hósdagur 6. september 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 6. september 2007
37
tíðindi
rundkoyringina oman fyri
Skipanes. Gjøgnum triðja
tunnilin, Leirvíkartunnilin
og haðani til Norðoyatunnil
in. Gjøgnum tann listprýdda
undirsjóvartunnilin
til
ferjuleguna hjá Sam. Saman
við einum tveimumtrimum
bilum standa 48 motorsúkkl
ur sum einki á dekkinum á
Sam. Hóast illfýsið er í veðr
inum, kemur ikki ein dropið
inn á akdekkið á Sam, tí
góða, gamla, alroynda veter
aninum úr tí forna Vest
mannasundi, tá ið Samsam
band var millum Vestmanna
og Oyragjógv.
Hugaligt er at leggja at við
ta rættiliga nýggju ferjuleg
una á Syðradali á Kalsoynni.
Fyrst eftir nýgjørdum vegi,
síðan gjøgnum Húsar og
tann fyrsta tunnilin í oynni,
sum á sinni í skemti varð
rópt “Blokkfloytan”, tunnils
heitið fyri Kalsoynna. Fyrsti
tunnil er eitt sindur langur,
annar og triði eru munandi
stytri, og tann fjórði er bæði
drúgvur og turrur. Samanum
tikið fýra tunlar í heilt toliliga
góðum standi. Teir eru góðir
at koyra ígjøgnum, og tryggir
eisini sum skilst.
Henda
dagin
koyrdu
MC’ararnir aftur og fram
gjøgnum sjey tunlar.
Komin til Trøllanes tóku
Anja og Eyðun ímóti. Tey
flestu – ivaleyst øll – MC
fólkini mundu mist ondina,
tí nú vóru tey í einari av
teimum tiltiknu vøkru Norð
oyggjunum, og seinni í
Mikladali
mundi
onkur
hugsa, at “har standa húsini
hjá Amariel (Norðoy)” og
skilja, hví tær høgu, ófati
liga vøkru oyggjarnar fyri
norðan eru eitt av yndismot
ivunum hjá okkara eins og
fremmandum listafólkum.
Nógvur vindur var henda
dagin. Ja, hann øtlaði veðr
ið. Ein fór við kakaobikari
og papptallerki við bolla
við súltutoyi og vaflum við
súltutoyi og róma ímillum
úr kjallaranum hjá Anju og
Eyðuni at skriva í gesta
bókina, sum lá fyri akkeri á
lokinum á einum ruskílati.
Ein hvirla tók vafluna og
bollan og bikarið og sletti
súltutoy og róma á veður
leikmannin og kakao á
brillugløsini. Ja, ja. Anja
var skjót við einum heitum
lappa at turka burtur av
aftur við. No problem!
Alt gekk væl. Hevði veðr
ið verið betri, høvdu tey
borðreitt úti. So var ikki,
men hondina á hjartað ...
tað gjørdi einki. Hetta var
fantastiskt.
Aftur gjøgnum allar tunl
arnar. Aftur av Trøllanesi til
Mikladals og Húsar til
Syðradals. Ikki ein dropi inn
á dekkið á Sam. Men suður
eftir aftur mundi helst vera
nakað ótýdligt hjá fleiri, tí
tær 48 súkklurnar dundraðu
og brølaðu seg gjøgnum ein
rættiligan storm.
Alt væl, sms’aðu nøkur.
Og alt gekk væl.
Tey høvdu prógvað og
staðfest, at Føroyar eru mill
um heimsins bestu motor
súkklulond at koyra í. Eru
vinnumøguleikarnir sum er
smáir í útoyggj, so eru vánir
nar og útlitini fyri einari
blómandi turistvinnu her.
Syrgiligt at so nógv hús
standa tóm. Hugaligt at fylt
tey við Bed & Breakfast
gestum og so annars góðtik
ið, at hóast ikki øll fremm
andafólk brúka PINkodu,
tá ið tey skulu gjalda við
VISAkorti, átti at verðið
laga so til, at tey fingu
borgað við síni undirskrift.
PINkoda er ikki til í
gjaldskorthøpi nógvastaðni
í stóru verð ...
Hesar dunnurnar á Trøllanesi ræðast ikki motorsúkklur
Vertshjúnini á Trøllanesi, Anja og Eyðun Eliasen
Ove Ritter, ímillum konu sína (vm) og sín danska gest, skipaði fyri MC-Boogie-
hugtakinum longu í 1998
Eirikur Ólason Simonsen (vm), formaður í felagnum Føroya Ellisakførum, skipaði fyri túrinum
til Trøllanes