hósdagur 6. september 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 172 - 6. september 2007
tíðindi
Nógv rok hevur verið
í Havnar Róðrarfelag
seinastu tíðina. Nú
boðar nevndir frá, at
limafundur verður
fyri øllum limum og
áhugaðum. - Ætlanin
við limafundinum
er, at nevndin kann
fáa slætt borð, sigur
Óli Svein Hansen,
formaður
KAPPRÓÐUR
Tíðindaskriv
Tí hevur felagið kallað lim
ir saman til fundar leyg
ardagin 8. september klokk
an 15.00 at greiða limunum
frá, hvat er hent seinastu
árini í Havnar Róðrarfelag.
Havnar Róðrarfelag hev
ur verið í einum fíggjarligum
aldudali seinastu nógvu
árini.
Nýggja nevndin í Havn
ar Róðrarfelag ætlar at fáa
vent gongdini, soleiðis at
Havnar Róðrarfelag aftur
gert eitt gott felag. Felagið
hevur eina strævna tíð fyri
framman, tí bæði fíggjarliga
og ítróttarliga hevur bilað
seinastu árini, sigur Óli
Svein Hansen.
Hann sigur, at nevndin
vil fyrst og fremst hava, at
limirnir fáa eina heildar
mynd, hvat peningur felag
sins er brúktur til seinastu
árini. Alt hetta tekur tíð at
fyriskipa, men nú er arbeið
ið við at verða liðugt.
Nógv rok hevur verið
seinastu tíðina í Havnar
Róðrarfelag.
Tað
hevur
longu verið boð eftir báðum
eykalimunum, tí Rúni Pers
son er farin úr nevndini, og
Magni Nielsen hevur boðað
frá, at hann er farin í
farloyvi frá nevndini í eina
tíð. Nýggir nevndarlimir
eru sostatt Sigtór Lützen og
Anna Herup Høgnesen.
Sigtór róði í ár við Ørvi, og
Anna róði við Sílinum.
Bæði hava róð nógv ár í
Havnar
Róðrarfelag
og
vunnið bæði nógvar róðrar
og harvið FMheiti.
Eisini fáa limirnir at
vita um framtíðarætlanir
hjá Havnar Róðrarfelag.
Nevndin ætlar at fyrireika
seg væl til róðrarárið 2008.
Havnar Róðrarfelag fyllir
eisini 75 ár í ár, og ætlar
felagið at hava stóra veitslu
27. oktober, sigur Óli Svein
Hansen, formaður í Havnar
Róðrarfelag.
Havnar Róðrarfelag í
fíggjarligum trupulleikum
Tá 200 í sambandi
við sína konsertferð
í Danmark vitjaðu í
útvarpssendingini,
bóðu teir 600.000
danir um, at gevast
við at senda pengar til
Føroya
TÓnleiKUR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Føroyski punkbólkurin 200
er í hesum døgum á kon
sertferð í Danmark. Í kvøld
spæla teir í Studenterhuset í
Århus, og í gjárkvøldið
hitaðu teir upp fyri norska
rokkbólkin Skambankt í
VEGA
á
Vesterbro
í
Keypmannahavn. Á hesum
konsertum spæla teir fyri
ímillum nøkrum hundra og
nøkrum túsund áhoyrarum.
Men á konsert síni miku
dagin
spældu
teir
fyri
munandi fleiri. Tá var
punkbólkurin gestur í sendi
hølunum
hjá
donsku
útvarpsstøðini P3. Har teir
vitjaðu
sendingina
”De
Sorte Spejdere”. P3 er nógv
tann best umtókta danska
útvarpsstøðin, og 200 spæl
du fyri 600.000 lurtarum.
Danir sluppu at uppliva 17
føroysk punkt løg spæld
uppá 20 minuttir, har var
ikki so nógv fjas ímillum,
men onkur boðskapur á
donskum kom upp ímillum.
Eftir eina brakandi og
larmandi framførlsu nú bað
Niels Arge Galán danir um
at gevast við at senda
pening til Føroya, við
orðunum:
PS, hold op med at
sende penge til Færøerne!
Leingi hevur verið ætl
anin, at føroyski punk
bólkurin hevur skula spælt
í sendingini. Tónleikurin
hjá 200 verður javnan
spældur
í
vælumtóktu
seinnapartssendingini, og í
eini sending í vár, bjóðaðu
vertirnir føroyska bólkinum
at luttakaa, og ætlanin var,
at 200 skuldu spæla í
sjálvari
endasendingini,
áðrenn
summarfrítíðina,
men henda sending varð
avlýst vegna sjúku. Men nú
eru De Sorte Spejdere aftur
í luftini, og í sambandi við
at 200 spæla í Danmark,
sluppu
teir
at
vitja
í
upptøkuhølinum. Konsertin
við 200 liggur í ljóð og
livandi
myndum
á
heimasíðuni dr.dk.
Bóðu danir um at gevast við blokkstuðli
Konsertin í donsku sendihølunum liggur á heimasíðuni hjá dr í ljóði og myndum
Mynd: Skermprent dr.dk
Funnu gomul vrak
Tá menn nú um dagarnar vóru í ferð við at grava út fyri
einum hotelli í norska býnum Larvik, komu teir niður á
leivdirnar av ikki minni enn tveimum skipsvrakum. Boð
vórðu alt fyri eitt send eftir fornfrøðingum hjá Sjóferðslu
savninum, og teir kundu rættiliga skjótt staðfesta, at talan
er um leivdirnar av tveimum skipum, sum vórðu smíðað
í 17. øld. Skipini, tvey farmaskip, eru úr eik, og tey hava
verið millum 40 og 45 føtur long.
Hækka skattin
Júst sum danska stjórnin hevur boðað frá skattalætta næsta ár,
kunngera fleiri danskar kommunur, at tær fara at hækka skattin
á nýggjárinum. Stjórnin og kommunurnar hava avtalað, at
kommunurnar kunnu taka í mesta lagi 700 mió. krónur meiri í
2008 enn í ár við at hækka skattin, men tær kommunurnar, sum
hava boðað frá skattahækking, ætla sær at taka 1,9 mia. krónur
meiri næsta ár. 75 prosent av kommununum ætla sær at hækka
skattin, sigur TV2.