Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 171 - 5. september 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tann 30. august andaðist Tolina Høj­ gaard í Vestmanna. Hon er ein av mínum gomlu vinum frá tíðini í Fiskimannafelagnum. Hon var nevn­ liga gift við Andreas Højgaard, sum var stjórnarlimur og næstformaður í FF í mong ár. Eg og Dia vóru sera væl til hansara seinasta dag, og tað sama gjørdist við Tolinu. Vit høvdu nokk so javnan samband hvørt við annað. Dia var ein persónligheit og tað var Tolina eisini. Hon hevði eins og Dia eitt lætt lyndi, og tí var tað altíð ein fragd at vera saman við henni og at práta við hana. Hetta skapti teimum, og eisini henni, nógvar vinir. Trúføst vóru tey eisini. Tey høvdu lætt við at koma í samband við fólk. Hetta samband varð eisini hildið við líka. Eina ferð var Dia á einum norðurlendskum fiskivinnufundi. Har kom hann at hitta ein svenskan ríkisdagsmann og kona hansara. Tey høvdu brævaskifti alla Diasa tíð, og tá ið Dia doyði, helt Tolina áfram við at skriva. Tað sama var við øðrum, sum til dømis norðmonnum, sum komu til Føroyar undir krígnum. Tá ið tey gomlu doyðu helt sambandið fram við teirra børn. Pápi Tolinu var Jóhan Tobias Mikkelsen, vanliga nevndur Tobias. Hann var føddur 20. september 1879 og doyði 17 januar 1922, bert 42 ára gamal. Hann doyði av meslingum, áðrenn Tolina var fødd. Mamman var Olina Mikelsen, van­ liga nevnd Lina. Hon var fødd 31. maj 1892 og doyði 7. mars 1960. Tolina varð tískil uppkallað eftir báðum foreldrunum. Systkini vóru Jóannes, Jógvan og Gretha. Tolina hevði eisini eitt heitt samband við síni systkin og teirra børn. Tolina fekk nú ikki nakran blíða byrjan í lívinum. At missa pápan hevur ikki verið lætt í 1922, tá var jú nærum eingin almenn forsorg. Men mamman stríddi seg undan. Hon fór at hjálpa til hjá einum bónda fyri at vinna til lívsins uppihald, og her máttu børnini, og eisini Tolina, hjálpa til. Hetta hevur lagt grund fyri teirri samfelagsskoðan, sum eisini Dia var ein partur av, nevniliga at vera í parti við tí minna menta. Í so máta vóru tey ikki bangin fyri at siga sína meining. Seinni fór Tolina at arbeiða í fiski hjá Funnings Pól. Hon fór eisini eitt skifti til Havnar at tæna. Tá kom hon at hitta Dia, sum var úr Rituvík, og sum gekk á skiparaskúla. Tey vóru forlovað heili sjey ár, áðrenn tey gift­ ust, og var hetta ikki óvanligt fyrr. Tey fingu tvey børn, Tove og Hans. Dia var fiskimaður, so Tolina gjørdist fiskimannakona við allari teirri ábyrgd, sum hetta merkti fyri húsi og familju. Tað var skilligt, at tey høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Hjá Dia var alt Tolina, og tað sama var hin vegin hjá Tolinu. Dia var eisini skipari, og hann sigldi eisini undir krígnum. Seinni gørdist hann vrakari og arbeiddi á flakavirkinum so leingi hann kundi. Tolina arbeiddi eisini leingi á flakavirkinum í Vestmanna. Trúfesti var sum sagt eitt eyðkenni fyri Tolini. Hon var eisini trúføst á tí kirkjuliga økinum, soleiðis sum prestur tók til í kirkjuni. Hon vaskaði kirkjuna í 30 ár. Eisini var hon trúgv í missiónshúsinum og ikki minst í sjómanskvinnuringinum, har hon var ein teirra, sum skipaði fyri jóla­ pakkum til sjómenninar. Eitt virk­ semi sum mangur sjómaður hevur verið takksamur um. Tolinu og Dia fari eg at minnast tey bæði við takksemi. ó. Andlát og jarðarferðir Lisa Dam, Sandavágur, andaðist mánadagin 3. september, 85 ára gomul. Kistan fer av Ellisheiminum á Sýnini mikudagin klokkan 18 í Sandavágs kirkju. Jarðarferðin verður hósdagin klokkan 14. Virgar Frýdal, Tórshavn andaðist 3. september, 90 ára gamal. Jógvan Rasmussen, Strendur, vanliga nevndur Egga, andaðist sunnudagin 2. september á Eystur­ oyar Røktar­ & Ellisheimi, 81 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður úr Sjóvar Kirkju mikudagin kl. 14. Tey, ið ynskja at minnast Jógvan við blómun ella kransi, kunnu lata eina peningagávu til Kelduna í Skálafirði. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma okkara Lisa Dam fødd Jacobsen úr Sandavági andaðist 3. september, 85 ára gomul. Kistan fer úr Ellisheiminum á Sýnuni mikudagin klokkan 18 Jarðarferðin verður úr Sandavágs kirkju hósdagin 6. september klokkan 14. Familjunnar vegna Maud, Arndis, Eydna og Jónhild Til minnis um Tolinu Frá 1. september til 19. sep­ tember hevur Livar Nysted listaframsýning í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði. Talan er um eina søluframsýning við akrylmálningum. Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag, frá kl. 15.00 til kl. 17.30 og leygardag frá kl. 11.00 til 13.00. Í morgin verður framsýn­ ingin opin frá kl. 14:00 til 18:00. Livar Nysted í Gallarí Ribarhús Bilasíðurnar, sum eru í blaðnum hvønn mikudag, eru hesaferð fluttar til í morgin hósdagin 6. sep­ tember. red. Lancia 100 ár Ford Verve Concept Dagurin 6. september. Magnus, deyður umleið ár 750. Sankta Magnus var einbúgvi, sum saman við fleiri øðrum einbúgvum í langa tíð helt til við Bodenvatnið á markinum millum Týskland og Sveis. Seinni fór hann sum trúboðari til Bayern, har hann læt byggja eitt kleystur í morgin bilar