hósdagur 6. september 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 172 - 6. september 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Vit hava so góðar spælarar við hesa ferð, sum tað ber til.
Spurningurin er, um allir verða førir fyri at spæla
Bill Jacobsen, U21-venjari
Sjónvarpsstøðin
RAI fer at fylgja
við, tá ið føroysku
U-21 unglingarnir
fríggjakvøldið fara
at royna seg imóti
heimsstjørnunum úr
Italia
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið lokala tíð
klokkan 9, sum er klokkan
8 føroyska tíð, skal spildur
nýggja føroyska U21 fót
bóltslandsliðið at royna seg
í einari tí størstu avbjóðing
ini, sum tað ber til at ímynda
sær.
Í býnum Trente við fótin
á Alpunum í Norðuritalia,
har italsk og miðeuropeisk
mentan verða sagdar at
renna saman, fara føroysku
U21 unglingarnir at spæla
ímóti Italia í EM undan
kappingardysti.
Føroyska liðið lendi í
Trente týskvøldið klokkan
5, eftir at ferðalagið var
farið tíðliga úr Føroyum og
hevði millumlent í Keyp
mannahavn og Frankfurt.
Tað byrjaði einki serligt.
Skjótt vísti tað seg, at alt
tað føroyska ferðagóðsið
var farið onkra aðra staðni
enn til Trente. Klokkan eitt
mikunáttina komu venjing
arklæðini, dystarbúnarnir,
bóltar og alt annað, sum
hoyrir við til ein túr av
hesum slagnum, upp á
pláss, og fyrrapartin í gjár
varð farið undir fyrireiking
arnar í – eftir føroyskum
umstøðum – fínum før
oyskum summarveðri.
Heðin Askham og Bill
Jacobsen hava ábyrgdina av
liðnum. Síðstu fyrireiking
ina á grasinum fara teir und
ir í kvøld, tá ið tað verður
vant á vøllinum, har stóra
uppgávan verður á skránni í
annaðkvøld.
Hvussu stór áskoðara
fjøldin verður, vita teir í før
oyska ferðalagnum í Italia
ikki. Tá ið teir 6. juni taptu
10 í Albania, ljóðaði tað,
at eini 78 túsund fóru at
hyggja at. Tað møttu 1200.
Landsliðið er væl umtókt í
Italia, og fótbóltssambandið
roynir at vitja alla staðni
kring landið fyri at geva
áskoðarunum
høvi
at
síggja.
Mugu hava sjálvsálit
Uttan mun til hvussu stór
áskoðarafjøldin verður, so
er tað greitt, at nógvu eygu
fara at fylgja føroysku ama
tørunum og italsku heims
stjørnunum.
Sjónvarps
støðin RAI fer at senda
dystin beinleiðis á einum
av sínum rásum. Ivaleyst
fara nógv hundrað túsund
og kanska ein millión ella
fleiri enn so í fótbóltsglaða
Italia, har tað búgva 58
milliónir, at fylgja við. RAI
sæst nógva aðra staðni enn
í Italia, og tí verður talan
um mangar ferðir fleiri
áskoðarar, enn føroysku
spælararnir eru vanir við.
Lagið er gott, og vit fara
at gera tað, sum vit eru førir
fyri. Spælararnir eru í so
góðari dystarvenjing, sum
tað ber til hjá teimum at
vera. Italiumenn spæla 41
41, og tað fara vit eisini at
vera í útgangsstøðuni. Ætl
anin er ikki at sparka, men í
staðin at spæla fótbólt. Vit
fara at royna at hava bóltin
so leingi, sum tað ber til
millum okkara. Vit plaga
altíð at fáa málmøguleikar,
og tað rokna vit við, at vit
eisini fara at fáa hesa ferð.
Spurningurin er so, um vit
megna at fáa úrtøku, er
útsøgnin hjá øðrum venjar
anum úr Italia.
Føroyska liðið er so væl
mannað, sum tað ber til.
Fimm spælarar, sum ikki
vóru við í Albania, eru við í
ferðalagnum hesa ferð. Teir
eru Christian Mouritsen úr
Manchester City, Páll M.
Joensen og Ólavur í Ólavs
stovu úr HB, Arnbjørn Han
sen úr EB/Streymi og Sam
Jacobsen úr GÍ.
Vit hava so góðar spæl
arar við hesa ferð, sum tað
ber til. Spurningurin er, um
allir verða førir fyri at
spæla. Christian Mouritsen
hevur orsaka av knæskaða
ikki spælt seinastu vikurnar.
Hann er um at vera klárur.
Hann er við í venjingunum
her niðri. Um hann verður
førur fyri at spæla, so verð
ur hann sjálvsagt við. Vit
rokna undir øllum umstøð
um við, at hann verður tøk
ur, tá ið vit mikudagin í
næstu viku fara at spæla
ímóti Grikkalandi á Svanga
skarði, sigur Bill Jacobsen
úr Italia.
Ein annar av lyklaspælar
unum, Jónas þór Næs úr
AB hevur seinastu tvær
vikurnar verið plágaður av
vøddaskaða, men tað verður
vónað, at hann verður førur
fyri at spæla.
Í gjárkvøldið bendi takt
iska venjingin á, at liðið
kanska fer at síggja soleiðis
út:
Gunnar Nielsen, Black
pool – Jónas þór Næs, AB,
Jóhan
Troest
Davidsen,
NSÍ, Poul Thomas Dam,
HB, Einar Hansen, NSÍ –
Kristoffur Jacobsen, KÍ –
Arnbjørn
Hansen,
EB/
Streymur, Bogi Løkin, NSÍ,
Christian Mouritsen, Man
chester City, Jóhan V. Gunn
arsson, B36 – Páll M. Joen
sen, HB.
Um Jónas ikki verður før
ur fyri at vera við, so eru
Magnus Olsen, B71, ella
Pætur Jørgensen, HB, møgu
ligir avloysarar á vongverj
anum. Um Christian Mour
itsen ikki verður førur fyri
at spæla, so eru aðrir møgu
leikar HB spælararnir Ólav
ur í Ólavsstovu og Emil
Nolsøe Leifsson ella Levi
Hanssen av Skála.
Milliónir vendar ímóti
føroysku unglingunum
Bill Jacobsen og Heðin Askham, landsliðsvenjarar geva spælarunum íblástur undir venjingini í gjár