Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 171 - 5. september 2007 Arbeitt verður við fullari ferð, soleiðis at limirnir hjá suðuroyarfeløgunum kunnu taka støðu til møguliga samanlegging um mánaðarskiftið komandi Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á seinasta aðalfundi feldu limirnir í TB eitt uppskot um møguliga samanlegging við VB/Sumba. Táverandi formaðurin í TB segði ta ferðina, at hann hevði rokn­ að við einum nei, men at uppskotið eins nógv varð lagt fram, soleiðis at verulig gongd kundi fáast á hug­ skotið um leggja feløgini saman. Og líkt er til, at tankin er mýktur nakað síðani. Seinastu tíðina hava VB/ Sumba og TB arbeitt við møguleikanum, og báðir partar tykjast avgjørt sinn­ aðir at fara í samstarv. Jóan Petur Olgarsson, formaður í TB, vil tó ikki gera ítøkiligar viðmerkingar til prátið um samanlegging. ­ Vit hava arbeitt í eina tíð við málinum, og samráð­ ingarnar millum nevndinar í felagnum hava gingið heilt væl. Enn vil eg tó ikki tosa ítøkiligt um hetta, tí tað verða fyrst og fremst limirnir, sum skulu taka avgerð um málið. Tí er setn­ ingurin her og nú at gera eitt uppskot til sáttmála um samanlegging, og vit miðja eftir, at hetta verður klárt at leggja fyri ein eykaaðalfund um mánaðarskiftið. Við Dimmalætting í gjár segði Bjarni Johansen, for­ maðurí VB/Sumba, at hann er rættiliga vísur í, at ætlanin gerst veruleiki. Samanlegging fyri eykaaðalfund Á Tvøroyri søgdu tey í vár nei til samanlegging. Nú tykist støðan tó vera mýkt meira, og væntandi kemur ítøkiligt uppskot um samanlegging fyri eykaaðalfund um stutta tíð Undan seinnu hálvfinaluni er tað púra opið, um mótstøðuliðið hjá NSÍ í FM unglingafinaluni fer at verða HB ella B36 Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Lítil ivi tykist vera um, at NSÍ verður annað liðið, tá ið finalan um FM heitið í unglingadeildini í fótbólti verður spæld seinni í mánaðinum. Seinnu hálvfinalurnar verða á skránni 19. sep­ tember, sum er mikukvøldið í aðru viku. Fyrru hálv­ finalurnar vórðu avgreiddar mikukvøldið í síðstu viku. Skipanin er soleiðis, at nummar eitt og fýra í landskappingini eru í aðrari hálvfinaluni, og nummar tvey og trý eru í hinari hálvfinaluni. NSÍ vann grundspælið, B36 var næst­ best, HB var nummar trý, og B68 endaði á fjórða plássi. Tískil eru NSÍ og B68 í aðari hálvfinaluni, meðan havnarfeløgini dyst­ ast í hinari hálvfinaluni. Eftir fyrru hálvfinaluna hevur NSÍ meiri enn annað beinið í finaluni. Á heima­ vølli vann NSÍ mikukvøldið 6­2 á grannunum av Toftum. B68 legði seg longu í 8. minutti á odda við máli, sum Jónleif Højgaard skoraði, og B68 var á odda í knappan hálvan tíma. So svaraði NSÍ aftur, og heimaliðið skoraði fimm mál, áðrenn B68 aftur slapp upp í part. Formulaspæl­ ararnir hjá NSÍ áttu stóran lut í trivaliga sigrinum. Einar Hansen javnaði til 1­ 1 í 34. minutti, og fýra minuttir seinni legði Øssur Dalbúð NSÍ framum. Eftir steðgin skoraði Filip Jacobsen til 3­1 í 64. min­ utti, Jann Martin Mortensen økti til 4­1 í 76. minutti og Bogi Løkin skoraði tveir minuttir seinni til 5­1. Í 81. minutti minkaði Dion Højgaard um munin til 5­2, og tveir minuttir seinni staðfesti Klæmint A. Olsen, sum eisini er ein av teimum, ið hevur fingið møguleika at royna seg á Formula liðnum hjá NSÍ, trivaliga heimasigurin. Í Gundadali var tað tætt­ ari og harvið meiri spenn­ andi, tá ið B36 og HB spældu grannauppgerð. Tríggjar minuttir eftir steð­ gin legði Tróndur Sigurðs­ son HH framum, og leiðslan helt sær inntil í 73. minutti. Tá javnaði Rúnar í Lon Jacobsen, men B36 megn­ aði ikki at halda tørn um javnleikin serliga leingi. Tveir minuttir seinni var Tróndur Sigurðsson aftur upp á spæl, og HB vann tískil 2­1. Mikudagin 19. september verður spælt í Gundadali og á Svangaskarði. NSÍ er á veg í finaluna SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Frælsar ítróttir fyri børn Ítróttafelagið Bragdið skipar í vetur fyri frælsum ítróttum fyri børn í aldrinum 6 til 8 ár. Vant verður mikudagar kl. 18-19 í Kommunu- skúlanum, og byrjað verður mikudagin 12. september. Tilmelding fer fram í ÍSF- húsinum 10. sept. kl. 17-19. Sjá annars lýs- ing aðrastaðni í blaðnum og á heimasíðuni athletics.fo Bragdið hevur í nøkur ár havt eitt ungdóms­ tilboð; tó nakað av­ markað vegna sera ring­ ar umstøður, t.d. ongan fastan tíma fyri árið á nøkrum vølli. Men nú leikvøllir eru í eygsjón, er hetta ein roynd at fáa eitt skipað ungdóms­ arbeiði á føtur, soleiðis at Bragdabørn eru klár, tá vøllirnir eru klárir við Ringvegin. Endamálið við venj­ ingini er gjøgnum rørslu, spæl og samveru at menna børnini og geva teimum eitt gott grundarlag fyri víðari menning innan tær ávísu kappingargreinar­ nar og ítrótt í heilatikið, t.v.s. at arbeitt verður breitt við at renna, leypa og kasta. Dentur verður eisini lagdur á, at børnini ogna sær kunnleika um seg sjálvi og kroppin, at tey styrkna, blíva skjótari og gyrðin, tora betur, fáa vinir og hava tað stuttligt.