Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 171 - 5. september 2007 Ov langt í einum Tað er at leypa ov langt, at gera allar Føroyar til eitt valdømi. Tað er meiri hóskandi at gera Føroyar til trý ella fýra valdømi TrappuTing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Stundin er kanska komin til at broyta valskipanina. Men at gera Føroyar til eitt valdømi, er at leypa ov langt. Tað var eitt sjónarmið á Trapputinginum mána­ kvøldið. Ført varð fram, at tað var kanska meiri hósk­ andi at gera Føroyar til eini trý, ella fýra val­ dømi. ­ Tað hevði gjørt, at veljarin fekk eitt størri útboð at velja ímillum og fleiri flokkar høvdu fingið umboð í teimum ymsu valdømunum. Eitt sjónarmið er eis­ ini, at vit eiga at fara aftur til gomlu skipanina, har stillað varð upp í nummarrøð, har flokkar­ nir gera av, hvørji val­ evni, teir vilja hava á ting. ­ Tað fer at gera tað áhugaverdari at vera virkin í politiskum arbeiði. Men so kundi flokkarnir eisini fingið betri javnvág ímillum kynini við at stilla eina kvinnu upp sum nummar eitt, ein mann sum numm­ ar tvey, ella øvugt. Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, sigur, at tað skínur ígjøgnum, at ein orsøk til at gera Før­ oyar til eitt valdømi, er fyri at forða fólkið úti um landið at velja síni egnu umboð á løgting og tað hóvaði honum als ikki TrappuTing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Eg haldi at tað er skeivt at gera lokalpolitikk til tað stóra trøllið í føroyskum politikki. Tað førdi Jógvan Mørk­ øre, samfelagsfrøðingur, fram á Trapputingi í Miðla­ húsinum mánakvøldið. Hann segði, at tað skínur ígjøgnum hjá teimum, sum vilja hava alt landið til eitt valdømi, tað er at summir av løgtingslimunum úti um landið verða afturvaldir. ­ Tey, sum vilja hava Før­ oyar til eitt valdømi, vilja ikki bara hava rætt at velja síni egnu umboð á løgting. Tey vilja eisini forða fyri, at tey fólkið kring landið skulu sleppa at velja síni umboð á ting. ­ Onkusvegna tykir mær sum um at vit eru endað í einum samanbresti ímillum ymsar mentanir og at tað eru summi, sum vilja forða ósiviliseraðum, bygdarfrell­ um at velja Marjus Dam og Gerhard Lognberg á Løg­ ting, sum bara tosa um Ginusøgur og tunlar. Samfelagsfrøðingurin duldi ikki fyri, at hesin hug­ burðurin hóvaði honum als ikki, tí hetta er at gera seg inna grundleggjandi virði í fólkaræðinum, sama hvat vit annars halda um sjónar­ miðini hjá ávísum politik­ arum. Hann segði, at rakstrar­ rópini nú til frama fyri ein­ um valdømi, minna um rakstrarrópini sum vóru, tá ið stýrisskipanin varð broytt. ­ Tá varð ført fram, at fáa vit landsstýrisfólk, sum sjálvi hava ábyrgd fyri sínum málsøkjum, fara vit at fáa politikarar, sum vísa størri ábyrgd. Men so spurdi hann um nakar kundi siga, at politik­ arar nú, vísa størri ábyrgd, enn teir gjørdu fyrr. Samstundis hevði tað stóran týdning, at miðfyri­ sitingin varð styrkt. ­ Men hetta hevur ført við sær, at stór ójavnvág er ímillum lóggevandi valdið og útinnandi valdið, tí nú er tað at kalla bara fyrisitingin, sum ger lógaruppskot, með­ an lóggevandi valdið er viknað og tað sær út til, at hendan gongdin skal styrkj­ ast. Jógvan Mørkøre vildi ikki illgita politikarar. ­ Men verður hetta upp­ skotið samtykt, er hann púra vósur í, at tað verður hetta, sum fer at standa í søgubókunum, at løgtingið broytti vallógina fyri at gagna politikarum, sum nú sita og fyri at tryggja summ­ um av teimum afturval. ­ Nettupp av teirri orsøk, eiga vit at sláa kalt vatn í blóðið. Vilja vit, at Føroyar skulu vera eitt valdømi, eiga vit ikki at gera tað óðum verkum, men vit eiga at lata málið taka tað tí, sum krevst og at gera tað við skili, útfrá teimum røttu fortreytunum. Jógvan Mørkøre sigur, at trupulleikin er, at flokkarnir eru skeivt umboðaðir á tingi eftir atkvøðutalinum. Men tað kann broytast í eini handavending við tveimum reglum í vallógini, so at vit fara yvir til ein útrokningarhátt, sum rættar hendan skeivleikan, legði hann afturat. Tað stóra trøllið Ein høvuðsorsøk til, at summi vilja hava Føroyar til eitt valdømi, er at sleppa undan lokalpolitikki, ella ávísum seráhugamálum. Men hví eru summi ser­ áhugamál verri enn onnur, spurdi hann og hann skilir ikki, hví tað seráhugamálið, sum eitur lokalpolitikkur skal vera tað stóra trøllið í føroyskum politikki Hann nevndi, at hann hevði verið í løgtinginum ein dagin og har sat ein røð monnum og ansaðu eftir, hvussu tingmenn atkvøddu í málinum um fiskidagar. ­ Tað eru so mong ser­ áhugamál á ymsum økjum, sum verða røkt, men ongin tosar um seráhugamál, tá ið talan er um fiskivinnumál ella skattamál og ongin tosar um, hvussu nógv, tað hevur kostað samfelagnum. ­ Tað eru enntá nógvir flokkar, sum eru stovnaðir at røkja seráhugamál og eg havi ongantíð skilt, hví summi seráhugamál eru verri enn onnur, segði Jógvan Mørkøre. Verða Føroyar eitt valdømi, ivast samfelagsfrøðingur ikki í, at valluttøkan fer at minka munandi TrappuTing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Verða Føroyar eitt val­ dømi, fer valluttøkan at minka eini 10% ­ 15%. Tað ivast Jógvan Mørk­ øre, samfelagsfrøðingur, ikki eina løtu í. Á Trapputinginum í Miðlahúsinum mánakvøld­ ið, varð ført fram, at val­ luttøkan er ein hornasteinur í fólkaræðinum og tí varð spurt um nøkur meting var um, hvussu tað fer at ávirka valluttøkuna at Føroyar verða gjørdar til eitt val­ dømi. Jógvan Mørkøre staðfesti, at valluttøkan í Føroyum er rættiliga høg. Men verða Føroyar eitt valdømi, ivast hann ikki í, at valluttøkan fer at minka munandi. Sjálvur skeyt hann upp á, at valluttøkan fer at minka eini 10%­15%. Hann heldur kanska ikki, at hetta fer at henda beinanvegin, men um eini trý val, fer valluttøkan at verða munandi minni. Hann heldur, at orsøkin til, at vit hava so høga val­ luttøku í Føroyum, er júst tann, at áhugin fyri politikki er so stórur í hvørjum króki í landinum og tað kemst eina mest av, at vit hava valdømi, har tað verður mobiliserað og arbeitt við politikki kring alt landið. Eitt uppskot varð at luta tinglimirnar kring landið eftir atkvøðutalinum, tí tað fer at trýsta fólk at vera við í valinum, tí sita tey heima, er vandin fyri, at valdømi missir ein tinglim til okkurt annað valdømi, har vallut­ tøkan er størri. Missa áhugan fyri at velja Forðing fyri bygdafólk Hesir báðir vóru eisini á trapputingi mánakvøldið. Soleiðis fangaði Óli P., teir báðar Jógvan við Keldu og Michael Matras Tekning: Óli Petersen