fríggjadagur 7. september 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 173 - 7. september 2007
Fólk í øllum aldrum
høvdu leitað sær í
Miðlahúsið miku
kvøldið, har greitt
varð frá um nýggja
íløguspælið. Meðan
tey yngru fegin vilja
duga at gera íløgur,
tá tey einaferð koma
til pengar, so síggja
tey tilkomnu íløgur
sum ein møguleika til
pensjónina
Íløguspæl
Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Tað skilst á øllum brøgdum,
at tað ikki bert eru hugsjón
arligir handilsskúlanæming
ar, ið hava áhuga fyri íløgu
spælinum hjá Kaupthing og
Sosialinum. Tað er greitt,
nú bert 3 dagar eru eftir til
íløguspælið fer av bakka
stokki. Mikukvøldið varð
skipað fyri kunnandi tiltaki
og hugnakvøldi í Miðla
húsinum í Vágsbotni, har
útvið 150 fólk høvdu funnið
sær vegin fram. Lagt varð
út klokkan átta við tónleiki
frá Guðrið Hansdóttir, síð
ani varð greitt frá um íløgu
spælið og harnæst framløga
hildin um partabrøv. Eisini
bar til at fáa ein forsmakk
upp á íløguspæli, tí teldur
vóru settar upp, har ein
kundi royna seg. Tiltakið
vardi í umleið ein tíma.
Í skrivandi stund hava
umleið 850 meldað seg til
íløguspælið,
sum
er
á
www.ilogur.fo.
Eggja ungfólki at
hugsa um eftirløn
Fólk í øllum aldursbólkum
vóru møtt upp, ung sum til
komin, og hetta avsannaði
einhvønn mistanka um, at
tað bert eru tey ungu, sum
tíma at spæla sovorðið á
alnótini. Ein av fyrireikaru
num, Reimund Langaard,
sølumaður hjá Kaupthing,
heldur, at tey tilkomnu í
stóran mun hugsa um pen
sjónina, tá tey gera íløgur í
partabrøv, og í so máta kann
hetta spælið vera við til at
geva teimum nakrar góðar
ábendingar. Ivasamt er hin
vegin, hvussu nógv tey
yngru hugsa um eftirlønina,
men tey hugsa kanska meiri
um at læra seg at gera løn
andi íløgur, tá tey í fram
tíðini fáa pening millum
hendurnar.
Eg havi varhugan av, at
skúlanæmingar og ung fólk
í heila tikið, sum ikki hava
so nógvan pening í løtuni,
fegin vilja læra seg kynstrið
at seta pengar í skilagóðar
íløgur, sigur Reimund Lang
gaard.
Hann afturvísir kortini
ikki, at tað eisini er ein ávís
ur spenningur í at keypa
partabrøv, og at hetta kann
fáa adrenalinið í gongd hjá
nógvum, eins og onnur
spøl, sum snúgva seg um
pening.
Hinvegin ynskir Kaup
thing eisini at vekja áhugan
hjá teimum ungu, tá tað
kemur til eftirløn.
Eg veit ikki hvussu
nógv yngra ættarliðið hugs
ar um eftirløn, men vit vilja
heilt víst eggja teimum til
at gera sær tankar um hesi
viðurskifti, sigur Reimund
Langaard.
Ein íløguskúli
Eingin ivi er um, at hetta
ikki bara er eitt spæl, men
harafturímóti ein íløguskúli,
har ein kann venja seg við
at keypa og selja partabrøv
og taka kjansir, uttan tó at
seta sínar ognir upp á spæl.
Hetta er eitt slag av ”learn
ing by doing”.
Íløgutíðarskeiðið
hevur
nógv at siga, tá tað kemur
til partabrøv, og tá tosað
verður um eitt íløgutíðar
skeið upp á eitt longri ára
mál, so er stórur møguleiki
fyri at fáa meiri burtur úr
partabrøvum enn vanligum
innláni í peningastovni.
Teir tríggjar mánaðirnar
íløguspælið varir, frá 10.
september til 10. desember,
fer Sosialurin at koma við
bakgrundstilfari og seta
fokus á íløguspælið. Ætlan
in er at hava fastan tátt við
grein/um og tilfari í hvørj
um mánadagsblaði og ann
ars aðrar tíðir, tá okkurt
áhugavert hendir.
Kórvenjing við Gøtugjógv
Felagskórið Gøta/Leirvík byrjar venjingarnar aftur týskvøldið 11.
September í gamla skúlanum við Gøtugjógv. Í kórinum er umleið 30
fólk í ymsum aldri .Sum tíðin er gingin er tað eftir hondini fleiri og
fleiri úr øðrum bygdum enn Gøtu og Leirvík, ið hava valt at syngja
við kórinum. Tað hevur gjørt at kórið hevur havt ætlanir um at finna
eitt navn, ið ikki er staðbundið, men enn er ikki komið víðari við tí
málinum. Kórleiðari í ár verður 37 ára gamli Petur Martin
Johannesen, úr Klaksvík. Petur Martin er útbúgvin og hevur arbeitt
sum organistur í Oslo. Fyri stuttum er hann fluttur til Føroya og
undirvísir í dag í orgulspæli í Føroya Musikkskúla
Seinkað dreymaflogfar
Amerikanska Boeing verksmiðjan hevur boðað frá, at royndarflúgvingarnar av nýggja
787 Dreamliner flogfarinum verða seinkaðar í tríggjar mánaðir. Talan er um flogfar,
sum er munandi lættari enn vanligu aluminumsflogførini, og sum tí brennur munandi
minni enn verandi flogførini. Í
fráboðanini sigur Boeing, at
seinkingin stavar frá seinkanum í
arbeiðinum við serliga Flight
control forritinum, og tí felagið
hevur undirmett arbeiðið at
framleiða serligu besløgini, sum
skulu halda skrokkinum saman.
Kunningartiltak
um íløguspæl
væleydnað
Henny á Líknargøtu greiðir frá um íløguspælið
Reimund Langgaard greiðir frá møguleikunum
Guðrið Hansdóttir undirhelt í Miðlahúsinum hetta kvøldið
Allir aldursbólkar vóru umboðaðir á
kunningartiltakinum mikukvøldið