Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindi Nr. 172 - 6. september 2007 Men kanska letur hann upp upp um ein mánað, men so skal hann stongjast aftur í nakrar vikur næsta summar fyri at gera hann endaliga lidnan Hovstunnil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Miðað verður nú eftir at tunnilin ímillum Øravík og Hov kann takast í nýtslu um ein mánað. Tað upplýsti Bjarni Djur­ holm, landsstýrismaður í vinnumálum, í morgun. Teir báðir løgtingsmenn­ inir, Hergeir Nielsen og Johan Dahl, hava spurt landsstýrismannin, hvat tað er, sum forðar fyri, at tunn­ ilin verður tikin í nýtslu, tí at síggja til, er hann lið­ ugur. Men hann er ikki liðugur, staðfesti landsstýrismað­ urin. Í Sosialinum mánadagin vistu vit at siga, at ætlanin var, at Landsverk skuldi yvirtaka tunnilin fríggjadag­ in, men tað vildi Landsverk ikki, tí alt var ikki, sum tað skuldi. Bjarni Djurholm sigur, at tað eru ymsar tekniskar innleggingarnar í tunlinum, ið ikki eru, sum tær skulu. Stongjast næsta summar Men tað er eisini ein annar stórur trupulleiki. Tað er at portalurin, sum er tað stoypta pettið í tunnilsmunn­ anum, øravíkarmegin, er heldur ikki sum tað skal, tí tað kemur ov stutt út úr tunlinum við teirri avleið­ ing, at vandi er fyri, at tað ríður á vegin. Ætlanin var, at tað skuldi røkka longur út, men fjallið inni í tunlinum var so vána­ ligt, at tað var neyðugt at skumpa portalin longur inn enn ætlað, men stoypt varð upp í hann uttanfyri og tí røkkur hann ov stutt út. Av trygdarávum er avgerð tí tikin um at longja portalin nakrar metrar, segði Bjarni Djurholm. Annars skal tunnilin vera liðugur í desembur í ár eftir sáttmálanum og kanna verð­ ur nú eftir um tað ber til at longja portalin og gera tunnilin heilt lidnan áðrenn tíðarfreistin er úti. Men letur tað seg ikki gera, ber til at tryggja tunn­ ilsmunnan fyribils og at lata hann upp fyri almenna ferðslu. Verður tann loysnin vald, er ætlanin at gera tær teknisku innleggingarnar lidnar og so kann tunnilin latast upp í oktobur. Men so verður neyðugt at stongja tunnilin aftur í nakrar vikur næsta summar fyri at gera portalin í tunn­ ilsmunnanum endaliga lidn­ an. Sjálvur vildi hann helst, at tað hevði borið til at latið tunnilin upp áðrenn veturin kemur, so at suðuroyingar sleppa undan fjallavegnum í vetur. Nú skal hann hava eina frágreiðing frá Landsverki og so verður endalig støða tikin. Kanna verður eisini um Landsverk skal krevja endurgjald frá Ístaki fyri eykakostnaðin sum stendst av at longja portalin. Víst varð á, at tað er meiri enn eitt ár síðani, at Ístak gjørdi vart við, at Portalurin varð og stuttur og Bjarni Djurholm varð spurdur, hví hann so longu varð longdur fyri at sleppa undan at draga tað út at taka hann í nýtslu. Men tað fekst onki svar til tann spurningin. Løgtingsmenn vilja ikki geva fólk stuðul, sum hava ráð at keypa bátar fyri milliónir og Magni Laksáfoss vil ikki gera undantak í lógini Bjargingarútgerð og mvg Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Allir teir túsundtals føroy­ ingar, sum eiga smábát, sleppa heldur ikki framyvir undan at betala mvg av b j a r g i n g a r ú t g e r ð i n i umborð Tað gjørdi Magni Laksá­ foss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, greitt í fyri­ spurningi frá Kára P. Høj­ gaard í løgtinginum í morg­ un. Sjálvstýrismaðurin úr Eysturoy heldur at tað er órímiligt, at bátseigarar skulu betala mvg av bjarg­ ingarútgerðini umborð. Hann vísir á, at tað er fáa staðni, at so stórur partur av fólkinum hevur egnan bát og harafturat heldur hann, at tað hevur sera stóran týdning at trygdin er so góð so gjørligt. Hann hugsar serliga um, at farvatnið ímillum oyggj­ arnar er mangan baldrut og tí hevur tað serligan týdn­ ing, at bjargingarútgerðin er í lagi. Men so leingi hon er óneyðuga dýr, er vandi fyri, at hon ikki verður skift út eftir forskriftunum og tí vil hann hava hana mvg fría. Onki undantak Magni Laksáfoss gjørdi púra greitt, at mvg lógin er ikki ein studningslóg og miðja verður eftir at hava so fá undantøk, sum gjørlig í mvg lógini, fyri at gera hana lættari at umsita og fyri at máa støðið undan lógini. Tí fer hann ikki at gera undantak, so at bjargingar­ útgerð verður mvg frí, tí tað er tað saman sum at lata studning. Tað er eisini greitt, at landsstýrismaðurin fekk undirtøku frá flestu løgtings­ monnum, sum høvdu orð­ ið. Hendrik Old vísti á, at teir, sum hava vinnuligar bátar, fáa mvg endurgoldið. ­ Men tað sær út til, at Kári P. Højgaard heldur, at allir, sum eiga luksusbátar, skulu eisini sleppa undan mvg. Karsten Hansen helt, at teir, sum hava ráð at keypa bát fyri fleiri hundraðtúsund krónur, ella milliónir høvdu saktans eisini ráð at keypa bjargingarútgerðina og Tórbjørn Jacobsen helt, at álopini á mvg skipanini minti mest um valagn, har tað skuldi gjarast út til væl­ bjargaðar føroyingar, sum høvdu ráð at keypa bátar fyri milliónir. Smábáteigarar fáa ikki stuðul Kann draga út at lata Hovstunnilin upp Teir, sum hava ráð at keypa bát fyri hundraðtals túsund, ella milliónir, hava eisini ráð at keypa bjargingarútgerð og tí skulu teir ikki hava almennan studning, halda fleiri løgtingslimir Pavarotti deyður Heimskendi tenorurin Luciano Pavarotti andaðist í nátt, 71 ára gamal. Pavarotti varð skorðin fyri krabbamein í fjør, og hann varð útskrivaður av sjúkrahúsi, men hann ilt við at koma seg heilt. Seinastu tíðina versnaði heilsustøðan alsamt, og í gjár varð alment boðað frá, at stóri maðurin var fallin í óvit, og at nýruni vóru hildin uppat at virka. Í farnu viku gjørdi italska stjórnin av at heiðra Pavarotti við serstakari virðisløn. Hetta fyri arbeiði hansara italskari mentan at frama. Enn er ikki heilt greitt, hvussu verður við Hovstunlinum. Tað kann draga út at taka hann í nýtslu. Ein annar møguleiki er at taka hann í nýtslu um ein mánað, men so má hann stongjast aftur í nakrar vikur næsta summar