Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6. Partur Stórfingin móttøka Um meg minnist rætt, vóru allir av manningini komnir upp á bakkan umleið klokkan 10 um morgunin. Vit bíðaðu at fara til gongu, til allir vóru komnir upp. Vit vóru bæði vátir og kaldir, tí vit høvdu tá staðið úti í kulda, sjóroki og kavaroki í tíggju tímar. Bjargingarmenninir høvdu fingið ein lækna við sær. Hann gav okkum okkurt at drekka, sum vit ornaðu av. So var farið til gongu. Tað var bæði langt og tungt at ganga gjøgnum kavan og eisini upp um skarðið. Allir vóru illa fyri, so tað tók okkum umleið 12 tímar, áðrenn vit komu til Siglufjarðar um 10 tíðina á kvøldi. Móttøkan á Siglufirði var ovur­ honds stór. Har búðu eini 1000 – 1500 fólk, tað var næstan hvørt fólk farið av húsi fyri at taka ímóti okkum og síggja hesar forlistu føroyingarnar. Har komu bæði konur og menn, ið umfevndu okkum og ynsktu okkum "væl afturkomnum til lívið". Manningin fekk innivist á Hotel Siglunes. Vit vóru í Íslandi nærum eina mánaða. Tað var bert ferðasamband til Føroyar eina ferð um mánaðin, og farturin var júst farin, tá ið hetta hendi. Vit fóru við bussi til Reykjavíkar og heim við ferðamannaskipinum Dronning Alexandrine. Vit vóru tríggir beiggjar við, soleiðis var tað ofta fyrr í tíðini, at fleiri í einum húsi vóru við sama skipi. Tað hevði verið ein ræðuligur smeitur fyri húsið, um tað ikki gekk so væl sum tað gjørdi. Eina ferð vóru vit enntá fimm beiggjar við Norðstjørnuni. Aftur til skips Hendingin við Havfrúnni ræddi meg ikki frá at fara aftur til skips. Heimafturkomin fór eg við Riddaranum. Nakað av hvøkki man tó hava sitið í mær. Eg minnist, at vit høvdu fiskað á Føroya Banka og skuldu sigla heim. Tá ið vit koma upp undir Suður­ oynna, fór eg fram at hyggja, hvussu út sá. Tá vóru vit nær við Sumbiarfles, tó ikki so nær, at vandi var á ferð. Tá kendi eg somu kenslu sum við Havfrúnni. Onkur av manningini frá Havfrúnni fór kortini ikki avstað aftur til skips eftir forlissið. Blivu partur av løgtingsmáli Hetta forlissið gjørdist í 1950 partur av einum løgtingsmáli. Hetta snúði seg um tað endur­ gjald, sum fiskimenn skuldu fáa fyri klæði og ognarlutir, tá ið skip gingu burtur. Hetta er eitt øki, har tað illa bar til at geva ymiskt frá manni til mann, tí skuldi ásetast ein føst upphædd, sum tó var grundað á veruliga missin. Henda hevði verið ov lág frammanundan, tí høvdu manningarfeløgini heitt á tingið um at hækka hesa upphædd. Grundarlagið fyri hesi viðgerð í tinginum var millum annað tapið hjá manningini á Havfrúnni. Hetta var jú eitt stórt og rúmligt skip, har tað var møguleiki fyri at hava nógv klæði Tórhallur Andreassen: Aftur í bjargingarstólin! Bert seks ár eftir, at Tórhallur mundi ging­ ið burtur við Hav­ frúnni í 1949 koma teir í somu støðu við íslendska trolaranum Jón Baldvinsson. Aftur má Tórhallur í bjargingarstólin. Mill­ um hesar hendingar er hann við Columbus, har rokmaðurin Jákup Andrias Vang er skipari. Fyrst greiðir Tórhallur framhald­ andi frá bjargingini við Havfrúnni Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Her er manningin á Havfrúnni avmyndað á Siglufjørðinum. Aftasta rað frá vinstru: Ingolf Andreasen, Norðskála, Samson Poulsen, Ljósá, Poul Johannes Poulsen, Ljósá, Frederik Ejdesgaard, Eiði, Johan Petersen, Norðdepil, Peter Mc Gavin, Tórshavn, Karstin Isaksen, Tjørnuvík og Odmar Tróndheim, Leirvík Miðraðið: Óli Rasmussen, Fuglafjørð, Petur Andreassen, Eiði, Wolfang Andreassen, Norðskála, Tórhallur Andreassen, Norðskála, Jógvan Johansen, Sverri Festirstein, Eiði Fremst: Svend Christiansen, Leirvík, Elmar Ellingsgaard, Eiði, Hans Edmund Johannesen, Hvannasund, Johannes Petersen, Runavík