týsdagur 24. apríl 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 24. apríl 2001
27
gult27 cyan27 magenta27 svart27
26
Nr. 77 - 24. apríl 2001
gult26 cyan26 magenta26 svart26
– Tað gekk uppá stás
at koma inn í havnina
og til bryggju í Skop-
un. Har var eingin
trulleiki sigur Eyðun
Holm, sum var á
brúnni, tá nýggi
Teistin, Sandoyar-
skipið, fyri fyrstu ferð
legði at bryggju í
Skopun leygardagin.
Hóast veðrið var sera
gott henda dagin, sær
hann tó ikki fyri sær
trupulleikar, tá teir
fara í rutu í næstum
SAMFERÐSLA
Jan Müller
Leygardagurin 21. apríl
var ein stórur dagur hjá
sandoyarfólki,
hestfólki,
kolturfólki og skúvoying-
um. Henda dagin legði
nýggja og stásiliga strand-
faraskipið Teistin at bryggj-
uni í Skopun fyri fyrstu
ferð. Hóast skipið ikki
kemur í fasta rutusigling
fyrr enn um eina tíð, nú
ávís viðurskifti skulu fáast
uppá pláss, so varð rættiliga
nógv gjørt burtur úr henda
søguliga dag. Nógv fólk
hevði leitað sær oman á
bryggjuna at hoyra Bjarna
Djurholm, landsstýrismann
fagna nýggja farinum og
eisini Gerhard Lognberg,
býráðsformann í Skopun.
Sangkórið í Skopun var so
eisini við til at gera løtuna
hugnaliga. Eftir samkom-
una kundi oyggjafólkið fara
umborð at síggja nýggja
skip teirra.
Tá Teistin legði at framm-
anfyri flakavirkið seinna-
partin leygardagin vórðu tað
fleiri skopuningar, sum hildu
fyri, at skipið var í so høgt.
Men tað sigur skiparin er
eingin trupulleiki. –Hetta er
eitt so mikið gott far, tað er
so effektivt og kraftin er so
góð, at hetta verður ikki
nakar trupulleiki. Eyðun
Holm sigur, at tá man er
komin í venjing við at brúka
skipið eisini í ringum veðri,
átti tað heldur ikki verið
nakar trupulleiki at siglt
skipið inn og úr havnini í
Skopun.
Og tað er sannililiga
munur á at standa á brúnni
á Teistanum 21. apríl 2001
samanborið við at standa
við róðurið á gamla Sild-
beranum 11. januar 1967,
tá Eyðun Holm fyri fyrstu
ferð fekk ábyrgdina av at
flyta fólk millum Havnina
og Skopun. Nýggi Teistin
er eitt stásiligt far í allar
mátar og livir upp til tey
nútíðar krøv, sum sett verða
einum strandfaraskipi sum
hesum.
Longst á brúnni
Eyðun Holm man vera ein
tann á brúnni á strand-
faraskipunum, sum hevur
verið longst í arbeiði hjá
SL. Hann byrjaði sum
feriuavloysari
á
gamla
Smyrli í 1966. Fór so um-
borð á Sildberan árið eftir.
Eftir tað hevur hann ført
fleiri skip: gamla Bragd,
Pride, Rituna, Dúgvuna og
Trónd. Siglingin millum
Gomlurætt
og
Skopun
byrjaði í 1993. Hetta var
eitt veldugt framstig, ja
hetta er tann rætta farleiðin
sigur royndi skiparin, sum
ikki ber ótta fyri at verða
spleysaður av av einum
undirsjóvartunnili.
-Tað
verður so ikki í mínari tíð
leggur hann eitt sindur
skemtandi aftat.
Tá Eyðun lítur aftur í tíð-
ina, so eru ótrúligar broyt-
ingar hendar. Tað var longu
eitt øgiligt framstig, tá
nýggja Ritan í 71 avloysti ta
gomlum, ið sakk í 67. Hon
tók fýra bilar. Tveir á dekkið
og tveir í lastina. Í 85
byrjaðu vit við Trónda og
hann tók 13 bilar. Tá koyrdi
man umborð. Nýggi Teistin
tekur 33 bilar, og tað skuldi
nøktað tørvin eini 20 ár
fram, tá hugsað verður um,
at tað er avmarkað við fólki
Sandoynni.
Sjálvur heldur Eyðun
Holm, at sandoyingar eiga at
vera nøgdir við skipið. Tað
er útgjørt við øllum nútím-
ans hentlekikum og kom-
fort. Har eru góð sitipláss og
rúmligt og nosligt. Skipið
siglir 13 míl og siglingar-
tíðin verður einar 20 min.
Enn hava teir so ikki roynt
skipið í øllum veðri, men tað
hevur so stabilisatorar. Nú
verður eingin bíðitíð og tað
er størsta framstigið. Fólk
nýtast ikki seta bilin dagin
fyri.
Veldug broyting
Fyri tann 61 ára gamla
Eyðun Holm er nýggi
Teistin ein veldug broyting
í arbeiðinum. Saman við
skiparanum á hini vaktini,
Høgna Samuelsen, sær
hann fram til at fara sigla
millum Gomlurætt, Hest og
Skopun við nýggja farin-
um. Enn skulu onkrar ábøt-
ur gerast í Hesti men har
verður helst siglandi eina-
ferð í summar. Sjálvur
heldur Eyðun, at ikki minst
fyri hestfólk verður Teistin
eitt veldugt framstig, tí tað
kann vera við til at halda lív
í oynni. Við føstum sam-
bandi og betri flutnings-
møguleikum morgun sum
kvøld skuldi hetta verið
sera hent hjá hestfólki.
Sum so heldur hann, at
Teistin eisini er ein týðandi
brikkur í útoyggjamenn-
ingini, sum nú verður tosað
so nógv um. Hann er so ein
ítøkilig broyting til tað
betra. Og tá vit spyrja
roynda skiparan hjá strand-
ferðsluni, hvat hann heldur
um nógva privatiserings-
tosið, so tykist hann ikki
ovurfegin um tað. –Eg
haldi ein almenn fyritøka
sum Strandferðslan, sum
átekur sær ábyrgdina av
ferða- og farmafólkaflutn-
ingi millum allar oyggj-
arnar man vera tann besta
trygdin hjá útoyggjum, og
tí ivist eg eisini stórliga í,
hvør privat tímir at sigla
uppá Hest og Koltur og
onnur smápláss. Best man
vera sum er heldur hann
fyri og vísir harvið stórt álit
á
sínum
arbeiðsgevara
Strandferðsluni, ikki minst
nú hon hevur givið teimum
hetta nýggja og stásiliga
farið til sigling um Skop-
unar- og Hestfjørð.
Nýggi Teistin ein veldug broyting
Nýggi Teistin her fyrstu ferð við bryggju í Skopun leygardagin
Mynd Jan Müller
Eyðun Holm, skipari her saman við Høgna Samuelsen, starvsfelaga á hini vaktini og enn einum
“skipara”, á eini aðrari brúgv, nevniliga stjóranum á Strandferðsluni, Reidar Nónfjall
Mynd Jan Müller
Fleiri tingmenn vóru við til hátíðarhaldið
Mynd: Jan Müller
– Hetta má sigast at
vera eitt tað størsta
tiltakið, sum er gjørt
fyri Sandoynna í
nýggjari tíð, segði ein
bersøgin Gerhard
Lognberg, borgar-
stjóri í Skopun, tá
nýggja skipið Teistin
fyri fyrstu ferð legði
at bryggju í bygdini
STRANDFARASKIP
Stefan í Skorini
Tað var ein ikki sørt errin
Gerhard Lognberg, sum
stóð fyri Teistanum, tá
nýggja
stásiliga
skipið
stevndi um Skopunarfjørð
og inn til ferjuleguna.
Henda stórhendingin hevði
savnað nógv fólk niðri við
bryggjuna,
sum
góvu
stórfingna skipinum stór-
fingna móttøku.
Leingi hevur hann verið á
veg, men endiliga gekk
sjón fyri søgn. Sandoyingar
hava fingið heilt nýtt skip
til at røkja týdningar mikl-
astu farleiðina hjá fólki á
oynni.
Teistin
avloysir
gamla Trónd, sum nú er
vorðin 42 ára gamal og
hevur tænt fyri seg. Skipa-
eftirlitið hevur givið hesum
skipi undantaksloyvi nakrar
ferðir, so hann framhald-
andi kundi røkja siglingina.
Stór broyting
Gerhard vísti í røðu síni á
teir nógvu fyrimunirnar,
sum eru við nýggju ferjuni.
Fyrst og fremst fer hetta at
binda Sandoynna nærri
meginøkinum saman við
nýggja
vegnum,
sum
verður
gjørdur
millum
Havnina og Gomlurætt.
– Nú verður lættari at
sigla ímillum oyggjarnar,
og tað yngra fólkið fer
óivað at støðast betur úti á
bygdunum, legði Gerhard
dent á í taluni.
Borgarstjórin vísti eisini
á, hvussu skjótt tað hevur
gingið, frá tí at skipið varð
projekterað til nú, tá skipið
er farið í sigling, og tað er
gleðiligt.
Gerhard minnist aftur á
tíðina, tá gamla Ritan røkti
farleiðina til Havnar, og tá
hon varð sett í sigling, var
tað eisini mett at vera eitt
stórt framstig. Eins og tað
er við Teistanum.
Áðrenn hetta var sigl-
ingin á privatum hondum.
Tað
var
skopuningurin
Jákup Andrias Joensen,
sum átti og førdi rutubátin
Borðoyarnes. Eisini aðrir
bátar sigldu so sum Bryn-
hild hjá Kristoffuri Poul-
sen.
Gerhard vísti í hesum
sambandinum á, at Tróndur
hevur verið teimum góður,
men tíðirnar broytast, og
tørvurin skiftir eisini. Tí var
alneyðugt við nýggjum
skipi nú.
Stuðlar vinnulívinum
Síðani sváru kreppuna, sum
rakti Sandoynna serliga
meint, hevur vinnulívið
ment seg nógv seinastu
árini. Í dag eru fleiri fiska-
virkir í oynni. Gerhard vísti
á, at vinnulívið í oynni fer
at hava gott av betraðu
samferðsluviðurskiftunum.
Sandoy Seafood og Lido
Seafood kunnu nú hava
frystibingjur standandi í
oynni, sum kunnu koyrast
umborð á Teistan.
Gerhard
nýtti
eisini
høvið at lýta fram í tíðina:
– Tann næsta broytingin
verður kanska, at undir-
sjóvartunnil verður gjørdur
undir Skopunarfjørð, men
tað má bíða nakað enn,
men helst ikki alt ov leingi,
segði borgarstjórin.
At enda takkaði hann
landsmyndugleikunum og
Skála Skipasmijðu fyri eitt
gott arbeiði og ynskti sand-
oyingum, skúvoyingum og
hestfólki hjartaliga tillukku
við skipinum.
Borgarstjórin í Skopun fegnast:
Størsta tiltakið fyri Sandoynna nakrantíð
Gerhard Lognberg saman við soninum frammanfyri nýggja skipinum Teistanum. Gerhard fegnast um nýggja skipið og vísir á
teir møguleikar, vinnulívið nú hevur fyri at mennast
Mynd: Jan Müller
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður við
vinnumálum, gleðist
um, at nýggja ferjan
fer at betra sam-
ferðsluviðurskiftini
hjá sandoyingum
munandi, og vísti á
tørvin við nýggjum
skipi, tí miðalaldurin
á flotanum nú er
vorðin 32 ár
SAMFERÐSLA
Stefan í Skorini
– Kreppan, sum rakti okk-
um, førdi til íløgusteðg í
øllum tí føroyska samfelag-
num. Ikki minst Strandfara-
skipini vórðu rakt av vána-
ligu fíggjarstøðuni, og úr-
slitið hevur verið, at miðal-
aldurin á skipaflotanum er
vorðin 32 ár, segði Bjarni
Djurholm í sínari røðu.
Tí er tíðin kom til, at
fleiri nýbygningar koma til
landið og fara at gera tað
liviligari hjá fólk á út-
oyggjum.
Hetta
hevur
leiðslan á Strandferðsluni
eisini gjørt vart við fleiri
ferðir, men nú er endiliga
eitt nýtt skip at síggja.
Bjarni segði, at tað var
eisini gott fyri føroyskt
vinnulív, at Skála Skipa-
smiðja hevði staðið fyri
byggingini. Hóast trupul-
leikar vóru við polsku
skipasmiðjuni og seinking-
ar, hevur Skála Skipa-
smiðja megnað at fullføra
verkætlanina fyrimyndar-
liga.
Ikki seinasta
verkætlanin
Landsstýrismaðurin
við
vinnumálum vísti eisini á,
at hetta skipið er týðandi
liður í arbeiðnum at betra
um samferðsluviðurskiftini
millum miðstaðarøkið og
útoyggjarnar. Aðrar út-
byggingar, sum eru tengdar
at Teistanum, eru umbygg-
ingar av Skopunar havn og
havnini í Hesti og nýggi
vegurin millum Havnina og
Gomlurætt. Tá hesar verk-
ætlanir verða lidnar, fæst
størri nytta úr skipinum,
vísir Bjarni Djurholm á.
Í sama viðfangi nevndi
hann eisini suðuroyar-ferj-
una, sum skal skapa betri
trivna í Suðuroynni.
Framkomið skip
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni, sigur, at
henda ferjan er tann fyrsta í
danska kongaríkinum, sum
er
bygd
samsvarandi
nýggju altjóða krøvunum
um bygging at ferjum.
Tískil er tað eitt framkomið
skip, ið sandoyingar nú
hava fingið.
Tað er eisini neyðugt, tí
4.500 einstakir túrar verða
gjørdir árliga um Skopun-
arfjørð, ið verður mett sum
opið hav. Árliga verða flutt
umleið 100.000 ferðandi og
30.000 akfør. Tí krevur
farleiðin eina nýggja og
meira tíðarhóskandi ferju.
Reidar vísir á, at fyrireik-
ingin tók eitt ár og átta
mánaðir, meðan byggingin
tók eitt ár og níggju mán-
aðir.
Hann leggur afturat, talan
er um eitt menningarlop
uppá 30 ár, har vit hava
innheintað tey tíggju árini
og nøkta tørvin tey næstu
tjúgu árini.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður:
Stórt framstig fyri oynna
Snotiligt er inni í skipinum, sum skal flyta 100.000 ferðandi um Skopunarfjørð árliga