hósdagur 6. september 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 172 - 6. september 2007 ]
U17 til Finnlands
Í gjárkvøldið fór føroyska U17-landsliðið í mansflogbólti til
Finnlands, har teir skulu taka lut í NM-kappingini. Dreingirnir
skulu á ferðini leika ímóti Danmark, Íslandi, Noreg, Svøríki og
FInnlandi. Fyrstu dystirnir eru fríggjadagin og kappingin endar
sunnukvøldið. Mánadagin er hópurin aftur í Føroyum. Teir, sum
manna liðið, eru: Gunnar í Dali, TB, Hugin Albinus, TB, Filip
Gram, SÍ, Brandur Heinason, SÍ, Emil Mikkelsen, SÍ, Jan Ellings-
gaard, ÍF, Fríði Vang, Nøvan, Leo Joensen, Nøvan, Bogi Midjord,
Fleyr, Bjarki Enni, Fleyr, Regin Ellingsgaard, Fleyr og Rói
Hentze, Fleyr. Venjarar eru Jan Hentze og Rúna Hentze.
Jón Rói givið avboð
Tveir av verjustuðlunum hjá føroyska landsliðnum verða
ikki við í næsta EM-dystinum. Tað hevur leingi verið
greitt, at liðformaðurin, Óli Johannesen, er leikbannaður
til dystin ímóti Litava, og nú hevur Jón Rói Jacobsen
fingið skaða í fótin og kann ikki spæla. Jón Rói beklaði
undir venjing við Aab, og tí er tað vónleyst hjá honum at
vera tøkur, tá dysturin móti Litava er á skránni um seks
dagar.
Transfer-vindeygað er
stongt á hesum sinni
eftir summar, har
ensku feløgini hava
keypt meira, enn tey
nakran tíð áður hava
gjørt
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við eini sjónvarpsavtalu,
sum hetta kappingarárið er
økt við góðum trimum milli-
ardum
brutto,
og
við
útlendskum
ríkmonnum
sum nýggir eigarar av fleiri
feløgum,
hava
Premier
League feløgini í summar
keypt spælarar sum ongan
tíð áður.
Deloitte’s Sports Business
Group hevur gjørt upp, at
feløgini í Premier Leagu í
ár hava keypt spælarar fyri
oman fyri £500 mió – ella á
leið 5,5 mia kr.
Hóast teir í fjør vunnu
meistaraheitið, so eru tað
Manchester United, sum
við £51 mió eru ovastir á
listanum. Liverpool nýtti
£50 mió og Tottenham á
leið £40 mió. Í alt vóru 12
feløg, sum nýttu oman fyri
£20 mió í summarsteðgin-
um. Tey feløgini vóru bert
trý í tali í fjør.
Verða innanhýsis handlar
roknaðar frá í samlaðu
nýtsluni, so var meirnýtsla í
summar í mun til summarið
2006 £140 mió ella bara
helmingurin av tí, sum øktu
sjónvarpsinntøkurnar geva.
So alt í alt er talan helst um
sunnari
fíggjarstýring
í
enskum fótbólti hetta kapp-
ingarárið.
Í Europa var Real Madrid
tað felagið, sum nýtti mest
pening. Sponsku meistarar-
nir nýttu um £80 mió til
spælarakeyp
í
summar.
Barcelona nýtti um £50
mió. Samstundis hava tey
bæði sponsku stórfeløgini
– eftir eitt stutt boykott
mótvegis sjónvarpsstøðum
– gjørt sínar egnu sáttmálar
um sjónvarpsrættindi. Hesir
sáttmálarnir geva væntandi
eitt árligt gjald á £100 mió
til hvørt av feløgunum frá
komandi kappingarári at
rokna. Hetta er tvífalt so
tað, sum størstu feløgini í
Onglandi
fáa
sambært
nýggju sjónvarpsavtaluni.
Fimm milliardir
til spælarar
Manchester United er
tað enska felagið, sum
hevur nýtt flest pengar í
summar. Millum annað
til keypið av Owen
Hargreaves úr Bayern
München
Mynd: Polfoto/AP
Eftir at tað kiksaði
hjá teimum í U-
21 endaspælinum
í summar vilja
italiumenn vísa, at
teir í U-21 kappingini
framvegis teljast
millum teir bestu
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er ikki eiti á mótstøða,
sum føroyska U-21 lands-
liðið fer at standa andlit til
andlit við í annaðkvøld.
Italsku
heimsmeistararnir
eru á triðja plássi á FIFA
styrkislistanum, og helming-
urin av teimum 22 spælar-
unum, sum venjarin, Pier-
luigi Casiraghi, hevur undir
hond, nú hann fyrireikar seg
til EM undankappingardyst-
irnar ímóti Føroyum fríggja-
kvøldið og ímóti Albania í
næstu viku, spæla við feløg-
um í seriu A.
Italiumenn eru svangir. Í
U-21 endaspælinum í Hol-
landi í summar gekk tað
ikki, sum teir høvdu roknað
við. Italia tapti 1-0 ímóti
Serbia, ímóti Onglandi end-
aði tað 2-2, og so vunnu teir
3-1 á Kekkia. Hetta bar
triðja pláss í bólkaspælinum
við sær, og so noyddust
italiumenn at fara til hús, tá
ið hinir fóru at telvast í
finaluumførunum.
21. august spældi Italia
vinardyst ímóti Fraklandi,
og Italia vann 2-1. Millum
mest
eyðsýndu
avrikini
vóru tey hjá álopsstjørnun-
um Giuseppe Rossi og Seba-
stian Giovinco. Hesin seinni
legði upp til fyrra málið
ímóti Fraklandi, sum Dani-
ele Dessena skoraði. Hetta
var í 37. minutti, og tríggjar
minuttir
seinni
fluktaði
Rossi við vinstra beini til 2-
0.
- Teir eru als ikki at
steðga, tá ið vit eru í álopi,
sigur italski U-21 venjarin
um álopsspælararnar, sum
báðir hava skift felag í
summarsteðginum. 21 ára
gamli Giovinco er leigaður
frá Juventus og til Empoli
FC, og 20 ára gamli Rossi
flutti í summar til sponsku
UEFA
Cup
vinnararnar
Villarreal.
- Eg haldi liðið hjá okkum
hevur stórar møguleikar í
sær. Her eru nógvir spælar-
ar, sum hava framúr góð
evni, og vit fara ikki at
undirmeta
Føroyar
ella
Albania, sigur Rossi, sum
føddur í USA. Inntil fyri
stuttum hevur hann verið
sáttmálabundin at Man-
chester United. Hann var
útleigaður til Newcastle, so
skifti hann til Parma í
heimlandinum, og nú er
hann altso fast inventar í La
Liga í Spania. Fríggjakvøld-
ið skal hann spæla ímóti
føroyska U-21 landsliðnum
Higartil hevur Italia spælt
eina ferð í nýggju EM
undankappingini.
Teir
vunnu 4-0 á Albania. Með-
an Føroyar eru spildurnýggj-
ar í U-21 landsliðshøpi, so
siga tølini, at Italia hevur
nógvar royndir. Teir hava
spælt 167 dystir, hava vunn-
ið 104 ferðir, spælt javnt 37
ferðir og tapt 26 ferðir.
Av sjey teimum seinastu
EM endaspølunum fyri U-
21 landslið hevur Italia ver-
ið best fimm ferðir. Tað ber
næstan ikki til at leita eftir
størri mótstøðu enn henni,
sum Føroyar ffara at standa
andlit til andlit við í norður
italska
býnum
Trento
fríggjakvøldið!
Hópurin
Gunnar Nielsen
Blackburn
Símun Rógvi Hansen
B71
Jónas Tór Næs
AB
Pætur T. Jørgensen
AB
Einar Hansen
NSÍ
Jóhan Davidsen
NSÍ
Bogi A. Løkin
NSÍ
Poul Thomas Dam
HB
Emil N. Leifsson
HB
Ólavur í Ólavsstovu
HB
Páll M. Joensen
HB
Levi Hanssen
Skála
Jóhan V. Gunnarsson
B36
Arnbjørn T. Hansen
EB/Streymur
Sam Jacobsen
GÍ
Magnus Olsen
B71
Kristoffur Jakobsen
KÍ
Christian R. Mouritsen
Man. City
Svangar heimsstjørnur standa og bíða