mikudagur 5. september 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bjargingarbátarnir
fórust
Skiparin gav eisini beinan vegin
boð um, at seta bjargingar bát-
arnar út, hóast tað var ringt at
síggja, hvussu hetta kundi vera
nøkur bjarging, sum støðan var.
Vit gjørdu sjálvandi eftir boðu-
num frá skiparanum, og fóru í holt
við at seta bjargingarbátarnar
út. Tá kom eitt stórt brot sum
legði alt afturskipið undir.
Tíbet ur høvdu menninir varnast
tað og lupu inn á brúnna. Tá ið
mann ing in skuldi fara aftur til
bjargingarbátarnar vóru báðir
burturi.
Eg kann siga at Gud havi lov
fyri, at bjargingarbátarnir vóru
burturi! Vóru vit farnir í bátarnar
hevði óivað okkurt av stóru brotu-
num koppað ella brotið bátarnar
sundur, og allir høvdu sjólátist.
Stjóraðir í land
Tá ið skipið fyltist aftan og byrj-
aði at søkka, gav skiparin boð
um, at manningin skuldi fram á
bakkan. Vit hildu okkum í veirin
sum var spentur millum brúnna
og bakkan, og sum deksljósini
hingu í. Allir komu fram í øllum
góðum og eingin serligur fjáltur
var á monnunum. Myrkt var, tí tað
var nátt, og harafturat slóknaðu
motorarnir skjótt, tí sjógvur kom í
maskinrúmið.
Vit síggja tá, at skipið stendur
heilt uppi í fjøruni við gronini
langt burtur úr sjónum. Vit høvdu
eina byrsu umborð, sum kundi
skjóta eina bjargingarlínu upp á
land. Tá ið bjargingarfelagið úr
Grindavík, sum var nærmasta
bygd, kom á staðið klokkan 07.00,
skutu teir línuna upp á bakkan,
og stjóringin av monnunum kundi
byrja. Bjargingarútgerðin var
góð, og bjargingin gekk væl, tí
kl. 09.45 vóru allir 42 menninir
komnir upp á bakkan í øllum
góðum. Tá ið vit komu uppá
bakkan, stóð "gamli" skiparin
fyri okkum. Hann hevði frætt
um neyðarkallið og hevði koyrt
beinan vegin úr Reykjavík og út á
Reykjanes.
Úti á Reykjanesi var bara eitt-
ans hús, og har búði fýrpass arin.
Hann var blíður og bjóðaði ein
heitan drekkamunn, hóast húsið
var fult av monnum.
Sama stað sum Anna
Fýrpassarin segði tá frá eini
hend ing, tá ið hann var smá drong-
ur. Hann og pápin, sum eisini
var fýrpassari, vóru farnir ein
gongutúr gjøgnum fjøruna, har
sum Jón Baldvinsson nú stóð.
Tá gingu teir seg fram á salt fisk.
Tá segði pápin, at her er óivað
eitt føroyskt skip farið á land.
Tá ið teir løtu seinni gingu seg
fram á lík, fór pápin heim við
honum. Hetta gloymdi hann ikki.
Pápin boðaði so myndugleikunum
frá og fekk so hjálp til at taka
fleiri lík upp úr fjøruni. Tað vísti
seg seinni, at menninir vóru av
sluppini Annu, av Toftum, sum var
farin á land á somu leið sum Jón
Baldvinsson, og var hetta í 1924,
tá ið seytjan mans umkomust.
Fjúrtan teirra vórðu grivnir í
kirkju garðinum í Reykjavík,
sum fyrr hevur verið greitt frá í
Sosialinum.
Kendur aftur frá fyrra
skipbroti
Løtu seinni kom bilur úr Grindavík
eftir manningini. Í Grindavík
fingu vit góða móttøku, og eina
góða máltíð, áðrenn leiðin gekk
til Reykjavíkar, har føroyingarnir
fingu innivist á gistingarhúsi.
Tað eina kvøldið bjóðaði
bjarg ingarfelagið í Reykjavík
mann ingini á Jón Baldvinsyni til
ein hugnaløtu. Fólkini vóru sera
blíð. Tá kom ein kona til mín, tók
um hálsin á mær og segði: ”Tú
ert ikki aftur her?” Hon kendi
meg aftur frá skipbrotinum við
Havfrúnni í 1947.
Nakað seinni komu føroy ing-
arnir heim við einum íslendskum
trolara.
Eli Petersen var eisini
við Jón Baldvinsson
Í 1999 var nevndin í fiskimanna-
felagnum á kunningarferð í
Íslandi. Ein partur av ferðina var
eitt minningarhald fyri teir, sum
fórust við sluppini Onnu á Toftum.
Við í ferðalagnum var Eli Peter -
sen, ættaður úr Kvívík, sum eisini
var við Jón Baldvinsson.
Minningarhaldið var í gamla
kirkjugarðinum í Reykjavík, har
manningini er grivin. Ein partur av
minningarhaldinum var ein ferð
til plássið, har Anna fór á land við
Grindavík.
Frásøgumaðurin í Grindavík
kallaðist Óli, og hann kundi
peika júst á staðið, har henda
vanlukkan hendi.
Tá vísti tað seg, at júst hes in
sami Óli hevði verið ein odda-
maður í bjargingini av manningini
á Jón Baldvinssyni, og tá kom
Eli at hitta sín bjargingarmann.
Tað var ikki løgið, um teir fingu
nakað nógv at práta um. Óli var
tá bert 19 ára gamal. Men sum
røktingarmaður á hesum leiðum
var hann staðkendur, og tað var
ikki minst honum fyri at takka, at
teir funnu skipið í mjørkanum í tí
ilsliga veðrinum.
Sjómannafelagið bjóðaði ein
bita hendan dagin, og tá nýtti
Eli høvið til at handa bjarg ingar-
felagnum í Grindavík ein borðbát,
sum hann sjálvur hevði smíðað,
sum eina tøkk fyri hesa bjarging.
FF-blaðið hevði í 2000 eina
frá søgn frá Eli um, hvussu hann
upplivdi hesa hending, og fara
vit at endurtaka nakað av henni.
Um tá ið skipið stoytti sigur Eli, at
hann var einsamallur á dekkinum
í hesi løtu og fekst við at sjekla
weirin í trollemmin. Einir 10 føroy-
ingar og fleiri íslendingar vóru
frammi í lugarinum. Teir komu
allir upp við tað sama og fóru
aftur á bátadekkið.
So hvørt tað fløddi og sjógvar-
nir brutu upp á bátadekkið,
noydd ust teir, sum høvdu verið
har afturi at passa sær løgir
og sleppa sær fram á bakkan
at standa, tí verandi var ikki á
bátadekkinum. Sum tíðin leið
fóru eisini nakrir teirra, sum
høvdu staðið í stýrihúsinum fram
á bakkan. Men pláss var ikki fyri
øllum á bakkanum í senn. Nakrir
vóru tí noyddir at vera eftir í stýri-
húsinum, til teir fyrstu vóru farnir
av skipinum.
Ein 72 ára gamal islendingur og
Eli, sum tá var 27 ára gamal, vóru
teir seinastu av bátadekkinum
og fram á bakkan, men tá vóru
fram vegis nakrir menn eftir í stýri-
húsinum. Aldurnar brutu nú fram
yvir skipið, og tá ið teir skuldu
skunda sær fram eftir dekkinum,
gjørdist íslendingurin fastur í
netinum, sum lá á dekkinum.
Sum góður trolmaður og fiski-
maður hevði Eli dolkin í slíðra-
num. Áðrenn næsta brotið hálvdi
seg inn yvir skipið, hevði Eli
skorið hann leysan, og teir sluppu
í øllum góðum fram á bakkan.
Íslendingurin takkaði Eli, sum
hann segði eiga lívið í sær.
Bjargingarstólurin var ein bjarg-
ingarkransur, sum var riggaður
sum ein stólur. Tað var ikki heilt
lætt at stjóra menninar í land, tí
bergið uppfyri var einar 40 metur
høgt. Tað var strævið hjá teimum,
sum vóru uppi á eggini. Men so
hvørt menninir komu í land, hjálp-
tu teir til, og hetta lætti nógv um.
Skiparin og stýrimaðurin skip-
aðu fyri í hvørji raðfylgju menninir
skuldu koma í land. Fyrst fóru
teir elstu menninir, síðan skiftivís
ein føroyingur og ein íslendingur.
Sjálvur var Eli nummar 38. Hann
sat uppi á ankarspælinum, tá ið
hann átti tørn. Hann noyddist
at leypa í stólin, tí nú skolaðu
brotini framyvir skipið og framyvir
bakkan.
Seinastur at fara í land var
skip arin sjálvur. Øll bjargingin tók
einar fýra tímar.
Øll manningin fór fyrst niðan til
vitapassaran, sum hevði svág á
Eiði, nevnliga Olaf Samuelsen, og
síðan varð farið til Grindavíkar.
Sagt verður, at hetta var
bjarg inging av tí størsta talinum
av fólki, sum hevði verið í eini
vanlukku Íslandi.
Føroyingarnar ið við vóru:
Tórhallur Andreassen, Sámal
J. Petersen, Eli Petersen, Sørin
Olsen, Hans J. Hansen, Páll
J. Djurhuus, Edmund Vang,
Eyðálvur Johannesen, Theodor
Johannesen, Erik Olsen, Marni
Olsen, Einar Olsen og Jógvan A.
Poulsen.
MIÐVIKAN
20
Nr. 171 • 05. september 2007
Eli saman við sínum bjargingarmanni Óla, sum átti sín leiklut, tá ið Jón
Baldvinsson fór á land
Hetta er ein byrsa at skjóta bjarginalínu umborð í skip eins og við
Havfrúnni og Jón Baldvinsson. Jógvan í Løðuni tók hesa myndina á
Siglufirði í 1986
Hetta er vitin og vitahúsini á Reykjanesi. Higar kom manningin, tá ið hon
var bjargað
Komandi partur
Í komandi parti
gerst Tórhallur
skipari, og tað lá
eisini væl fyri hjá
honum at fiska.