hósdagur 6. september 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 172 - 6. september 2007
TÍÐINDI
Fyri tveimum vikum
síðani høvdu vit eina
frásøgn um grøvina
hjá rithøvundanum
Jørgen Frants Jacob-
sen og pápa hansara
Meinhardt. Hesaferð
verður frásøgnin
um grøvina hjá abba
Jørgen Frants við
sama navni og seinnu
konu hansara
Johanna Raffenberg.
Tey eru jarðað beint
aftanfyri grøvina
hjá Jørgen Frants og
Meinhardt
Foreldrini hjá gamla Jørgen
Frants vóru Poul Andreas
Jacobsen (1782-1862), og
Helena f. Fagerholm (1770-
1861), sum var svensk. For-
eldrini hjá Poul Andreas
vóru bøkjarin Jacob Hansen
(1755-1819), úr Havn og
Elsebeth Poulsdatter (1759-
1854) úr Kaldbak. Jacob
bøkjari var sonur Marionnu
Hammershaimb, og hann
var tiltikin fyri styrki.
Poul Andreas fór ungur
til Keypmannahavnar, har
hann arbeiddi sum skómak-
ari. Hann var vitugur mað-
ur, og heim teirra var ein
miðstøð
fyri
føroyingar
niðri. Poul Andreas fluttu
sum gamal aftur til Føroyar.
Hann
gjørdist
verfaðir
gamla
Martin
Christian
Restorff, hvørs grøv hevur
eina áhugaverda søgu, sum
vit fara at venda aftur til.
Jørgen Frants Jacobsen
var føddur 27/6-1819, og
hann var tvær ferðir giftur.
Fyrru ferð í 1846 við Caro-
linu Amaliu Bjerring, fødd
15/7-1827. Hon var dóttir
ein handilsmann í Køben-
havn, meðan móður hennara
Sophie Hadsten, var dóttur
ein múgvandi ullahandlara
úr Jyllandi. Hon var bert 19
ára gomul, tá ið hon giftist
við Jørgen Frants og var
bert 27 ára gomul, tá ið hon
doyði av tuberklum í nov-
ember 1854. Hon var lang-
omma William Heinesen.
Aðru ferð giftist Jørgen
Frants í 1856 við hálvsystir
fyrru konuna, Johanna Eli-
sabeth Katarina Raffen berg,
fødd 22/2-1832 í Svøríki.
Jørgen Frants Jacobsen
yvirtók
skómakaravirkið
eft ir faðirin Poul Andreas
Jacobsen í Østergade, tá ið
hesin flutti heim til Føroyar
at búgva. Tey fyrstu árini
gekk hetta virkið væl. Tað
var nógv at gera og fleiri
fólk høvdu sítt starv har.
Men við tíðini, tá ið virkið
mátti flyta frá hesi meiri
”fínu” gøtuni til eina aðra
síðugøtu, kom ikki at gan-
ga so væl.
Jørgen Frants misti tá
eisini áhugan fyri at reka
skómakaravirki. Hugur han-
sara gjørdist størri fyri
sjónleikaralívinum í Keyp-
mannahavn. Tá tað soleiðis
byrjaði at ganga niður á
bakka við virkinum hjá
Jørg en
Frants,
skrivaði
svág ur
hansara
Martin
Christian Restorff honum
bræv og biður hann koma
til Føroyar at búgva. Nú
einahandilin var avtikin í
1856, hevði hann brúk fyri
einum dugnaligum skó-
makara, tí ongin var framm-
anundan. Jørgen Frants seg-
ði so øllum farvæl og flutti
í 1877 til Føroyar saman
við konuni og børn unum.
Komin til Før oya búðu tey
fyrstu tíðina í húsunum hjá
Júst Jacobsen, men tá hesi
gjørdust ovlítil, fluttu tey í
”Nýggjustovu”, har Eirikur
Lindenskov sam an við fam-
iljuni býr í dag. Hetta er
annars barn dómsheimið hjá
V. U. Hammrshaimb og
eisini hjá Beintu, sum
gjørdist høv uðspersónur í
bókini Bar bara hjá yngra
Jørgen Frants.
Í endurminningum sínum
sigur Jóannes bóndi Paturs-
son frá í samband við skúla-
tíð sína í Havn, at faðir
hansara Pætur bóndi gjørdi
avtalu við skómakaran Jørg-
en Frants Jacobsen um, at
teir beiggjarnir Jóannes,
Petur, Siggert og Sverri
skuldu koma í heim hansara
tvey kvøld um vikuna til
nátturða. Har skuldu teir
sita høviskliga til borðs og
annars læra høviskar siðir
hjá Jacobsens fólkunum,
sum um hetta mundi búðu í
Nýggjustovu.
Seinni bygdi Jørgen Fran-
ts sær stór og stásilig hús
úti á Skálatrøð, sum svág-
urin M. C. Restorff átti.
Hesi húsini eru í dag Gríms
Kambansgøta 17, og her
býr langabbadóttirin Sús-
anna Danielsen, sum er
stjóri í løgtinginum.
Seinna kona Jørgen Fran-
ts, Johanna Elisabeth Kata-
rina Raffenberg, doyði tann
7/9-1904, og varð jarðað frá
Havnar kirkju tann 10/9-
1904, meðan Jørgen Frants
livdi mong ár eftir hetta.
William Heinesen skrivar
um Honnu:
Hanne var en dame af et
vist lune. Fotografierne vis-
er et ansigt præget af en vis
kløgtighed og humor. Af hen-
des fem børn er det utvilv -
somt sønnen Mein hardt, der
ligner hende mest.
Síni seinastu ár búði
Jørgen Frants hjá dótturini
Helenu Bech beint yvir av
gamla
kirkjugarðinum.
Hann fekk tíðina at ganga
við at lesa, roykja og at
vitja fólk, eins og hann kom
nógv oman í handilin hjá
sváginum í Vágsbotni. Jørg-
en Frants Jacobsen doyði
2/5-1917, nærum 98 ára
gamal.
Jørgen Frants var lang-
abbi William Heinesen,
sum skrivar nakað um,
hvussu hann minnist lang-
abban. Vit taka okkurt
brot:
Skønt oldefader jo æl -
dedes i samme fohold, som
jeg voksede til, erindrer jeg
ham ikke som nogen på -
faldende gammel mand.
Han blev heller aldrig
rigtigt gammel, forsåvidt
som han aldrig udviklede
egenskaber af den art, der
gør
alderdommen
trist.
Hans medfødte humor var
uopslidelig.
Overhovedet
modtog oldebarnet (William
sjálvur) tidligt indtryk af, at
oldefader var en festlig og
ikke helt almindelig mand.
Hjemme hos os hang for-
skellige små indrammede
tegninger, som oldefader
var mester for. Grundigt
gjorte er de med blyant og
raderkniv. Motiverne er for
det meste Thorshavnske
prospekter. (Vit hava eina
av hansara tekningum við í
hesi grein).
Når
oldefader
som
”byens
ældste
borger”
havde fød selsdag, tilbragte
han altid en stor del af
dagen med at stå ude på
trappen til tante Helenes
højtliggende hus og ”tælle
flag”, og herunder kom han
ofte på ret usand synlige tal,
selvom der naturligvis var
mange, der flagede til ære
for ”gamle Jacobsen”.
Keldur:
Jóhan R Jacobsen
William Heinesen
Gamli Jørgen Frants gjørdist nærum 100 ár
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Næstu ferð
Komandi frásøgn verður um Niels Paula Mohr úr
Hoyvík. Hann var í ”hvíta” herinum, sum bardist ímóti
teimum ”reyðu” í Russlandi aftaná kollveltingina í
1917.
Hetta er ein av teimum í tekstinum umrøddu tekningunum hjá Jørgen Frants Jacobsen. Fremst sæst Bringsnagøta, sum hon er sær
út enn. Aftanfyri sæst Konradsbrekka. Húsini hjá Jørgen Frants hava flagg á stong, og tey eru so ikki broytt
Á hesi myndini sæst Jørgens Frants Jacobsen saman við
soninum Meinhardt og abbasoninum (helst) Carl Johan Bech,
seinni kendur sum djóralækni
Gravsteinurin hjá Johannu og Jørgen Jacobsen
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u