Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 - 5. september 2007 13 nøvn Móttøka Myndir: Jens Kristian Vang Mikudagin 29. august var almenn móttøka á Dómara­ skrivstovuni í Havn í sam­ bandi við, at Kinn Magnus­ sen skrivstovuleiðari, fór úr starvi. Har vóru starvsfelag­ ar, vinir og familja. Henrik Møller, sorinskrivari, helt eisini eina talu í sambandi við hennara seinasta starvs­ dag. Kinn arbeiddi næstan 35 ár á Dómaraskrivstovuni. Hon byrjaði í 1963 sum avloysari, og fyrst í 70­ unum varð hon sett í fast starv. Dómarin er fastur formaður í ymiskum ráðum sum t.d. Vanlukkutrygginga rráðnum, og tey fyrstu árini var arbeiði hjá Kinn fyri tað mesta í hesum sambandi. Hon hevur arbeitt undir fleiri ymiskum dómarum. Tann fyrsti var E.A. Bjørk, Oppermann, Joen H. Andreasen, Jørgen B. Petersen, Majken Johansen og Jens Schultz­ Hansen. Í dag eru tveir dómarar: Henrik Møller og Niels Toft­Vandborg. Seinnu árini var Kinn leiðari á Dómaraskrivstov­ uni, har eini 25 fólk eru í starvi. Kinn er gift Bjarna Magnussen, maskinmeist­ ara, úr Kvívík. Tey eiga børnini: Suni, Tummas, Bjarni og Marjun, sum øll búgva í høvuðsstaðnum. Barnabørnini eru 11 í tali. Hóast Kinn er givin við sínum vanliga arbeiði, sigur hon, at hon hevur fleiri frítíðarítriv og nokk at takast við. mg Seinasti starvsdagur hjá Kinn Kinn Magnussen og Henrik Møller, dómari, sum helt eina talu fyri henni undir móttøkuni Hjúnini Bjarni og Kinn Magnussen Familjan var eisini við til móttøkuna. Uttast til høgru synirnir Tummas og Suni Fyrrverandi dómarin Joen H. Andreasen var eisini við til móttøkuna Nógv fólk stukku inn á gólvið Starvsfelagar og familja