hósdagur 6. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 172 - 6. september 2007
Í sambandi við 75 ára
stovningardagin hjá
tryggingarfelagnum
Trygd hevur felagið
gjørt av at geva
kundum sínum gávur
HÁTÍÐARHALD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Leiðslan á Trygd er væl
nøgd við gongdina hjá fel
agnum. Seinastu níggju
árini síðani felagið varð
endurstovnað og monopolið
avtikið, er marknaðarpartur
in hjá Trygd vaksin úr so at
siga ongum upp í 23%.
Felagið varð sett á stovn í
1932, og hevur sostatt 75 ár
á baki, men í meiri enn 57
ár hevur monopolstøða vald
að á tryggingarøkinum í
Føroyum, ein støða, sum
ikki broyttist fyrr enn fyri
tíggju árum síðani, tá kapp
ingin gjørdist frí. Og nú
liggur eitt nýtt tryggingar
lógaruppskot í tinginum,
sum ætlandi fer at liberalis
era
tryggingarmarknaðin
enn meiri, so útlendskar
tryggingarfyritøkur sleppa
inn á Føroyska marknaðin
– og føroyskar sleppa á tann
útlendska.
Í sambandi við 75 ára
stovningardagin hevur leiðsl
an í Trygd gjørt av at veita
kundum sínum eina gávu.
Fyri
privatu
tryggingar
takararnar verður talan um
eina fyrstuhjálpartasku, sum
eftir ætlan verður øllum
húsarhaldum í landinum í
hendi seinast í komandi
viku; tey húsarhald, sum eru
kundar hjá Trygd, altso.
Fyri vinnukundarnar verð
ur talan um eina aðra gávu.
Eisini her er talan um nak
að, ið hevur við trygdina at
gera, nevniliga ein sonevnd
termografering. Hetta er
ein avmyndan av eltalvunum
hjá øllum vinnukundum við
infrareyðum ljósi sum vísir,
um trupulleikar eru um at
uppstanda í elskipanini.
Bátur til kunda
Men haraftrat kann í hvussu
er ein av kundunum hjá
Trygd vænta sær eina gávu
aftrat. Tað var nevniliga
soleiðis, at Trygd vann bát
in, sum Lions Club burtur
lutar á Ólavsøku, og avgerð
er nú tikin um, at hesin bát
ur skal lutast burtur millum
allar tryggingartakarar hjá
felagnum.
Báturin hevur eitt virði
upp á 45.000 krónur, so tað
verður ein hampilig gáva at
fáa hjá tí tryggingartakaran
um hjá okkum, sum verður
hepni vinnarin, sigur Niels
Juel Arge, virkandi stjóri í
Trygd.
Annars hava teir givið
brandpakkar út til nýggj
hús, sum umfata roykvarn
arar og brandteppi, og sum
naka nýtt fara teir nú eisini
at geva slíkar pakkar, tá eig
araskifti
fer
fram
av
sethúsum.
Í mun til vaksandi virk
semið økist talið á starvs
fólkum eisini, og tey eru nú
um 30, ið eru í føstum
starvi hjá tryggingarfel
agnum.
Trygd í gávuhýri
Niels Juel Arge, virkandi stjóri, og Janus Thomsen, marknaðarleiðari, við fyrstuhjálps taskunum, sum verða sendar øllum
privatkundum hjá Trygd. Taskan inniheldur tvífalt so nógva útgerð, sum ein vanlig fyrstahjálps taska
Mynd: Jens Kristian Vang
Portalurin nýggj met
Portal.fo setti í seinastu viku nýggj met, hesaferð er tað
talan um met av brúkarum og vitjanum. Ikki færri enn
46.881 ymsar teldur vitjaðu í í viku 25 Føroya mest
vitjaðu heimasíðu, og hesi vitjaðu sambært gallup.fo
síðuna 417.261 ferðir, og eingin føroysk heimasíða er
vitjað so ofta áður. Eisini síðarn hjá Vikublaðnum tekur
egið met í vitjanum, og er nú heilt uppi á 35.775 vitjanum
í einari viku. Við eini framgongd uppá 389,4% hevur
ung,.fo verðuliga fingið gongd á.
Umboð frá Dátueftirlitinum
er í dag á fundi í Brussel
Á fundinum skal Dátueftirlitið svara ymiskum spurningum í sambandi við
at Føroyar hava søkt um triðjalandsgóðkenning frá ESnevndini.
Tað var á felagsnevndarfundi í desember 2005 Føroyar ES millum, at
Føroyar formliga handaðu ES umsókn um at góðkenna Føroyar sum eitt
trygt triðjaland at flyta persónsupplýsingar til og úr.Viðgerðin av umsóknini
er nú komin so væl áleiðis, at Dátueftirlitið í dag skal greiða nærri frá
viðurskiftunum í Føroyum á hesum økinum, so greiða kann fáast á, um
Føroyar lúka treytirnar fyri at fáa eina triðjalandsgóðkenning.
Apotekið hevur
verið eitt sindur
amputerað seinastu
tíðina, meðan
millumbygningurin
millum SMS og
Apotekið hevur
staðið fyri umfatandi
umbygging
UMBYGGING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur verið eitt sindur
rokaligt at komið á Apotekið
í høvuðsstaðnum seinastu
mongu mánaðirnar, meðan
umbygging er farin fram í
millumbygninginum mill
um Apotekið og SMS.
Men nú er komið undir
land hesum viðvíkjandi.
Inngongdin og allur tann
parturin av Apotekinum er
umvældur og brandtryggj
aður, meðan ein stór og maj
estetisk rundtrappa nú dom
inerar millumbygninginum.
Nú ber so aftur til at
koma inn í bæði SMS í
sunnara enda og inn á Apo
tekið norðanvert sum van
ligt var.
Gamli millumbygningur
in var illa farin og lak í eyri
og seyri, og eisini var ljósið
inni á Apotekinum ringt við
gomlu konstruktiónini. Nú
hava Apotekið og SMS so í
felag umbygt millumbygn
ingin, so hann er bæði
ljósum og snøggur.
Millumbygningur
tikin í brúk
Niels Hansen, stjóri í SMS og
Kjartan Mohr, varastjóri á
Tjaldurs Apoteki, eru báðir
sera væl nøgdir við úrslitið av
nýggja millumbygninginum
Mynd: Jens Kristian Vang