hósdagur 6. september 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VARPIÐ
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2007
Canal+Film1 • Leygardagin kl. 19.00
Failure to Launch
Sum 35 ára gamal býr Tripp framvegis heima hjá
foreldrum sínum. Tey vita ikki, hvussu tey skulu
fáa hann út úr trygga reiðrinum, so tey fáa fatur
á einum yrkisfólki. Hon skal manipulera Tripp, so
hesin vil flyta. Men so er tað, at kærleikin ger seg
galdandi.
Kanal5 • Fríggjdagin kl. 20.00
Spionen der elskede mig
Í 10. Bond-filminum skal Roger Moore fyri triðu
ferð royna seg sum sjarmerandi 007. Hesa ferð skal
hann royna seg móti reiðaranum Karl Stromberg,
sum rænir enskar og russiskar kavbátar, og sum nú
hóttir heimin við kjarnorkuvápnum.
TV3 • Sunnudagin kl. 20.00
Hitch
Alex “Hitch” Hitchens veit, hvat damurnar vilja hava.
Og gávumildur, sum hann er, gevur hann góð ráð til
mongu mannfólkini, sum ikki kenna kynstrið eins væl.
Men hann tekur seg eisini væl betaltan fyri hetta. Tá
Hitch hittir Sara, sum er tíðindakvinna, hóttir hon við
at avdúka hansara góða handil, og samstundis hevur
Hitch úr at gera við púrasta høpisleysa Albert, sum er
fittur, men als ikki skilir konufólk.