hósdagur 6. september 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 172 - 6. september 2007
Komandi viku fara
tríggir føroyingar og
ein dani at luttaka
í einari stórari
fiskikapping, sum
verður hildin út
fyri Weymouth í
Onglandi
FISKIKAPPING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í vikuni fara Heini Weihe
og Charles Jacob Olsen til
Onglands at taka lut í einari
fiskikapping uttan fyri býin
Weymouth í Suðuronglandi.
Magni Blástein er longu
farin niður at kanna umstøð
urnar, og aftrat sær fáa teir
tríggir føroyingarnir ein
dana, tí skulu teir luttaka
sum lið er neyðugt við fýra
luttakarum.
Heini Weihe sigur við
Sosialin, at hetta er fyrsta
ferðin, at teir luttaka í slík
ari kapping, og til tess at
sleppa at luttaka, máttu teir
verða limir í einum góð
kendum fiskifelag.
Vit hava tí melda okkum
inn í Dansk Havfisker For
ening, men vit hava annars
stovnað okkara egna felag í
Føroyum, og tað fara vit at
royna at fáa góðkent, meðan
vit eru niðri í Onglandi,
sigur Heini Weihe.
Tað er annars sum skilst
Magni Blástein, sum er
primus motor í ætlanunum
at taka lut í hesi kappingini.
Hann var við í teirri kapp
ingini, sum Smyril Line
skipar fyri, og har kom
hann so í samband við
menn, sum hava áhuga fyri
hesum
frítíðarítrivi,
og
gjøgnum hesar og umvegis
alnetið hevur Magni so
funnið fram til hesa kapp
ingina í Weymouth.
Heini Weihe sigur, at teir
longu fyri einum ári síðani
byrjaðu at leggja ætlanir um
hesa kappingina, so hetta er
ikki nakað, sum knappliga
hevur stungist upp á teir
tríggjar. Og hóast ein dani
so verður við á liðnum, og
sjálvt um tað er ígjøgnum
eitt danskt felag, at teir
luttaka, so verður tað kortini
sum eitt føroyskt lið.
Fleiri disiplinir
Kappingin byrjar mána
dagin 10. september og
heldur fram til fríggjadagin,
tá seinasti kappingardagur
er.
Kappast verður í fleiri
ymiskum disiplinum. Lutur
verður kastaður um, hvør
verður á hvørjum báti, og
tað er longu farið fram. Tað
er ikki soleiðis, at føroying
arnir verða saman á einum
báti, eg haldi tað er bert
tann eina dagin, at tveir okk
ara verða á sama báti, sigur
Heini Weihe.
Annars
eru
bátarnir
soleiðis í stødd, at millum
fýra og tíggju mans eru
umborð á hvørjum báti.
Skiparin virkar samstundis
sum dómari, og kappast
verður í ymiskum »grein
um« teir ymsu dagarnar.
Fiskað verður við tráðu,
og tað er bert loyvt at hava
tveir húkar, tað vil siga
antin ein vanligan pilk ella
tveir stakar húkar. Verður
eitthvørt knýtt í omanfyri
vanliga húkin, verður hetta
eisini at rokna sum húkur,
Kappingin er rættiliga
væl vitjað, og roknað verður
við einum 200 luttakarum
ymsastaðni frá. Kappast
verður bæði millum lið og
millum einstaklingar. Fiska
sløgini eru eisini ymisk og
telja eisini ymiskt, tá lagt
verður saman.
Heini Weihe sigur, at
kappingin endar við einari
gallaveitslu leygarkvøldið,
har vinnararnir fáa steyp og
heiðursmerki handað.
Formula.fo
og
Faroe
Travel stuðla ferðini.
Til fiskikapping í Onglandi
Nú fyrsta uppskotið
í nýggja bústaðar
pakkanum hjá lands
stýrinum verður
lagt fram mælir Óli
Breckmannn til, at
inntøkur frá útleigan
av egnum bústaði
verða skattafríar
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað skal løna seg hjá fólki
at leiga út egnan bústað. Og
tað ger tað ikki í løtuni.
Við risahøga skattinum á
inntøkum, ið stava frá
útleigan, velja fólk ikki at
leiga út – ella í ringasta føri
at leiga út svart.
Tað sigur Óli Breckmann
ið mælir til, heilt at strika
skattin av leiguinntøkum av
egnum bústaði, ella í øðrum
lagi at seta hann niður svar
andi til partafelagsskattin á
18%.
Hetta hevði ført við sær,
at fólk vórðu meiri áhugað
í at leiga út, samstundis
sum fólk, sum ynskja at
leiga, fáa betri og bíligari
íbúðir, og hartil eisini fleiri
at velja ímillum, sigur Óli
Breckmann.
Gerst
útboðið
størri,
verður talan um keyparans
marknað við fleiri, betri og
bíligari íbúðum, og ikki
sum nú, einum avmarkaðum
útboði, við hvørt til ivasama
góðsku.
Men hetta skal bert
umfata privata útleigan av
egnum íbúðum til privat.
Handilslig útleigan er í
flestu førum umfatað av
par tafelagsskattinum
kortini. Men tað, sum ræður
um, er at fáa fleiri áhugað í
at leiga út, tí tað gagnar
øllum pørtum, heldur Óli
Breckmann
úr
Fólka
flokkinum.
Útleigan av egnum bústaði skattafrí
Óli Breckmann mælir til at strika skatting av inntøkum frá útleigan av egnum bústøðum
Lydia í Miðluni
Klaksvíkingar hava veruliga tikið tráðin upp eftir
havnarfólki, móttøkan Miðlan er eins og Snarskivan í
Havn ein vælumtóktur listaskáli. Eisini henda
mánaðin er lista á skránni. Hesaferð er tað. Lydia
Petersen, ið sýnir fram málningar í Miðlan. Lydia
hevur fingist við akvarellmáling, klippmyndir og
náttúrumyndir. Málningarnir hon sýnir fram í Miðlan
eru akrylmálningar og eitt vet meira abstraktir.
Miðvingar laða hjall
Um vikuskiftið fóru menn undir at laga ein søguliga hjall
uppaftur, skrivar midvagur.fo. Hjallurin, ið verður róptur
Stórihjallur ella Nótahjallurin, er ogn hjá Nótafelagnum
við Kirkjar, og ætlanin er, at hjallurin nú skal nú fáast í so
nær sum upprunastand aftur. Hetta er sambært midvagur.
fo ein søguligur hjallur, sum upprunaliga hoyrdi til
prestagarðin í Jansagerði.
Heini Weihe og Charles Jacob Olsen skulu saman við Magna Blástein og einum dana manna
føroyska liðið Team Formula
Mynd: Jens Kristian Vang