fríggjadagur 7. september 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 • 7. september 2007
Vikuskifti
6
300 er ein av
teimum heilt
stóru filmunum
í 2007. Hann er
um slagið við
Thermopylæ, har
kong Leonidas
og hansara
300 djørvu
spartanarar komu
at vinna á Kong Xeres, ið hevði størsta
herin í heiminum. Spartanarar vilja ikki
yvirgeva seg, men berjast til deyðan. Hetta
er filmatiseringin av teknirøðini hjá Frank
Miller, hann sum gjørdi Sin City, hesin
filmurin er minst líka góður.
Number 23, er um Walter Sparrow.
Hann er sera upptikin av gátuni um
talið 23. Hann
finnir inn í eina
heila mentan, har
talið 23 er ein
umráðandi partur
av øllum. 23 er
tó ein hamrandi
elendigur filmur,
ið ikki hjálpir
DVD-útgávuni.
Epic Movie er ein mockumentary, í
traditiónini frá
Airplane (1980),
Hot Shots (1991)
og til Scary
Movie (2000). Her
fáa filmar sum
Narnia, Pirates
of the Caribbean,
X-Men, Da
Vinci Mysteriet,
Superman, Charlie
og Chokoladefabrikken og Nacho Libre av
at vita. Hetta er reinur lortur.
Dharma & Greg sæson 2 er
enn ein sesong av røðini um tað ólíka
paralagið.
Serliga er
tað Dharma,
sum er hin
vældámdi
figururin í
hesi røðini.
Ein super
skemtilig røð.
Sæson 2, er
líka góð sum
hin fyrra.
Triði Shrek filmurin er meiri ella
minni óneyðugur, hann hevur til
endamáls at vinna pening og
einki annað.
Hesuferð eru Shrek og Fiona
við at finna seg til rættis sum
hjún. Spurningurin er, um Shrek
er til reiðar at fáa børn eisini.
Longu her vísir tað seg, at
ævintýrið um trøllið Shrek og
prinsessuna Fionu fyri langari tíð
síðan er komið at enda. Hvør tímir
at hoyra um, hvat hendi aftaná
”tey livdu lukkuliga alla tíð”,
kanska ikki so nógv.
Hesuferð er tað Shrek og Fiona
sum skulu velja um tey vilja arva
krónuna, tí gamli kongurin er við
at doyggja.
Aftur nú koma eitt asna og ein
ketta í stúvlum honum til hjálpar,
ella tey gera eisini nógv fortreð.
Ein annar arvingi til trónuna
er Prins Artie, men eisini hin
óndi Prins Charming, ið vil verða
kongur.
Shrek fer at leita eftir Artie,
tí hann vil ikki vera kongur, men
skipið renur á land. Seinni møta
tey gandakallinum Merlin, sum
kann hjálpa teimum, men hann er
heldur løgin.
Eg var farin at hyggja eftir
hesum filminum við einum barni,
men filmurin var ikki komin í
helvt, fyrr enn barnið vildi sleppa
undan at hyggja meiri.
Sjálvur sat eg gjøgnum filmin,
men sum hann var keðiligur
og óneyðugur allur, sum hann
er. Hann byrjar keðiligt og er
keðiligur allan vegin igjøgnum.
Ein trøllakambur
- Shrek fyri triðju ferð
filmar
Ummæli
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com
Leikandi:
Shrek
Mike Myers (Amin Jensen)
Esil
Eddie Murphy (Jan Gintberg)
Prinsessa Fiona
Cameron Diaz (Mille Hoffmeyer Lehfeldt)
Den Bestøvlede Kat
Antonio Banderas (Kristian Boland)
Dronningin
Julie Andrews (Kirsten Lehfeldt)
Kongen
John Cleese (Stig Hoffmeyer)
Longd 93 minuttir.
Frumframførdur í Havnar Bio 31. august 2007.
DVD DVD DVD DVD DVD