Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 • 05. september 2007 MIÐvIkaN 19 Vit høvdu skrubbsaltað nakað av fiski á banjaran, sum mátti rívast um. Eg sigi við Jákup Andreas: ”Vælsignaður fá sent okkum mat umborð og eina varmafløsku”. Hetta var seint um kvøldið vit komu. Hann hevði gloymt tað, og hann ætlaði kortini at vit skuldu fara at ríva um. Men eg segði við hann, at eg nerti ongan fisk fyrr enn vit høvdu etið, og eg purri heldur ongan út til at gera tað. Men har var hann skjótur at geva mær rætt. Hetta hevði heldur ikki verið meiningin hjá honum, og so sluppu vit at eta. Mær dámdi sera væl Jákup Andreas. Hann var ein sera driftigur maður. Eg var eini seks ár við Colum­ bus. Eg var annar bestimaður, og Anker Gærdum av Strondum var fyrri bestimaður. So fór Anker at føra Silver Belle og eg bleiv fyrri bestimaður. Pól í Nólsoy, hann fór niður seinni, hann bleiv 2. bestimaður. Anker var altíð so stuttligur. Eg minnist eina ferð Jákup Andreas kom á dekkið. Hann var ræðuliga illur. Anker stóð frammanfyri meg og egndi. Hann gággar niður í ryggin á Jákup Andriasi og syngur inn í høvdið á honum: ”Det er så let at lægge kors på andre, det er så svært med korset selv at vandre.” Umborð á skipi kann tað altíð henda, at menn kunnu ilskast, men tað javnar seg oftast aftur. Aftur skipsbrot Í fimmtiárunum fóru nógvir før­ oyskir sjómenn við íslendskum skipum, tí kreppa og arbeiðsloysi var í Føroyum. Tað var ein av grundunum til, at eg saman við 12 øðrum føroyskum fiskimonnum endaði umborð á síðutrolaranum Jón Baldvinssyni úr Reykjavík. Jón Baldvinsson hevði verið í Týsklandi og avreitt. Um miðjan januar 1955 kom hann inn á Havnina eftir føroyskum fiskimonnum. Nakrir skuldu sigla við Jón Baldvinssyni, men nógvir aðrir skuldu við øðrum íslendskum skipum. Teir, sum skuldu við øðrum skipum, vórðu settir av í Reykjavík. Síðani var kósin sett upp á Halan, sum er út frá Vestfjarðunum. Henda leiðin er kend fyri sín nógva fisk, men eisini fyri at vera sera lumpislig, tá ið tað snýr seg um veður. Góður fiskiskapur avbrotin Tað var hampiligur fiskiskapur á Halanum, og veðrið var gott. Vit ísaðu fiskin, og tí vóru bara einir 30 mans við. Yvirmennirnir vóru íslendingar, og meginparturin av dekkarunum vóru teir 13 føroyingarnir. Eg minnist serliga tann eina dagin. Vit høvdu skrætt trolið illa, og høvdu tí stríðst við at sligið bagborðstrol undir. Tá vóru trolararnir ikki so væl riggaðir sum í dag. Tað var tungt og vanda­ mikið at vera dekkari við teimum gomlu síðutrolarunum. Allir vóru glaðir og spentir, tá ið trolið endiliga var aftur í botni. Mær tykti tá, at skiparin sá nokk so óróligur út. Eg skilti tað ikki rættiliga, tí veðrið var gott og fiskiskapurin góður. Vit vistu, at skiparin var ein skilamaður, sum ikki tók óráð fyri. Skiparin fór so upp á brúgvatakið at kika. Komin niður aftur á brúnna, koyrdi hann rútin niður og rópti: ”Niður á dekkið, vit skuldu hála.” Dekkararnir skiltu ikki rættiliga hví, men gjørdu sjálvandi sum skiparin segði. Tá ið trolið var komið inn, setti skiparin fulla ferð á, og kósin var beint móti landi. Vit vóru tá einar 30 fjórðingar úr landi. Trý skip fórust Vit vóru ikki meiri enn farnir at sigla, tá ið hann brendi á við ódnarveðri og kavaroki av landnyrðingi. Tað bleiv ógvuliga kalt, tí ein kuldabylgja kom fram­ við. Tá ið vit komu inn móti landi, hoyrdu vit neyðarróp frá einum enskum trolara. Ein annar enskur trolari var har nærhendis, og vit fóru at sigla móti honum. Veðrið bleiv so ringt og kalt, at báðir trolarirnir yvirísaðust, koppaðu og sukku og allir menninir doyðu. Vit komu inn á ein av Vest­ firðunum og ankraðu upp. Tá hoyrdu vit neyðarróp frá ein­ um íslendskum trolara, Egil Rauða, sum var farin á land undir Grønulíð. Har doyðu fimm av manningini, harav ein var føroyingur, Sofus Skoralíð úr Dali. Tað var frásøgn um hesa hending í FF­blaðnum í 2005, tá ið 50 ár vóru liðin. Sostatt fórust tríggir trolarar tann dagin, sum var um mánað­ arskiftið januar­februar. Jón Baldvinsson fór útaftur, tá ið veðrið batnaði. Vit fiskaðu uppí og landaðu á Reykjavík. Saltaðu fiskin Tá ið vit tá fóru avstað aftur var mars mánaður hálvur. Tann túrin skuldu vit salta fiskin. Tí vóru teir fleiri mans við, 29 íslendingar og 13 føroyingar. Skiparin frá undan­ farnu túrum hevði fingið sær frí, og tí var ein nýggjur skipari, sum kortini var ein royndur skipari. Vit sigldu út á Selvogsbankan og kastaðu, og væl av fiski var at fáa. Tað var stórur og góður toskur. Fiskiskapurin helt sær í fleiri dagar. Vit tosaðu tá um, at um fiskiskapurin helt sær, so ætlaðu vit niður at selja fiskin. Tíverri bleiv tað ikki so, tí síðst í mars minkaði fiskiskapurin niður í einki. Samstundis frættu vit frá góðum fiskiskapi uppi á Vestur­ landinum, og tí bleiv kósin sett vestureftir. Kósin sett móti landi Kósin var beint í vitan á Reykja­ nesi. Á midnátt, náttina til 31. mars, kom stýrimaðurin á brúgvavakt. Sýnið var vánaligt. Veðrið var hampiligt, hóast stór alda var í sjónum, tí illveður hevði verið beint frammanundan. Skipið sigldi við 12 míla ferð, tí menn vóru grammir eftir at koma aftur í fisk og fylla skipið. Skiparin og stýrimaðurin tos­ aðu saman um kós og klokku. Áðrenn skiparin fór í koyggjuna bað hann stýrimannin vekja seg í góðari tíð, um hann ikki sá vitan á Reykjanesi. Komnir nakað inn móti landi fór at regna og mjørkin lá heilt niður á sjógvin, so útsýnið var vánaligt. Radarin var í ólagi. Klokkan 03.00 broytti stýri­ maðurin kós, sum avtalað varð. Klokkan 03.45 fór stýrimaðurin niður at purra skiparan út, og skundaði sær upp aftur á brúnna. Skipið stoytti Ekkoloddið hevði gingið, og dýpið hevði ligið millum 54 og 55 favnar. Tá stýrimaðurin hyggur at ekkoloddinum sær hann, at tað grynti øgiliga skjótt. Hann hyggur so frameftir og sær, at tað brýtur fyri framman. Hann rendi so regulatorin fult bakk, men í somu løtu stoytti skipið. Stýrimaðurin royndi at bakka skipið av aftur, men tað munaði einki, tí tað var farið sendandi niðan gjøgnum fjøruna og stóð rimmarfast. Skjótt komu eisini boð úr maskinrúminum, at sjógv­ ur fossaði inn har. Skipið stóð sostatt langt uppi í fjøruni beint eystanfyri Reykjanes. Har er streymhart, og tí hevði streymurin óivað ávirkað kósina, uttan at stýrimaðurin ansaði tí, fyrr enn ov seint var. Skiparin sendi út neyðarkall beinan vegin, tí hann var greiður yvir, at skipið kom neyvan av aftur. Tað var ikki neyðugt at purra nakran út, tí allir, sum svóvu, vaknaðu av stoytinum, og lupu upp. Í heitari klæðir Eg búði har frammi og lá í koyggjuni, tá ið skipið stoytti. Eg roknaði við, at vit høvdu rent á "Mjølsekkin", sum er ein drangur eystanfyri Reykjanes, tí stoyturin var so harður, men so var ikki. Vit skundaðu okkum upp á dekkið, fyri at síggja, hvussu út sá. Eg fór so niður undir aftur fyri at lata meg betri í. Tá kom eisini ein íslendingur, sum búði har afturi, niður undir har frammi. Eg gav honum nøkur heit klæðir frá mær. Vit skundaðu okkum upp á dekkið og aftur á brúnna fyri at frætta, hvat skiparin ætlaði. Her er Eli Petersen farin í sama bjargingarstólin aftur Tað eydnaðist at fáa allar 42 menninar í land, áðrenn Jón Baldvinsson koppaði Tórhallur við snelluna. Aftanfyri sæst kongaskipið