Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. apríl 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 77 - 24. apríl 2001 gult24 cyan24 magenta24 svart24 Nr. 77 - 24. apríl 2001 25 gult25 cyan25 magenta25 svart25 Finalan í parkappingini í bridge varð leikt leygardagin, og eftir 11 spennandi tímar var greitt, at Bogi Simonsen og Niels Nielsen kunnu rópa seg føroyameistarar BRIDGE Arnbjørn Sivertsen og Bogi Simonsen FM pør finala Finalan um FM heitið í bridge fyri pør var leygardagin í Bridgehúsinum í Havn. 16 pør høvdu ognað sær rætt til luttøku í finaluni. Spælast skuldu 15 umfør á 5 spøl. Hesin háttur er ikki royndur áður, og sigast má, at hann royndist sera væl. Klokkan 10:00 varð lagt til brots, og liðugt var at spæla umleið kl 21:00. Í einari finalu er altíð torført at útnevna favorittar, og soleiðis var eisini hesu ferð. Vit eiga nógv javnt sterk pør, og kappingin gjørdist eisini avbera spenn- andi. Símin Lassaberg og Árant Berjastein, sum vunnu semifinaluna so suverent, byrjaðu væl og lógu á odda eftir tey fyrstu umførini. Sum kappingin leið vóru tað kortini trý onnur pør, ið fóru frá feltinum. Teir ungu eysturing- arnir Pól Egholm og Magni Jøkladal lógu fremstir tað mesta av kappingini við Boga Simonsen og Niels Nielsen tætt í hølinum. Eisini Árni Dam og Marner Joensen vóru væl við til tað síðsta. Í næstseinasta umfari fingu Bogi og Niels eitt ordans hál og fóru framum. Støðan helt sær í tí seinasta umfarinum, so at Bogi og Niels vunnu kappingina og føroyameistaraheitið. Nr 2 gjørdust Pól og Magni, og Árni og Marner fingu triðja pláss. Bogi vann fyri tveimum árum síðani FM kappingina fyri pør saman við Arna Mikkelsen, og eisini Niels hevur roynt hetta áður, men so skulu vit eisini aftur til 1977, tá hann vann FM pør saman við Eyðuni Jensen. Fyrireikararnir av kappingini, FBS og annað gott hjálparfólk, skulu hiðani fáa stórt rós fyri væl skipaðar kappingar í seinastuni. Serliga tað, at tíðirnar vóru væl hildnar, gleddi leikararnar. Men eisini á annan hátt kom FBS væl frá tiltakinum, m.a. høvdu tey áskoðaravinarlig barometer við úrslitum og kortfordeilingum á. At ein skal hava undanvind fyri at vinna eina slíka kapping, vita allir bridgespælarar. Tað er hetta spælið eitt gott dømi um. Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen meldaðu í hesum spælinum ein góðan slemm, 6rú. Men? AQJ K10976 J987 AK6 AQ65 K1032 Q10 8 Eitt gott meld, hugsaði Jóannes, tá ið hann sá borðið, tí 6sp hevur ikki góðar møguleikar at vinna. Men tá tað vísti seg, at rútarin sat 5-0 ímóti, hevði kontraktin ongan møguleika og fór tveir niður. Fyri at fáa góð spøl í einum stórum felti, mást tú ”gambla” av og á. Hetta spælið kom í næstseinasta umfari. Bogi og Niels spældu ímóti Oddmari Danielsen og Einari Ellingsgaard. Hondin hjá Boga: 97 9653 D1074 KB8 Makkarin, Niels, opnaði við 1sp, og Oddmar meldaði 2rú inn. Hann var einsamallur í hættu. Hvat skuldi Bogi nú melda? Í einum liðdysti hevði tað verið lætt at dupla 2rú via eitt kravpass, men í einari parakapping kann tað kosta nógv. Bogi valdi kortini at royna tað. Hann meldaði pass (kravpass), Niels duplaði, og úrslitið varð, at 2rú duplaðir fóru tveir niður, og føroyameistararnir fingu 500 inn. Spælið gav ein tvíbýttan topp +6 á barometrinum, tí eisini Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen duplaðu Hans Jacob Petersen og Arnbjørn Sivertsen í somu kontrakt. Alt spælið sá soleiðis út: V/NS KQ4 2 AJ982 A754 AJ865 97 AKQ7 9653 63 Q1074 Q2 KJ8 1032 J1084 K5 10963 Sum kortini sita, kunnu EV vinna 8 ella 9 stikk í einari hjartarakontrakt. Mótspælið skal altíð hava eitt stikk í kleyvara, tvey í rútara, eitt í hjartara og eitt í spaðara. FM pør finala Úrslit Spæld vóru 75 spøl Miðal er 0 nr par stig 1 Bogi Simonsen – Niels Nielsen 139 2 Magni Jøkladal – Pól Egholm 120 3 Árni Dam – Marner Joensen 86 4 Jóannes Mouritsen – Heðin Mouritsen 49 5 Árant Berjastein – Símin Lassaberg 23 6 Rói á Rógvu Joensen – Allan Dal-Christiansen 13 7 Hans Jacob Petersen – Arnbjørn Sivertsen -3 8 Dia Jacobsen – Jógvan Ranghamar -6 9 Reimund Langgaard – Bjarki Johannesen -20 10 Henriette Svenstrup – Ingibjørg Hansen -24 11 Hans Egil Joensen – Edmund Joensen -32 12 Eybjartur Danielsen – Hallberg Arnfríðsson -34 13 Oddmar Danielsen – Einar Ellingsgaard -69 14 Øssur Winthereig – Luitjen Apol -74 15 Mortan Rasmussen – Finn Ougaard -84 16 Zakaris Joensen – Salomon Joensen -87 Kappingarárið hjá FBS er nú liðugt, men FM kappingin fyri kvinnupør, sum fyrr í vetur varð avlýst vegna ov lítla undirtøku, verður ætlandi spæld okkurt av teimum komandi vikuskiftunum. Eisini hava vit tvær altjóða kappingar við føroyskari luttøku at síggja fram til. Norðurlendska kappingin fyri steypavinnarar verður í Rottneros í Svøríki 11. - 13. mai. Føroyar verða umboðaðar av Símin Lassaberg, Árant Berjastein, Árni Dam og Marner Joensen. Í juni verður unglinga NM í Svøríki. Spælt verður í Trelleborg í Suðursvøríki í døgunum 17. - 23. juni. Á føroyska unglingalandsliðnum leika Reimund Langgaard, Arne Mikkelsen, Magni Jøkladal, Pól Egholm, Gunnar Mouritsen og Høgni Vesturklett. Spennandi verður at síggja, hvussu hesi bæði liðini fara at klára seg í hesum sera hørðu kappingunum. Norður- lendskir bridgespælarar teljast avgjørt millum teir fremstu í heiminum, so tað skal spælast væl, um vit skulu hava nøkur góð úrslit í hesum kappingunum. Vit kunnu so ikki annað enn bara ynskja teimum góða eydnu. Á heimasíðuni hjá Havnar Bridgefelag (www.bridge.fo) verða lagdar slóðir til hesar kapping- arnar, so øll kunnu fylgja við, hvussu leikur fer. Bogi og Niels vunnu Bogi Simonsen og Niels Nielsen vunnu FM kappingina fyri pør Nr. tvey gjørdust Pól Egholm og Magni Jøkladal, meðan Árni Dam og Marner Joensen gjørdust nr. 3 Starvið Í Mentamálastýrinum/Landsmiðstøð- ini eru nakrir tímar sum ráðgevi leysir at søkja til setanar frá 1. august 2001. Ráðgevingin fatar um lærugreinirnar landalæru og søgu/samtíð. Dentur verður lagdur á, at arbeitt verður í tvørgreinaligum høpi,og møguleiki er at søkja eina ella fleiri lærugreinir. Samanlagt eru 8 lønartímar um vik- una at søkja (ein lønartími svarar til umleið 11/2 fyrisitingartíma). Vanliga verður ráðgevi settur við 8 til 12 lønar- tímum um vikuna. Førleikakrøv Umsøkjarar eiga at hava hollan ástøði- ligan kunnleika og starvsligar royndir í viðkomandi lærugrein/-um og starvs- økjum, starvið fatar um. Væntað verð- ur, at lærugreinaráðgevin hevur før- leika og er hugaður at nýta KT í ráð- gevastarvinum. Setanar- og lønartreytir Lærugreinaráðgevin verður settur eftir avtalu millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag. Tann, ið settur verður, skal undirvísa írestandi tímar- nar í skúlanum, har viðkomandi starv- ast dagliga. Ein starvslýsing er galdandi fyri ráð- gevastarvið. Lagt verður upp til eitt skipað samstarv millum ráðgevarnar, møguliga í tvørgreinaligum bólkum. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø. skal verða Landsmiðstøðini, Hoyvíksvegi 72, Postrúm 3084, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. mai 2001. Gjøllari upplýsingar fáast frá leiðar- anum á Landsmiðstøðini, tlf. 318825. Mentamálastýrið og Landsmiðstøðin Lærugreinaráðgevi Mentamálastýrið Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,menta- mál og gransking.Harumframt hevur stýrið uppgávur,ið viðvíkja kirkju,loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Landsmiðstøðin er tænastustovnur í undirvísingarverkinum. Landsmiðstøðin sýnir fram og lænir út undirvísingaramboð, hevur verkstaðarmøguleikar, hevur saman við Mentamálastýrinum eina lærugreinaráðgevaskipan og skipar fyri fak- og inspiratiónsskeiðum fyri lærarum. MASKINMEISTARAÚTBÚGVING tín møguleiki - títt val Byrjað verður 6. august 2001 Maskinmeistaraútbúgvingin er mest fjølbroytta hægri yrkisútbúgving sum fáast kann yvirhøvur í Føroyum, og tí gevur sera stórar møguleikar bæði á sjógvi og landi, umframt eisini oljuvinnuni, har maskinmeist- arar t.d. er størsti yrkisbólkur. Útbúgvingin tekur 3 ár, men tað er eisini møguligt at gevast eftir próv- tøku fyrsta árið, og gevur hesin eitt ára lesnaður ávís rættindi sum maskinistur. Hevur tú hug at gerast maskinmeistari, so skalt tú seta teg í samband við skúlan, so senda vit tær upplýsingar um upptøkutreytir og lesnaðin saman við umsóknarblaðnum. Síðsta freist at søkja er 1. juni 2001 MASKINMEISTARASKÚLIN Undir krákugjógv 5, FO-100 Tórshavn, tlf. 312661, fax 318545 E-mail: mms@mec.fo , Heimasíða: www.mec.fo Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16 Uppsetan og skipan av barrum Brúdleyp Rundar føðingardagar Starvsfólkaveitslur Ársveitslur Reseptiónir og tílíkt Til: Hans á Lag Sp/f Tlf. 21 93 83 hanslag@post.olivant.fo Sosialurin 311820 Kostnaður pr. stk. fyri litmynd: 10x15 cm. kr. 80,- 13x18 cm. kr. 100,- 15x21 cm. kr. 130,- 18x24 cm. kr. 150,- 20x30 cm. kr. 200,- 30x45 cm. kr. 350,- Fyll henda lepan út. Klipp myndina út og send hana saman við lepanum til Sosialin. Tíðindablaðið Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Navn: Blað nr.: Síða: Stødd: Mongd: Bústaður: Telefon: Nú er møguleiki at keypa myndir sum standa í Sosialinum við Í Býin - hvønn hósdag