Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 171 • 05. september 2007 við sær. Roknað varð eitt miðaltal fyri Havfrúnna, sum var kr. 2.269 pr. mann. Hjá onkrum øðrum var talið minni og endaliga úrslitið av tingviðgerðini varð, at fyri skip á langfaraveiðu skuldu dekkarar fáa kr. 1.400 í endurgjaldi í eini slíkari støðu. Við Columbus Síðani fór eg uppá skúla til setuskipara. Tá ið eg var liðugur, fór eg sum 2. bestimaður við Columbus. Har var eg við í fleiri ár. Vit fiskaðu nógv, tað var eitt rokskip. Tað varð drivið hart, og tað var lítil svøvnur. Eg haldi at vit svóvu ikki meira enn 4-5 tímar um døgnið. Skipari var Jákup Andreas Vang, sum seinni gjørdist kendur sum skipari á Vesturhavinum Blíða, sum var tann fyrsti av teimum mongu línuskipunum, sum komu til Føroyar frá 1956 og fram í 1960-ini. Seinni gjørdist hann eisini skipari á línuskipinum Columbus. Jákup Andreas var ein forferdiligur rokari og pressari. Hann fiskaði eisini ræðuliga nógv. Hetta var eisini strævið. Tað er eitt sindur ymiskt við skiparum, hvussu teir skipaðu arbeiðið. Jákup Andrias vildi altíð hava alt fólkið uppi í senn, meðan til dømis Thorvald kundu lata ein part av manningini hava frívakt uppá skift. Vit svóvu ikki nógv við Jákup Andrias. Vit stóðu ofta uppi í 40 tímar. Soleiðis var tað við nógvum skipum tá í tíðini. Við einum slíkum skipi var gongdin tann, at vit fiskaðu við línu um várarnar í Íslandi, og so fóru vit til Grønlands. Síðan fóru vit á sild við gørnum, tá ið hendan veiðan byrjaði millum Føroyar og Ísland seinast í 40-unum. Fyrstu árini fóru vit eisini ein saltfiskatúr á heysti. Seinni fóru vit í staðin til ísfisk um veturin. Tað var ofta eitt forbankað hart lív. Columbus var ein stór slupp, tók eini 500 skippund, var eitt gott sjóskip, men annars var hon vánalig. Eg minnist eina ferð vit sigldu eftir boyu. Joppa-Tummas, sum kundi vera sera stuttligur, kemur upp úr lugarinum og sigur, at vit eru farnir forbí boyuna. So spyr Jákup Andreas, hvussu hann visti tað. Jú, hann hevði sæð hana úr koyggjuni. Har gloppaði so nógv, at hann hevði sæð hana farið aftur við borðinum. So galið var tað kortini ikki. Men tað kundi vera nóg galið fyri tað. 3000 skippund eitt summar Eitt ár fyrst í 50-unum í Grønlandi fingu vit 3.000 skippund. Hon tók 500 skippund, so vit fingu seks ferðir uppí hana. Vit landaðu mest í Føroyingahavnini. Hetta var ein øgilig rúgva av fiski. Eina ferð fóru vit suður til Skógfjørðin í Julianehåbsbuktini. Tá fingu vit upp í hana í hálvan sætta dag. Fiskurin var ikki íligin, tá ið vit fóru at landa aftur. Her var so góður friður at fiska. Meslingar gingu, og vit sóðu ikki ein grønlendskan bát. Hetta var eisini ein heilt ótrú- ligur túrur. Vit munnu hava verið einir 18 mans. Tá var eisini lítið av svøvni. So fara vit norður eftir tann síðsta túrin. Vit fingu uppí, tá ið vit høvdu roynt í einar tríggjar vikur. Vit ætla okkum so heim, tað var blivið so seint uppá árið. Tá ið vit koma í Føroyingahavnina liggur Thorvald bróður og landar við Norðstjørnuni. Ikki skuldi meira til. Nú sigur Jákup Andreas, at vit skulu landa 200 skippund. Hetta skuldi manningin so fáa at vita. Eg fari so fram í lugarið. Hetta vóru sjálvsagt ikki populer boð at geva manningini. So eg gjørdi mær púra klárt, hvat eg skuldi siga, og tá eg hevði givið boðini, leyp eg upp aftur beinanvegin úr lugarinum. Eg sigi við teir, at tit skulu gera tykkum klárar at landa 200 skippund. Tað var ein forferdilig øði, allir roknaðu jú við at fara heim. Men tað bleiv so til tað, at vit landaðu. Nú fara vit norðureftir aftur og treffa illveður og kavarok. Afturat tí gongur róðrið fyri, so vit mugu stýra suður eftir við stampun. Á dett manøvrer. Og vit høvdu einki fingið. Vit klóra okkum so suður í Føroyingahavnina aftur. Tað var ein norðmaður, sum var í smiðjuni. Skipið hevði forlorið hálvddekk. Vit máttu so brenna hetta lortið omanav fyri at sleppa framat róðrinum. Eg hjálpti norðmanninum við hesum arbeiðinum. So sigur hann, at um hann so fekk 50.000 kr. í hondina skatta- frítt, hevði hann ikki farið heim við hesum skipinum, so ringt helt hann tað vera. Vit fara so suður eftir og fóru at fiska har á leiðini. Thorvald var farin suður eftir beinanvegin. Hann fekk uppí alt fyri eitt. Vit fingu kanska eini 100 skippund, so máttu vit fara heim. Og omaná alt fingu vit illveður. Ongan heitan mat Hetta var árið, tá ið lítið og einki fekst av koli. Vit høvdu sett oljubrennara í kabússina, og tangin stóð á dekkinum. Tá ið vit koma á Kappan fáa vit ein skvamp, og tangin fer fyri borð. Nú fáa vit ikki kókað nakað. Vit koma tvørs av Íslandi, tað er framvegis ódnarveður. Tað var eisini ringur sjógvur, tí tað var so ójavnur botnur niðri á 3-400 favnum. Tað sá ikki gott út hjá okkum. Illa lak hon eisini, og afturat tí var lítið av olju eftir til maskinuna. Jákup Andrias var eisini sjúkur. So sigi eg við Jákup Andrias: ”Tað veit Gud, nú sær tað út, sum at vit mugu sigla til Íslands. Tað verður galið við olju, og so liggja vit penir.” Hann svara aftur: ”Ger sum best.” Tað var beint undan til Ísland. Vit fara so at sigla. Tá var tað sum, at hann dreygaði í ættini. Vit broyttu kós samsvarandi og sigldu so beint á Føroyar. Tá var blivið gott veður. Heldur eingin olja Tá ið vit koma á Mykinesgrunnin, nú steðgar motorurin av oljutroti. So at skrúva dekslið av tanganum og at oysa ta olju, sum var í botninum á tanganum upp við spann. Og so at stoyta hana í forbrúkstangan. Eg bleiv so undarligur í heysinum av hesum, men koyrdi høvdið út um viðhvørt fyri at fáa luft. Vit fingu uppí for- brúkstangan. Vit komu á Runavík, tá var bert ein slettur eftir av olju. Hetta var ein buldrasligur túrur, og vit høvdu ongan kókaðan bita fingið líka av Kappanum. Ein norðmaður, sum var komin til Føroyar undir krígnum, var kokkur hjá okkum. Hann kallaðist Flisnes. Tíbetur hevði ikki verið so kalt. Men eg hevði verið í kolkjallaranum og fingið skavað saman tvær spannir millum bondini. So sigi eg við kokkin: ”Kom og kóka okkum ein góðan bita”. Eg gav honum olju og tvist, so hann kundu kyka. Eg síggi, at tað er okkurt puff av og til úr roykhettini. Eg fari ein túr fram at vita, hvussu vorðið er. Nú liggur kokkurin í koyggjuni, og eg spyrji hvat feilar. ”Fanen, kan jeg koke med sten.” Tá var tað smásteinar, sum altíð eru í koli, og sum lógu eftir í kolkjallaranum, sum eg havi skaffað honum. Hetta var alt líka svart, so eg helt tað vera kol. Aftaná Havfrúnna sigldi Tórhallur nógv við Columbus við Jákup Andrias Vang sum skipara Jón Baldvinsson er farin á land, og lína er komin umborð Jákup Andreas Vang var ein rokskipari Tað var á hesi leiðini, at Havfrúgvin fór á land