hósdagur 6. september 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 6. september 2007
11
tíðindi
av at røkja føroyska málið,
og landið eigur avgjørt sín
leiklut í hesum, halda teir.
Men Mentamálaráðið skal
ikki spæla forlag, leggja
teir dent á.
Heldur skuldi tað verið
soleiðis, heldur Jonhard
Mikkelsen,
at
forløgini
settu orðabókagerð í verk,
góvu bøkurnar út og fingu
vinningin, og so skuldi tað
almenna stuðla við at goldið
framleiðslukostnaðin.
- So var skottið greitt,
landið stuðlaði mentanar-
arbeiðinum, og kapping-
arhugurin at útgeva bestu
bøkurnar dreiv verkið hjá
teim privatu.
Men í Føroyum er tað
ikki so væl umtókt at vinna
pengar upp á mentan. Tað
er næstan skeivt, sigur
Annfinnur í Skála.
- Tað var ikki við vinningi
fyri eyga, at vit fóru í
gongd,
sigur
Jonhard
Mikkelsen smílandi.
- Nei, men síðani eru vit
kanska blivnir eitt sindur
svangari, flennir Annfinnur
í Skála.
Byrjaði í
lærarastovuni
At Jonhard Mikkelsen og
Annfinnur í Skála endaðu
sum orðabókarithøvundar
og -útgevarar er ikki eitt
úrslit av drúgvari tilrætta-
legging.
- Vit sótu á lærarastovuni
í Hoydølum og østu okkum
um næmingarnar, sum ikki
dugdu at umseta til føroyskt.
So sigur onkur, at vit burdu
umsett Gyldendals ensku
orðabók til føroyskt. Og
Zakarias Wang, so bráður
sum hann er, tekur tele-
fonina og ringir til Gylden-
dal og spyr, um tað bar til at
keypa
forritið,
minnist
Jonhard Mikkelsen. 14 dag-
ar seinni høvdu teir keypt
forritið hjá Gyldendal.
- Vit anaðu ikki, hvat vit
fóru í holt við. Men vit
hildu bara, at um vit ikki
gjørdu tað sjálvir, vórðu vit
nokk noyddir at bíða heilt
til dómadags, sigur Ann-
finnur í Skála.
- Forlagið hjá Zakariasi
Wang, Stiðin, varð brúkt at
geva bøkurnar út, greiðir
Jonhard Mikkelsen frá. Teir
keyptu forritið frá Gylden-
dal fyri egnan pening og
fíggjaðu alt arbeiðið við
privatum bankalánum, sigur
hann.
- Onkur hevur funnist at,
at vit brúktu ein danskan
frymil. Men eg haldi tað
bara hevur verið ein fyri-
munur. Við hesum høvdu
vit atgongd til eina rúgvu
av viðkomandi dømum.
Hetta er ofta ein trupulleiki
í føroyskum orðabókum,
har dømini, sum brúkt
verða, eru úr 1700 talinum,
staðfestir
Annfinnur
í
Skála.
- Umstøðurnar vóru ikki
lættar. Ongir listar vóru
yvir ymisk fakúttrykk, og
vit máttu byrja heilt frá
botni. Zakarias Wang hevði
ein lista við 70-80 heimild-
arfólkum, sum vóru serfrøð-
ingar á ymiskum økjum,
sum
binding,
matgerð,
fiskiskapi, og øðrum.
Í dag er alt forlagsvirkið
yvirtikið av felagnum Sprot-
anum, sum Jonhard Mikkel-
sen eigur. Telduskipanin
handan nýggju orðbókina
er ment av føroysku teldu-
fyritøkuni, Zenit, og Jon-
hard Mikkelsen metir av-
gjørt, at tað eru útflutnings-
møguleikar í hesari skipan.
Hann greiðir frá, at hetta er
ein tann mest framkomna
tøknin á marknaðinum, og
møguleiki er eisini at knýta
alnótstøku útgávuna til eitt
fartelefonnet. Sprotin er í
samráðingum við Føroya
Tele um samstarv á hesum
økinum, men avtalan er
ikki komin upp á pláss
enn.
Til stóru orðabókaútgáv-
una, sum nú er á veg, hevur
Sprotin fingið ávísan stuðul
frá Mentamálaráðnum og
eitt sindur frá privatum
fyritøkum. Enn vóna teir
tó, at fáa eitt sindur afturat.
Torbjørn Jacobsen var
mentamálaráðharri tað
árið, Annfinnur í Skála
og Jonhard Mikkelsen
fingu tvær árslønir at
gera
orðabøkurnar
teldutøkar.
Tá
allar
tríggjar bøkurnar í 2005
vórðu teldutøkar, helt
Torbjørn
Jacobsen
røðu.
»Tað
var
hugaligt
tann dagin Mentamála-
ráðið gjørdi sáttmála
við teir báðar Annfinn
og Jonhard. Annfinnur,
ein føroysk útgáva av
John Cleese og so før-
oyski Sisyfos-paralell-
urin Jonhard Mikkel-
sen, ið hevur rullað so
nógvar klettar niðan
eftir fjallasíðunum, onk-
ur fór stiklandi oman
brekkuna aftur, men nú
stendur hann saman við
í Skála uppi á tindinum,
eftir dagar og nætur,
brotnar vaktir og eini
tímaløn,
sum
ongin
man misunna teimum.
Vit vistu, at arbeiðið
varð lagt í hendinga
góðar hendur, tit høvdu
prógvað tað framm-
anundan, á filantrop-
iskum og idealistiskum
grundvølli, og tað skal
sigast, at tit sviku ikki
álitið.
Í ístaðin fyri at tosa
og tosa um visiónir fyri
politisku gummiselluna
tíggju ár fram, brutu
høvundarnir upp um
armar og fóru til verka.
At talan er um eitt
tjóðskaparligt bragd av
teimum stóru eri eg als
ikki í iva um.«
Sosialurin,
27. maj 2005
Politisk
gummi
sella
Orðabøkurnar hjá Sprotanum
verða alla tíðina dagførdar, tí
tær eru
teldutøkar.
- Málið er livandi, tí skal
tað vera dynamikkur í
orðabókagerð. Men henda
orkan liggur ikki í tungum
almennum stovnum og
grunnum, sigur Jonhard
Mikkelsen
at geva bøkur út
Vatnið á heimasíðuna
Klaksvíkar Kommuna fer nú at leggja út kanningar-
úrslit síni av drekkivatninum. Á heimasíðuni hjá
kommununi sigur Jóhan við Neyst, leiðari á
vatndeildini, at kanningar verða gjørdar hvønn
mánað. Vatn verður tá tappað og sent Heilsu-
frøðisligur Starvsstovuni, sum ger mikrobiologiskar
og kemiskar kanningar av vatninum. Og tað eru hesi
úrslitum, sum nú verða at síggja á heimasíðuni.
Amerikumenn keypa Asiabilar
Asiatisku bilmerkini hava nú vunnið sær 42,2% av samlaðu bilasøluni í
USA. Alsamt hækkandi prísir á brennievni hava nevnliga havt við sær, at
amerikumenn í nógv størri mun eru farnir at hugsa um orkunýtslu, tá
nýggjur bilur skal keypast. Enn er General Motors tó tann fyritøkan, sum
selur flest bilar í USA, men næstir teimum eru Toyota, sum hava
yvirhálað Ford á øðrum plássi. Toyota hevði tó eina lítla afturgongd í
samlaðu søluni. Størstu framgongdina høvdu Nissan og Honda, sum eru
ávikavist fimta- og sætta mest selda bilmerkið í USA.