mikudagur 5. september 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 171 - 5. september 2007
15
nøvn
Marjus Dam
»Vallógin er kjarnin í okkara fólkaræði og
tí skulu broytingar umhugsast væl og
gjøgnumarbeiðast væl. Tí er tað neyðugt,
at serfrøðingabólkar viðgera broytingar
væl og virðiliga. Eg haldi, at vit hava eina
fína skipan við fleiri valdømum og tað
hava teir eisini í flest øllum ørðrum lond
um, tí tað tryggjar teimum ymsu økjunum
umboð. Grønland er eitt ræðandi dømi um
avleiðingarnar av at gera Føroyar til eitt
valdømi, tí har verða valevni uttanfyri
Nuuk ikki vald. Og í Grønlandi vil Sel
styrekommissionen hava valdømini aftur.
Verða Føroyar eitt valdømi, verður
vónleyst at fáa nakrar útbyggingar úti um
landið, tí er økisumboðan avgerðandi fyri
einum landspolitikki«
Kristian Magnussen
»Tað er ein styrki fyri Føroyar og tað er
neyðugt fyri samanhaldið í samfelagnum,
at øll øki føla, at tey eiga lut í fólka
ræðinum. Spurningurin er eisini, hvat
tað er, sum útjaðarin hevur fingið ov nógv
av útbyggingum við Føroyum sum sjey
valdømi. Er tað undirsjóvartunlarnir,
Smyril, ella vegakervið? Spurdi hann.
Maktin liggur altíð í Havn og tað skal
nógv stríð til fyri at fáa nakað bygt út uttan
fyri Havnina og verða Føroyar eitt valdømi,
fer tað at verða hvaðna verri. Verða
Føroyar
eitt
valdømi,
verða
tað
veljarakanningar, sum verða avgerð andi
fyri politikkinum, tí tá vera tað seráhuga
málini, sum fara at stýra politikkinum. Vit
fara at fáa politikarar, sum bara fara at
røkja áhugamálini hjá sethúsaeigarum ella
øðrum seráhugamálum«
Annita á Fríðriksmørk
»At gera Føroyar til eitt valdømi kann ikki
standa einsamalt og tí er tað eitt lið í eini
størri ætlan, har kommunurnar verða
styrktar og fáa fleiri málsøki at umsita.
Men vit mugu eisini taka fulla ábyrgd av
landinum. Ein hin fremsta orsøkin til, at
eg taki undir við at gera Føroyar til eitt
valdømi, er at tað fer at styrkja kvinnu
umboðanina á Løgtingi. Á seinasta løg
tingsvali fingu kvinnurnar 23% av atkvøð
unum, men tær eru bara 9% av tinglimun
um. Tað er tí, at yvirhøvur fáa flokkarnir
eitt umboð í hvørjum og tað er oftast ein
maður, men nummar tvey er heilt ofta ein
kvinna og hennara meting er, at valdømis
skipanin er ein orsøk til hesa ójavnvágina.
Óli Breckmann
»Sum støðan er nú, er Suðurstreymoy og
Eysturoy undirumboðað á løgtingi eftir
fólkatalinum og tíverri hevur undirtøka
ongantíð verið fyri at rætta tann skeivleik
an, so at tingmannabýtið avspeglar fólka
mynstrið. Verða Føroyar eitt valdømi, fer
tað at broyta tilveruna hjá fólki úti um
landið. Verða Føroyar eitt valdømi, fer tað
at skunda undir fólkaflytingina inn ímóti
miðstaðarøkinum, tí lokalpolitiska ávirk
anin fer at minka og spurningurin er, um
vit vilja tað. Vit vita, at meirilutin í løg
tinginum tekur undir við uppskotinum um
at gera Føroyar til eitt valdømi, men verður
tað samtykt, sum tað er, og løgmaður úts
krivar val, verður ruðuleiki í løgtinginum.
Heldur semjan, verður Føroyar ikki eitt
valdømi, tí so verður val útskrivað, men
heldur hon, verða Føroyar eitt valdømi,
men ikki fyrrenn frá næsta løgtingsvali«
Jógvan við Keldu
»Tað er umráðandi at vit fáa nøkur sterk
øki kring um í landinum. Í Føroyum er fer
alt virksemi umvegis Havnina, men enda
málið má verða at leggja virksemið í sterk
øki kring alt landið og tí eru tað fá land, ið
hava so stóran tørv á fleiri valdømum.
Eftir lokna útbúgving koma fólk aftur til
økini, har tey fáa arbeiði og tað er oftast í
miðstaðarøkinum. Alt hetta førir við sær
at kostnaðartrýstið á miðstaðarøkinum
økist. Tað er næstan ein natúrlóg, at verða
Føroyar eitt valdømi, vera fleiri og fleiri
politikarar úr høvuðsstaðnum. Tað er
burtur úr vón og viti, at løgtingsformaðurin
leggur hetta uppskotið fram á ting, so stutt
frammanundan vali, tí vit mugu skipað
landið í nøkur sterk øki, áðrenn valskipanin
verður broytt«
Hesir báðir eru ikki heilt samdir, Kristian Magnussen (vm) vil varðveita valdømnini, Óli
Breckmann dregur á hitt borðið
Tekning: Óli Petersen
Her hevur Óli P við sínum spiska blýanti fangað teir báðar serfrøðingarnar á trapputinginum, Jógvan Mørkøre (vm) og Halgir Winther Poulsen
Tekning: Óli Petersen