Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-06, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 6. september 2007 39 tíðindi Insurance Institute for Highway Safety í USA hava kosið Volvo S80 sum »Top Safety Pick 2007« fyri sínar framkomnu og intelligentu trygdarskipanir Bilar Maguns Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í USA er Volvo S80 heiðr­ aður av IIHS (Insurance Institute for Highway Safety) fyri sína trygd við samanstoytir, bæði framm­ an, aftan og frá síðuni. Í hes­ um sambandi varð S80 kos­ in »Top Safety Pick 2007«, sum tann bilur, ið best verjir tey ferðandi í bilinum. Í grundgevingunum verð­ ur sagt, at Volvo S80 hevur nógvar framkomnar og intel­ ligentar trygdarskipanir sum t.d. Adaptive Cruise Control (ACC), sum er ein radarsensor til at halda trygga frástøðu til framman fyri koyrandi bilar, Collision Warning (CW), sum minkar um vandan fyri einum samanstoyti, Blind Spot Information System (BLIS), sum registrerar og ávarar um onkur í ferðsluni nærkast bilinum úr einum blindum vinkli, Intelligent Driver Information System (IDIS), sum tryggjar at bil­ førarin ikki verður ørkyml­ aður í stressaðum umstøðum við t.d. at skipanin kann afturhalda telefonsamrøður ella sms boð undir koyring, og Active Bi­Xenon Light, har forlyktirnar fylgja vegn­ um, so útsýnið altíð verður so gott sum gjørligt á myrk­ um og krókutum koyri­ breytum. Volvo S80 tryggast Volvo S80 heiðraður av IIHS (Insurance Institute for Highway Safety) fyri sínar fram­kom­nu og intelligentu trygdarskipanir Konseptbilurin Ford Verve, sum verð­ ur frumsýndur á Frankfurt Motor Show um hálvan september, er ein rættuliga ser­ merktur hatchback við trimum hurðum við nýggja »Kinetic Design« stílinum hjá Ford Bilar Maguns Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ein av mest áhugaverdu bil­ unum á Ford básinum á Frankfurt Motor Show verður Ford Verve, sum er ein konseptbilur í Fiesta­ klassanum. Ein sermerktur hatchback við trimum hurð­ um við nýggja Kinetic Design stílinum hjá Ford. Sambært Ford verður designið framman, við stóra opna kølaragittarinum, nak­ að sum kemur at eyðkenna fleiri av nýggju Ford­mod­ ellunum, sum fara at koma á marknaðin. Ford Verve er eins sermerktur innan sum uttan. Alt er í nýggja stílin­ um hjá Ford. Endamálið við at sýna bilin fram á Frankfurt Motor Show er at leggja til merkis, hvussu tey vitjandi taka ímóti bilinum, siger John Fleming, stjóri hjá Ford í Evropa. Ford fara eisini at sýna fram ein Ford Focus ECOnetic, sum verður ein tann mest umhvørvisvinar­ ligi bilurin, tá hann kemur á marknaðin fyrst í 2008. Í nærmastu framtíð kemur eisini ein heilt nýggjur Ford Focus og seinni ein nýggjur Ford Ka. Ford Verve í Frankfurt Konseptbilurin Ford Verve verður frum­sýndur á Frankfurt Motor Show Ford Verve er ein rættuliga serm­erktur hatchback við trim­um­ hurðum­ við nýggja »Kinetic Design« stílinum­ hjá Ford Ford Verve er eins serm­erktur innan sum­ uttan í nýggjum­ stíli Designið fram­m­an við stóra opna kølaragittarinum­ verður nakað sum­ kem­ur at eyðkenna fleiri av nýggju Ford- m­odellunum­