Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-06, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 172 - 6. september 2007 tíðindi Tiltakið MC-Boogie flýtur upp um tangan av góðum hugskotum ... og kanska eitt sindur ørum ætlan- um. Tey meiri jarð- bundnu í Føroya MC- felagsskapinum hildu, at nú var ovboðið herfyri. Tað mundi vera ein prentvilla, tá ið tað stóð í bløð- unum, at tað aftur- vendandi árliga tiltakið, MC-Boogie, fór at skipa fyri útferð til Trøllanes við Sam hjá Strandferðsluni kjokkfullum av motorsúkklum, men MC-Boogie er nakað serligt, nakað ólátað, fyri ikki at siga nakað balstýrigt nakað túrur Myndir: Eirikur Ólason Simonsen ... Og hvat er tað fyri eitt navn at geva einum tiltaki? MC-Boogie! Tað var sjálvandi Ove Harley Ritter, ið hevði funnið uppá. Hann kallaði bakakslarnar á last- bili upp. Teir eita boogie-aksl- ar, so hatta navnið er ikki so býtt kortini. Ove var maðurin í frítíðarfelagnum Føroya Ellisakførum, sum longu í 1998 kom við hugskotinum um at skipa fyri túrunum, MC-Boogie róptir. Ove Harley Davidson Ritter var sjálvur við leygardagin 1. september 2007 í Kalsoynni. Tað vóru eini 60 onnur eisini. Henda dagin vaks fólkatalið í Kalsoynni úr kanska 120 upp í 180-200 tilsamans. Henda dagin sigldi Sam hjá Strandfaraskipum Landsins við 48 motorsúkklum við førarum og fólki aftan fyri á summum súkklum. So nógvar motorsúkklur hevur Sam ongantíð siglt við, og ei heldur hava so nógvar motor- súkklur verið í Kalsoynni fyrr. Tað ljóðar, at einar 20 úr Eysturoynni hava verið har. Hetta var ið hvussu er ein søguligur dagur bæði hjá Sam, Kalsoynni og felagnum Føroya MC og teimum, ið løgdust afturat leygardagin 1. september. Ivaveður MC-Boogie var eisini henda dagin væl fyrireikað. Ein dagur, sum nógvir – heilt nógvir motorsúkklu- koyrarar – høvdu bíðað sera spentir eftir. Tí hvussu man veðrið fara at verða, og hvussu verður ferðin fyri- reikað. Mangt, kanska tað mesta, valdast veðrið. Vikan fyri 1. september hevði ver- ið góð fyri veður, men alla vikuna annars var líkt til, at leygardagin fór at verða iva- veður. Tað sá einki út fyri Havnina og onnur pláss har um vegir, men hann skuldi vera vestan og útsynningur í ættini, upp í ein strúk og kanska hvassan vind summa- staðni. Tað er til at liva við, tá ið tað ræður um Norð- oyggjar, tí har um vegir er ein lágur vestan besta ætt. Satt at siga var veðrið einki serligt leygardagin um mid- dagsleitið, og tí vóru tað fleiri, ið ikki hildu seg til at fara. Hevði veðrið verið gott, høvdu minst 100 súkkl- ur verið við, og so er ivingar- samt, hvussu Sam hevði avgreitt sínar mongu kundar. Eykatúr kanska? Eirikur formaður í ráðlegging Í ár var tað Eirikur Ólason Simonsen, nýggi for- maðurin í felagnum Føroya Ellisakførum, ið skipaði fyri tiltakinum. Felagið hev- ur sms-ketu, ið boðar limun- um og áhugaðum frá, at “MC-Boogie fer til Trølla- nes í ár.” Eirikur ráðførdi seg annars við ein danskara, ið sambært Eiriki er meira føroyingur av lyndi og hugi enn mangur føroyingur. Hann eitur Henrik Kølle- skov. Kona hansara er føroy- ingur, og tey búgva í Havn. Henrik er íðin, beinleiðis grammur motorsúkklukoyr- ari – bikari ella MC’ari – og er altíð við, tá ið høvi býðst. Høvi býðst minni enn so altíð, tí Henrik arbeiðir nógv sum kavari í Afrika. Hann sendi Eiriki teldupost stutt fyri ferðina til Trølla- nes: “Hey Eirikur,” skrivar hann. “Vónandi gongst væl við tíni planlegging. Hjá mær gongur ikki so væl. Eg arbeiði í Angola og skuldi eftir ætlan verið komin heim í kvøld, mikukvøldið. Alt tað, eg hevði ætlað, er farið í skeljar, tí eg nú eri sendir víðari til Kongo, og tí ikki sleppi heim til túrin. Eg hopi, at tú gevur Anju á Trøllanesi boð um, hvussu mong eru við, áðrenn tit koyra norðureftir.” Henrik eigur vinfólk á Trøllanesi. Tey eru bónda- hjúnini Anja og Eyðun Elia- sen. Eirikur hevði spurt Henrik, um hann kundi royna at finna út av, um MC-fólkið kundi fáa ein drekkamunn á Trøllanesi. Henrik ger skjótt av og sendir Anju og Eyðuni á Trøllanesi teldupost: “Hey Eyðun og Anja. Eg siti í Angola og fái “góð” hug- skot, og tit eru við í hesum hugskotum. Nú er tað soleiðis, at næsta leygardag, 1. september, er skipað fyri einum motorsúkklutúri, MC-Boogie, ið er eitt aftur- vendandi árligt tiltak. Hesu ferð er ætlanin at fara norð- ur eftir í Kalsoynna. Av tí at tað er ein hugnatúrur, og av tí at tað hevði verið heilt natúrligt at dvalt eina góða løtu á Trøllanesi, gingu mín- ir tankar til tykkara. Eg veit, at vit MC’arar skulu hava kaffi og breyð ella tílíkt, so var tað eg tonkti, um tit vildu gjørt kaffi og baka bollar ella vaflur til okkum svongu gestir. Eg kundi hugsað mær, at tað eru einar 75 motorsúkklur/100 fólk við á túrinum ...” Tey bæði, Anja og Eyðun, svaraðu promte: “Hey Henrik. Vit hava gjørt av at taka ímóti tykkum leygar- dagin 1. september. Vit klára ikki at hýsa 100 fólkum inni hjá okkum, men um neyðugt kann fólk koma undir tak í kjallaranum, hjallinum, seyð- húsinum o.s.fr. Vit hava hugs- að okkum at bjóða kaffi, te og vaflur (evt súltutoy og fløta) og kakao og bollar. Vit gleða okkum at síggja tykk- um, sig okkum nærri hvat klokkan tit koma. Heilsan Anja og Eyðun.” Brøøøl ... Á slagnum 12 startaðu allar motorsúkklurnar Yviri við Strond í Havn. Fyrst ein rundtúr í Havn og so norður eftir við Eiriki formanni á odda. Hesir túrar eru ferðslu- liga sera væl skipaðir. Oddu- rin, altso teir, sum koyra fremst, koyrir við hóvligari ferð, og tað er bara oddurin, ið sleppur at yvirhála. Teir fremstu yvirhála, tí teir skulu vera tilbúnir í rund- koyringum og við vegamót at leiða alt tað stásiliga fylgið væl, skjótt og trygd til ferðamálið. Soleiðis var aftur hesu ferð. Tað liggur fremst í huganum hjá felags- leiðsluni og fyriskiparunum at koyrt verður virðiliga og fult siviliserað. Í gjøgnum Kollafjarðartunnilin, sum er tann fyrsti. Sum vant verður støðgað á Shell-støðini við Streymin. Summi fáa sær eina pylsu og ein kaffimunn. Onnur standa og práta og fortelja og reypa og roykja ella siga einki og bara slappa av eina løtu. Víðari gjøgnum Norðskálatunnilin og støðga, sum siður er, við MC-Boogie á Trøllanesi Tey búgva seg til at fara frá felagshølinum hjá Føroya Ellisakførum Yviri við Strond í Havn Dekkið á gamla Sam er fult av motorsúkklum og teirra fólki Sonne Smith