hósdagur 6. september 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 6. september 2007
27
tíðindi
Stutt Sagt
Sveits
goymir
milliónir
Tann størsti bankin í
Sveits, Julius Bär, hevur
góð viðurskifti við donsk
ríkfólk, og nú hevur
bankin sett danir í starv,
so tey donsku viðskifta
fólkini kunnu fáa betri
tænastu, skrivar Nyheds
avisen. Tað er kortini ikki
gvør sum helst, sum kann
seta sínar pengar í sveits
iska bankan. Men hevur
tú minst fimm mió. krónur
at seta inn har, ert tú væl
komin, og afturfyri fært
tú vissu fyri, at skatta
valdið fær ongantíð at
vita, hvussu nógvar peng
ar tú eigur á kontu í Julius
Bär, ella hvussu nógv tú
hevur fingið í rentu av
pengunum.
Óheppin
heilsan
Í Eysturríki er ákæruvald
ið farið undir at avhoyra
nakrar ungar eysturríksk
ar hermenn, tí ein sjón
bandsupptøka hevur víst,
at teir brúka ta gomlu
nazistaheilsanina Heil, tá
teir heilsast. Sjónbands
upptøkan varð gjørd við
einari fartelefon og seinni
løgd út á heimasíðuna You
Tube. Í Eysturríki, sum
hevur havt ilt við at viður
kenna sítt veruliga tilknýti
til Nazitýskland, verða
nazistiskar heilsanir og
onnur tekin frá nazitíðini
mett sum brotsverk.
Svenskir
pengar
í orku
Fyri tveimum árum síðani
brúkti svenska orkufelagið
Vattenfall meiri enn átta
mia. krónur til at keypa
seg inn í donsk orkufeløg,
soleiðis at felagið stendur
fyri umleið einum fjórð
ingi av orkuframleiðsluni
í Danmark. Nú hevur Vat
tenfall gjørt av at seta
seks mia. krónur í vind
mylluvirkir og orkuverk í
Danmark,
skrivar
TT.
Leiðslan í Vattenfall sigur,
at hetta er bara ein partur
av einari stórari íløguætl
an, tí væntandi fer felagið
at at gera íløgur fyri einar
80 mia. svenskar krónur
tey næstu níggju árini.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Skiparin á Danica White hugsaði meiri um
reiðaríið enn um trygdina hjá manningini
(Fakfelagið hjá manningini).
útlond
Amerikanski
flogævintýrarin Steve
Fossett er horvin
á einari flogferð í
Nevadaoyðimørkini
Tann 63 ára gamli Steve
Fossett hevði bara brenni
evni til at flúgva í fýra
tímar, tá hann fór á flog í
lítla flogfari sínum mána
kvøldið, og tá hann ikki
kom aftur sum ætlað, varð
farið at leita eftir honum.
Í gjár leitaðu flogfør
ymsastaðni í Nevadaoyði
mørkini, men tey funnu
hvørki flogfarið ella mann
in. Sambært CNN veit eing
in, hvønn veg Steve Fossett
ætlaði sær at flúgva, og tí er
tað trupult at leita. Sum
skilst var eingin fallskíggi í
flogfarinum.
Steve
Fossett
gjørdist
heimskendur, tá hann í
2002 sum tann fyrsti nak
rantíð fleyg einsamallur
kring Jørðina í ballón. Trý
ár seinni endurtók hann
ferðina í einum lítlum flog
fari. Hann hevur roynt
ymiskt og hevur sett ikki
minni enn 115 heimsmet,
harav nógv tey flestu í luft
ini.
Tríggir menn, sum
eru tiknir í Týsklandi,
skuldu helst søkja at
altjóða floghavnini
í Frankfurt og amer
ikonsku herstøðini í
Ramstein
Tað var eftir øllum at døma
í tøkum tíma, tá týska
løgreglan handtók tríggjar
menn síðstu nátt.
Menninir vóru vorðnir
ein hóttan nú, segði Franz
Josef Jung, verjumálaráð
harri, og rósti løgregluni
fyri at hava avdúkað menn
inar.
Týskir
fjølmiðlar
halda, at orðini hjá ráðharr
anum eru ein ábending um,
at teir tríggir menninir vóru
lidnir at fyrireika seg og
vóru til reiðar at seta sínar
ætlanir í verk.
Altjóða
floghavnin
í
Frankfurt er tann triðstørsta
í Evropa og tann størsta í
Týsklandi, og amerikanska
herstøðin í Ramstein er
eisini ein av teimum stóru,
sum USA hevur uttanlands.
Týska ákæruvaldið segði
í dag, at teir tríggir menninir
hava verið uppi í einum
islamistiskum
yvirgangs
felagsskapi,
og
at
teir
skuldu fremja sínar atsóknir
við bilbumbum. Sagt verð
ur, at løgreglan hevur funn
ið spreingievni.
Sambært Sky News eru
tveir av teimum tiknu monn
unum týskir ríkisborgarar.
Tann triði er pakistani.
Skuldu søkja at
risastórari floghavn
Floghavnin í Frankfurt er tann triðstørsta í Evropa
Ævintýrari horvin
Tann 63 ára gamli
ævintýrarin hevði ikki
fallskíggja í flogfarinum