fríggjadagur 7. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 173 - 7. september 2007
Síðani avgerð varð
tikin um at flyta
Strandferðsluna til
Suðuroyar, hevur
hvørt tað einasta
starvsfólk sagt upp og
stjórin er einsamallur
eftir
StrandferðSlan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað skerst ikki burtur, at
tað hevur verið stórt mann
fall á Strandferðsluni, síð
ani avgerð varð tikin um at
flyta stovnin til Suðuroyar.
Tað var í februar í ár, at
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í innlendismál
um, gjørdi av at flyta um
sitingina hjá Strandferðsluni
til Suðuroyar.
Tá varð mett, at fleiri av av
starvsfólkunum fóru at siga
seg úr starvi, tí tey vildu ikki
flyta við stovninum.
Nú kann staðfestast, at
hesin spádómur var rættur
og tað í ólukkumáti.
Nú, tríggjar mánaðir fyri,
at stovnurin skal flyta til
Suðuroyar, kann staðfestast,
at hvørt tað einasta starvs
fólk hevur sagt upp.
Sostatt er bara sjálvur
stjórin, Regin Vágadal eftir
av teimum gomlu starvs
fólkunum. Hann varð settur
í stjórastarvið eftir at avgerð
varð tikin um at flyta stovn
in og fylgir sostatt við til
Suðuroyar.
Annars hava øll hini 19
starvsfólkini sagt upp og
tað verðu sostatt ein stovnur
við spildurnýggjari mann
ing, sum letur upp í Suðuroy
á nýggjárinum.
Stúrt varð eisini fyri, at
tað fór at knúsa stovnin at
flyta hann til Suðuroyar, tí
hetta var so spesialiserað
arbeiðið, at fór alt fólki úr
starvi, fóru nýggj fólk ikki
at megna at reka Strand
ferðsluna víðari.
Men tað skilst á Regin
Vágadal, at hann hevur góð
ar vónir í so máta.
Av tí, at alt fólkið er farið
í annað starv, er samstundis
rættiliga nógv nýtt fólk sett
í starv.
Men tað hevur ikki verið
at klaga um, heldur stjórin.
Útskiftingin hevur bara
gingið heilt væl. Vit eru
ótrúliga væl nøgd við tey
nýggju starvsfólkini, vit
hava fingið, tí tað eru dugna
lig fólk, so vit hava verið
stak heppin við teirri
nýggju manningini.
Í løtuni manglar Strand
ferðslan at seta fimm nýggj
størv og tá er øll manningin
í umsitingini á Strandferðsl
uni nýggj.
Men í løtuni er øll sam
ferðsludeildin manntóm, so
øll tey størvini mangla tey
at seta.
Seinast hevur Strand
ferðslan nýliga sett Jan
Haldansen settur sum leið
ari á Sjódeildini og Hans
Petur Joensen er settur sum
leiðari á fíggjardeildini og
hann flytir so úr Havnini til
við til Suðuroyar.
Annars skal nýggjur leiðari
setast á samferðsludeildina
og tað starvið verður endur
lýst í hesum døgum, tí ov fáir
umsøkjarir vóru fyrru ferð,
søkt varð, tá var bara ein
umsókn og Strandferðslan
vil hava fleiri umsóknir at
velja ímillum.
Annars hevur tað gingið
heilt hampiligt at fáa fólk,
sigur Regin Vágadal.
Nú er Regin Vágadal einsamallur eftir á Strandferðsluni
av teimum gomlu starvsfólkunum. Øll hini hava stungið í
sekkin, síðani avgerð varð tikin um at flyta Strandferðsluna til
Suðuroyar. Sostatt verður tað ein spildurnýggjur stovnur í flytir
suður á Tvøroyri á nýggjárinum
Løgmaður fæst
ikki at lova, at
farið verður undir
Sandoyartunnilin
beint nú
Sandoyartunnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er framvegis ógreitt um
arbeiðið at gera Sandoyar
tunnilin, fer í gongd nú
beinanvegin, ella um tunn
ilin skal bíða.
Í løgtinginum í gjár royndi
Páll á Reynatúgvu at fáa
løgmann at geva eini greið
boð um, nær farið verður
undir Sandoyartunnilin.
Men løgmaður fekst ikki
at geva nakað lyfti í hesum
sambandi.
Hann vísti á, at løgtingið
hevur brúkt fitt av pengum
upp á at gera forkanningar í
sambandi við tunnilin.
Tað er væl eitt tekin um,
at vilji er til staðar at fara
undir hann, segði løgmaður.
Jóannes Eidesgaard vísti
eisini til samgonguskjalið,
har tað stendur, at kanningar
skulu gerast um fast sam
band um Skopunarfjørð við
tí endamáli at betra um sam
bandið til Sandoyar og til
Suðuroyar.
Hesar forkanningar eru
gjørdar og klárt er nú at
fara undir projekteringina.
Hinvegin skal ein verk
lagslóg leggjast fyri løg
tingið og ein slík er í løtuni
til viðgerðar í teimum polit
isku flokkunum.
Nær hon kemur aftur og
nær hon kemur á tingborð,
veldst um, hvussu drúgv
tann
politiska
telvingin
verður, segði Jóannes Eides
gaard.
Spurningurin er so, nær
farið verður undir tunnilin.
Tað veldst um, nær fígg
ing er til taks, tvs, at tað
verður
Løgtingið,
sum
avgerð tann spurningin.
Ongin semja gjørd
Gongur tað skjótt, kann tað
vera rímiliga skjótt, men vit
mugu ganga útfrá, at tað
tekur kanska eitt ár at gera
projekteringina lidna og
eftir tað skal tunnilin bjóð
ast út so tað gongur væl
meiri enn eitt ár til tað.
Alt málið ber brá av, at
tað er ikki endaliga viðgjørt,
men tað er heilt týðiligt,
hvat ætlanin er.
Sjálvur tekur hann heilt og
fult undir við, at Sandoyar
tunnilin verður gjørdur og tí
vildi hann sjálvur virka fyri,
at farið verður undir tunnilin,
ongantíð ov skjótt.
Men vit skulu ígjøgnum
eina politiska telving um
hetta málið og vit skulu
hava eina semju um, hvussu
vit fara fram og tann semjan
er ikki funnin enn, segði
løgmaður.
Og hann legði afturat, at
ábendingar eru um, at funn
ið verður fram til eina
semju, sum er nøktandi fyri
sandoyingar og suðuroy
ingar
Ongin dagseting
Tinglimir mettu eisini, at
Sandoyartunnilin er ikki bara
lívsneyðugur
fyri
Sand
oynna, men eisini fyri Suð
uroy, sum so kann knýtast
upp í meginøkið við sigling
ímillum Suðuroy og Sandoy.
Men Kaj Leo Johannesen,
formaður Sambandsfloks
ins, vísti á, at samgongan
hevur ongantíð dagfest, nær
farast skal undir tunnilin.
Hann segði, at talan er
um eina góða íløgu, men
hon má sjálvandi tillagast,
so at tað passar í íløgukarm
in. Hansara mál er, at
Sandoyartunnilin skal vera
liðugur í 2014 2015.
Í hesum sambandi kann
skoytast upp í, at tað tekur
fýra ár at gera tunnilin.
Sostatt
sær
formaður
Sambandfloksins fyri sær,
at farið verður undir arbeið
ið í 2010 ella 2011.
Suðuroyartingmenninir,
Hergeir Nielsen og Johan
Dahl mutaðu báðir ímóti at
lata
suðuroyarsiglingina
fara um Sandoynna, tí teir
vilja ikki missa Smyril, so
leingi onki fast samband er
við Suðuroyar.
Fekk onki lyfti um sandoyartunnilin
Einsamallur eftir
á borgini
Jóannes Eidesgaard staðfestir, at ongin politisk semja er í
samgonguni um Sandoyartunnilin, men hann hevur vónir um,
at tað eydnast at finna eina semju, sum er nøktandi fyri bæði
sandoyingar og suðuroyingar
Spiltar frikadellur í handlum
Sjúkuelvandi bakteriur eru ávistar í kjøtfrikadellum, goymdar í kølidiski.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur á heimasíðuni, at hon veit, at frika
dellurnar eru seldar í handlum hjá Bónus og Mylnuni í Føroyum, men tær
kunnu eisini havt verið at fingið í øðrum handlum. Frikadellurnar eru í
250 gram pakkum og tær eru pakkaðar 22. august 2007, á donskum virki
við autorisatiónsnummari DK 884 EØF. Heilsufrøðiliga Starvsstovan
biðjur fólk, sum hava keypt av hesum frikadellum, um at beina tær burtur,
ella fara aftur til handilin við teimum.