Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-06, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 172 - 6. september 2007 bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Hóast Lancia ong­ antíð hevur verið eitt serliga kent bilmerki um okkara leiðir, er talan um eina 100 ára gamla italska bilverksmiðju, sum síðan 1969 hevur hoyrt til Fiat­ konsernina. Í dag er Lancia luksusbil­ merkið hjá Fiat Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Lancia hava ikki í stóran mun verið við til at mynda ferðsluna í Føroyum. Teir Lancia sum hava verið her kunnu helst teljast á einari hond. Hetta hóast merkið hevur verið til í hundrað ár. Stovnarin av Lancia bil verksmiðjuni, Vincenzo Lancia, byrjaði sína starvs­ leið umleið 1905 sum rasarakoyrari hjá Fiat. Í 1906 tekur hann seg aftur og byrjar fyrireikingarnar til sína egnu verksmiðju, og í 1907 varð fyrsti Lancia bilurin veruleiki. Ein Lancia Alpha, sum varð uppkallaður eftir fyrsta bók­ stavinum í grikska alfa­ betinum. Samstarv varð í nøkur ár millum Fiat­konsernina og Saab. Miðskeiðis í 80­unum vórðu fýra ymiskir bilar bygdir yvir sama plattform, tríggir frá italsku Fiat­ konsernini og ein svenskari: Lancia Thema, Alfa Romeo 164 og Fiat Chroma saman við Saab 9000. Eisini varð Lancia Delta marknaðarførdur í Norður­ londum sum Saab­Lancia 600. Lancia hava altíð verið dýrir og framkomnir bilar í mun til tíðina teir hava ver­ ið gjørdir í sum t.d. við yvir­ liggjandi knastakslum, sjálvstartara, samanbygdum girkassa og differientiale aftan, turbodrivnari viftu o.s.fr. Eisini hava teir verið frammanfyri sínar kapping­ arneytar hvat elektronikki viðvíkur. Lancia hava nýtt nógv ymisk sermerkt nøvn til síni bilmodell sum t.d. Aprilia, Ardea, Flavia, Ful­ via, Beta, Gamma, Delta, Dedra, Kappa, Thema, Zeta, Lybra, Ypsilon og Thesis. Síðan 1969 hava Lancia hoyrt til Fiat­kon­ sernina. Í dag eru teir luksusbilmerkið hjá Fiat­ konsernini. Ein av orsøkunum til at vit ikki síggja nakað til Lancia er tann einfalda, at teir verða als ikki seldir her um okkara leiðir. Teir verða mest seldir í Italia og í Suðurevropeisku londun­ um. Men nú er ætlanin at marknaðarføra Lancia aðra­ staðni sum t.d. í Danmark, Ruslandi, Týsklandi, Turka­ landi, Finlandi, Tjekkia og Slovakia. Í fjør vóru einans 120.000 Lancia seldir, teir flestu á heimamarknaðinum. Men nú er ætlanin at økja søluna til 300.000 bilar um árið. Lancia 100 ár Lancia Beta . Tríggir av hesum hava verið skrásettir í Føroyum Lancia HPE konseptbilur Lancia Aurelia frá 1950 Konseptbilurin Lancia HPE hevur rættuliga sermerkt design. Spennandi verður at vita, um júst hesin bilurin kemur á marknaðin Stovnarin av Lancia bilverk­ smiðjuni Vincenzo Lancia andaðist í 1937, 55 ára gamal Lancia Ypselon er ein sera væl útgjørdur minibilur Lancia Thesis