hósdagur 6. september 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 172 - 6. september 2007
Meðan orðabøkur
drukna í embætis
verki og grunnum,
kemur privata
felagið, Sprotin, 16.
november í ár, út
við Føroya higartil
størstu og mest
framsøknu orðabók.
Mentamálaráðið skal
stuðla orðabókagerð,
men tað skal ikki
spæla forlag, halda
teir
ORÐABØKUR
Dorit Hansen
Mynd: Jens Kristian Vang
Í november kemur ein
nýggjur føroyskur orðabóka
pakki út. Forlagið Sprotin
gevur út bæði eina enskt
føroyska orðabók á 1700
blaðsíður og eina føroyskt
enska orðabók á 2100
blaðsíður.
Hartil
kemur
eisini ein fløga, sum kann
dagførast regluliga á einum
orðabókaportali, har nýggj
ensk og føroysk orð alla
tíðina verða førd inn. KT
skipanin handan orðabókina
er
ment
av
føroyskari
fyritøku.
Menninir aftan fyri hesa
stóru verkætlan eru Jonhard
Mikkelsen, lærari á Føroya
Læraraskúla, og Annfinnur
í Skála, lærari á Studenta
skúlanum í Hoydølum.
Kári Davidsen, sum hev
ur gjørt eina týsktføroyska
orðabók, greiddi í samrøðu
við Sosialin, týsdagin 4.
september frá, hvussu hann
í mong ár hevði søkt Menta
málaráðið um stuðul, men
til fánýtis.
Jonhard Mikkelsen og
Annfinnur í Skála hava
fíggjað nógv av teirra
arbeiðið sjálvir, men í
200103 fingu teir løn frá
Mentamálaráðnum til at
gera eina føroyskenska
orðabók umframt at gera
telduførar dagføringar av
hinum.
Vit hava ikki ringar
royndir av Mentamálaráðn
um, men vit hava heldur
ikki brúkt teir so nógv, siga
teir báðir.
Tá teir byrjaðu at gera
orðabók vóru fleiri ivandi,
um hetta var rætt. Orða
bókaarbeiðið hoyrdi heima
hjá tí almenna og á Fróð
skaparsetrinum,
hildu
fleiri.
Men í dag hava Annfinnur
í Skála og Jonhard Mikkels
en prógvað, at tað letur seg
gera.
Landið stuðla og
vinnan reka
Við drúgvu royndunum í
orðabókavinnuni hava teir
nakrar avgjørdar hugsanir
um, hví so fáar orðabøkur
koma út á føroyskum.
Størsti trupulleikin á
føroyska orðabókamarkn
aðinum í dag, er at onki
skott er millum tað almenna,
grunnar og forløg, sigur
Jonhard Mikkelsen.
Mentamálaráðið keypir
rættindi til bøkur, sum so
eisini gevur teimum rættindi
til inntøkurnar, men ein slík
forlagsuppgáva hoyrir ikki
heima í einum menta
málaráði.
Síðani hava vit ein grunn,
sum skal stuðla orðabóka
gerð, men tey keypa eisini
orðabøkur upp. Alt er tí
blandað saman, halda teir
báðir í Sprotanum.
Orðbókagerð er ein partur
Tá Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála byrjaðu at gera orðabók vóru fleiri ivandi, um hetta var rætt. Orðabókaarbeiðið hoyrdi heima hjá tí almenna og í fróðskaparsetrinum, hildu fleiri.
- Vit ánaðu ikki, hvat vit fóru í holt við. Men vit hildu bara, at um vit ikki gjørdu tað sjálvir, vórðu vit nokk noyddir at bíða heilt til dómadags, sigur Annfinnur í Skála.
Privatir duga betri
MS-Tafiti
Microsoft hevur sent eina nýggja leitiskipan á marknaðin.
Tafiti er heitið á nýggju skipanini, og er hendan grundað
á royndirnar, sum teldurisin hevur gjørt sær við Microsoft
Live Search. Talan er um leitiskipan, ið hevur fleiri
nýggjar møguleikar, sammett við kappingarneytarnar.
Fyri at nýta skipanina er neyðugt hjá brúkaranum at taka
Silverlightforritið av netinum fyrst. Hetta kann gerast á
heimasíðuni hjá Microsoft.
Nýggjur iPod
Nýggjasta útgávan hjá Apple av iPod
nevnist touch, og her eru fleiri funkur, enn
á nøkrum øðrum iPod. Talan er um
útgávu, sum hevur lænt hópin av hentleik
um frá iPhone. Eitt nú wifi, touchscreen
og browsara við Youtubefunku. Nýggi
iPod kemur væntandi á marknaðin um fáar vikur, og verður kostnaðurin um 2.000 kr.
Samstundis koma eisini nýggjar útgávur av iPod Nano og iPod Classic á marknaðin.