Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 tíðindi Nr. 172 - 6. september 2007 Serliga føroyingar við krabbameini kunnu fáa stórt gagn av at fara til Íslands í viðgerð, tí á hesum øki eru teir sera frammaliga. Men íslendingar duga eisini sera væl at viðgera hjún, sum ikki kunnu fáa børn og at viðgera sjúkur hjá eldri fólki Sjúkuviðgerð Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skulu føroyskir sjúk­ lingar hava fleiri møguleikar at søkka sær heilsubót. Higartil eru sjúklingar, sum hava tørv á at fara utt­ anlands at fáa viðgerð, í nógv størstan mun sendir til Danmarkar á sjúkrahús. Men Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsu­ málum, sigur, at hereftir skulu føroyingar eisini hava møguleikan at fara til Ís­ lands í nógv størri mun enn nú. Og gongst sum hann ætl­ ar, verður tað heilt skjótt, at ein avtala verður gjørt ímill­ um føroyskar og íslendskar myndugleikar um at senda føroyskar sjúklingar til Íslands at fáa viðgerð. Tað var Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, sum spurdi um møguleikarnar fyri at senda føroyingar til Íslands at fáa viðgerð, ístaðin fyri bara at brúka sjúkrahús í Danmark. Ført varð fram, at hvat viðvíkur viðgerð fyri krabbamein, fær danska heilsuverkið meiri ivingar­ samt skoðsmál, samstundis sum íslendska heilsuverkið liggur heilt í topp í øllum heiminum. Samstundis kunnu før­ oyskir sjúklingar brúka Sjó­ mansheimið og hotelli hjá Reyða Krossi til sjúklinga­ hotell. Avtala í heyst Hans Pauli Strøm sigur, at hetta er eitt mál, sum hann hevur arbeitt við og hann sigur, at ein avtala við íslendska heilsuverkið er nokk so nær. Hann sigur, at føroyska almanna­ og heilsumálaráð­ ið og íslendskir myndug­ leikar hava havt nakrar fundir um skipað samstarv á heilsuøkinum. Samstundis vóru læknar og sjúkrarøktarfrøðingar úr Íslandi fyrr í ár í Føroyum á kunningarferð. Hans Pauli Strøm sigur, at ætlanin er at gera eina yvirskipaða, politiska av­ talu um samstarv hesum arbeiða føroyskir og ís­ lendskir myndugleikar við. Gongst sum ætlað, verður ein slík avtala klár at undir­ skriva longu nú í heyst. Samstundis verður arbeitt við at gera eina avtalu ímill­ um føroyska heilsuverkið og landssjúkrahúsið í Íslandi um hvørjar servið­ gerðir, hendan avtalan skal fevna um og, hvørji tilboð føroyskir sjúklingar annars skulu fáa í Íslandi. Hans Pauli Strøm sigur, at eini 95% ­ 97% av øllum føroyingum, sum fáa við­ gerð uttanlands, fara til Danmark. Men seinastu árini hevur tað vundið upp á seg at senda sjúklingar til Íslands, og aðrastaðni við og tað er hetta, sum ætlanin at skapa betri møguleikar fyri. Hann sigur, at serliga verður hugsað um at senda krabbameinssjúklingar til Íslands í teimum førum, har stráluviðgerð krevst upp­ undir eina skurðviðgerð. Í Íslandi er bíðitíðin stutt og viðgerðin effektiv, legði hann afturat. Hann segði eisini, at íslendingar hava eisini góð úrslit í at viðgera pør fyri barnloysi og tað er eitt til­ boð, sum fleiri føroysk pør hava tikið av. Men ætlanin er eisini, at samstarvið við íslendingar skal eisini fevna um aðrar heilsutænastur. Eitt nú nevnir Hans Pauli Strøm, at hvat eldrasjúku­ frøði viðvíkur, hava vit at kalla ongar førleikar í Føroy­ um, samstundis sum at íslendingar eisini á hesum øki eru ógvuliga frammar­ laga. ­ Samanumtikið kemur samstarvið við Ísland at fevna um tríggjar tættir. Fyrsti táttur er at vit senda sjúklingar til Íslands til við­ gerðar. Annar táttur er, at bæði londini skulu sam­ starva um starvsfólk. Eisini tað kann verða gagnligt fyri báðar partar. Hann vísti á, at føroyingar hava stórt trot á serlæknum og íslendingar hava stórt trot á heilsurøktar­ frøðingum. Og triði tátturin er at byggja upp ein vitanar før­ leika í báðum londunum, so at heilsustarvsfólk í báðum londum kunnu vera við í skipanum, so at heilsustarvs­ fólk arbeiða í styttri tíð hjá hvørjum øðrum. Stóra undirtøku Løgtingslimir taka sum heild væl undir við, at roynt verður at útvega føroyingum aðrar møguleikar fyri at fáa grøðing enn bara at senda sjúklingar til Danmarkar, mest sum automatiskt. Bæði Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen úr Tjóð­ veldisflokkinum, Bill Justinussen úr Miðflokkinm, Kaj Leo Johannesen og Lis­ beth L. Petersen, úr Sam­ bandsflokkinum fegnaðust øll um, at føroyingar fáa ein møguleika afturat. Óvissa um rundkoyring í Gøtudali Enn er ógreitt, nær ætlaða rundkoyringin í Gøtudali, á krossvegnum til Fuglafjarðar og Leirvíkar, verður gjørd. Tað kom fram, tá ið Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, vildi hava at vita, hví Landsverk ikki fer undir arbeiðið, hóast løgtingið hevur samtykt at tað skal gerast. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, staðfesti at Gøtu Kommuna vildi hava, at rundkoyringin eisini skuldi bindast í ídnaðarøkið. Semja var um, at Gøtu Kommuna skuldi bera eykakostnaðin. Nú projektið er dagført, verður mett, at eykakostnaðurin er 1,5 millión. Men nú hevur Gøtu Kommuna heitt á Landsverk um at bera eykakostnaðin, tí hon metir ikki, at tað er hennara uppgáva. Men Bjarni Djurholm vil ikki broyta projektið so munandi uttan at løgtingið hevur samtykt tað og ein umsókn um tað er á veg í løgtingið. Sjúkir føroyingar fáa nú fleiri møguleikar fyri grøðing Higartil eru føroyskir sjúklingar næstan automatiskt sendir til Danmarkar á sjúkrahús, men nú er ætlanin at fleiri og fleiri skulu sendast til Íslands. Gongst sum ætlað, verður avtala um samstarv ímillum føroyingar og íslendingar á heilsuøkinum, undirskrivað longu nú í heyst Maria Guttesen í Klaksvík Í kvøld klokkan 21 fer Maria Guttesen at hava konsert í Klaksvík. Hendan verður hildin í Atlantis, og hevur Maria egnan bólk við sær. Upphitingini stendur Gurið Hansen fyri. Framførslan er partur av Føroya­ferðini, har Maria spælir tríggjar konsertir. Hinar báðar konsertirnar eru í Klubbanum á Tvøroyri, har hon spælir fríggjakvøldið. Og leygarkvøldið er talan so um framførslu í Norðurlandahúsinum í Havn.