hósdagur 6. september 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 6. september 2007
15
nøvn
StarvSdagar
Fyrsta august í ár hevði
Regin av Steinum verið
lærari í Argja skúla í 35 ár
og Bjarni Samuelsen í 30
ár. Regin er 64 ára gamal
og ættaður úr Kollafirði,
meðan Bjarni er 57 ára
gamal og úr Havn.
Í hesum sambandi bjóð
aði skúlin til eitt borðhald
fyri teimum, familjum og
vinum og so eisini starvsfel
øgunum. Við góðum før
oyskum viðskera og okkurt
at leska sær á, var sera
hugnaligt at sita í vælupp
dekkaðari miðhøll og heiðra
hesar báðar við sangi og
talum. Ein hugnalig løta
seinnapartin fríggjadagin í
Argja skúla.
Í síni røðu kom Marjun
Holm, skúlastjóri, inn á
týdningin av stabiliteti á
arbeiðsplássinum og tað
serliga í eini verð, sum í
løtuni er merkt av fólki,
sum ”zappa” runt úr einum
staði í annað.
Eitt
støðugfesti,
sum
skapar trygd og trivnað ikki
minst fyri nýggjar lærarar,
sum her hava møguleika at
leita sær ráð og vitan. Og
so ikki minst um tað nær
lagni, sum hesir báðir altíð
hava lagt í sítt arbeiði. Fak
ligur førleiki og royndir eru
eginleikar, sum ein skúli
ikki kan vera fyri uttan.
Lærarar við nógvum starvsárum á baki
Regin av Steinum (v.m.) og Bjarni Samuelsen kundu tann 1. august hátíðarhalda, at teir hava arbeitt sum lærar við Argja skúla í
ávikavist 35 og 30 ár
Formaðurin í skúlastýrinum Marita Simonsen og
Regin av Steinum
Marjun Holm, skúlastjóri, og Bjarni Samuelsen
Tveir starvsfelagar: Eyðun á Borg og Krisjan Christiansen
Bergur Slættalíð, húsavørður, og Búi Brattaberg, lærari við Argja
skúla
Regin av Steinum og konan Paulina við einum ommu- og abbabarni