mugu taka
Ternuna úr sigling og
Teistin siglir aftur, neyvan
liðugtgjørdur. Mær er for-
talt at hesuferð var tað
neyðútgerðin, ið var í
ólagi. Allar teldurnar, ið
skulu siga frá, tá okkurt
álvarsligt er á vási vóru í
ólagi. Men sama ger, tað
ger einki, tað eru bara
sandingar, ið eru umborð.
Best at sleppa av við teir.
Líka sum Dimmlætting
segði um tingmann okkara:
Betri fyri javnaðarflokkin
um Gerhard ikki var. Ja,
best hevði verið at fingið
Sandoynna bumbaða av
føroyakortinum.. Soleiðis
føla vit okkum viðfarin her
suðuri. Vit merkja tíðiliga,
at vit eru nógv minni verd
enn onnur í Føroyum. Ja,
vit hava fatað boðskapin,
men stutligt hevði verið at
kannað, hvussu nógva tíð
Teistin hevur siglt, og
hvussu nógva tíð hann
hevur verið í ólagi, síðan
hann kom…
Vit eru tolnasta fólkaslag
í heiminum, vit plaga ikki
at grenja um nakað. Eg eri
øvundsjúk inn á suðringar,
ið fer eftir ferð tora at gera
vart við misnøgd sína, og
hygga teir nú. Teir hava
eisini alt: Sjúkrahús,
Miðnámsskúlar, sera flottar
skúlar, ítróttarhallir, og
almenn arbeiðsplássir, so
tað forslær. Luksus-linara
sum fergu, jú har er einki
at fílast á.
Hugsið tykkum tankan
um Ternan ein ”sjønnan
morgun” mátti sigla fyri
Smyril, vegna ólag..
Hvussu høvdu teir
reagerað??
Men misskilji meg
endiliga ikki, eg unni
teimum alt teir hava fingið,
og eg unni eisini norð-
ingum og vágamonnum
hjartaliga teirra undir-
sjóartunnil. Eisini
Eysturoyggin fær mítt
vælsignilsi til betri
samband. Men eg kann
ikki ”brúka” tað til nakað,
tí sum tað sær út, so unnar
eingin okkum nakað…
Laksáfoss, okkara
mønustingur
Laksáfoss bleiv okkara
svartasti polittikari, ja hann
bleiv endin á Sandoynni..
Til seinast ein innilig áheit-
an á øll fólk í Sandoynni:
Lat okkum ikki góðtaka, at
verða viðfarin sum reyvin
av samfelagnum:
Komið og standið sam-
an, og krevji okkara rætt.
Vit eiga at hava somu
rættindi sum onnur fólk á
hesum klettum.
Okkara óskildigu børn
skulu hava somu rættindi
sum onnur børn í Føroym..
Vit eiga ikki at góðtaka,
at hava nógv lægri inn-
tøkur enn onnur í Føroyum
Okkara sjúku eiga at
hava skjótt og trygt til
sjúkrahús.
Okkara børn eiga at hava
líka góðar útbúgvingar-
møgulleikar sum hini.
Okkara børn eiga at
sleppa til heilsugóðar
ítróttarhallir.
Vit skulu ikki gjalda
hægsta skatt í landinum
fyri slett einki.
Okkara oyggj hevur
einki fingið í fleiri
valskeið.
Einki er nýtt til vega-
gerð, berghol og annað í
Sandoynni..
Vit góðtaka ikki at vit
gerast býttari og býttari, og
eldri og eldri….
Vit góðtaka ikki
Laksafoss…
Hattar er ov bíligt…’
Vit skulu hava
Undirsjóartunnilin, nú….
Grát mín elskaða
oyggj….
Vit hava einki fingið í av
Føroya-køkuni í
”Upphitingar-tíðini”.
Um Sandoyartunnilin
ikki eisini kemur undir
bleyt virðir, ja so veit eg
einki…
TAÐ ER SLETT
EINGIN UPPHITING Í
SANDOYNNI.
Um vit skulu bíða til tað
verður kaldari, ja tá verður
so kalt á Sandoynni, at hon
er farin ”nedenom og
hjem”. Eingin pulsur at
føla. Tá mugu byggjast enn
fleiri ellisheim í oynni.
Og dansurin gongur
víðari norðanfyri…
Hattar var mønustingurin fyri Sandoynna
210 Sandur
Mary Koytu
Petersen
viðmerkingar