fríggjadagur 7. september 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 173 • 7. september 2007
Navn: Hendrik Egholm
Aldur: 33 ár:
Familja: Giftur við Anniku. Tey eiga
tvær døtur á 4 og 2 ár. Fyrr í vikuni
fingu tey ein son
Bústaður: Tórshavn
Útbúgving: Cand. Merc –
marknaðarføring og leiðsla
Starv: Fráfarandi sølu- og
marknaðarstjóri á Smyril Line. Stjóri á
Føroya Shell frá 1. oktober
Fakta
- Hóast tú sum leiðari eisini
ert undir trýsti og kennir truplu
støðuna, verður tú noyddur at
trúgva upp á tað og royna at eggja
starvsfólkið. Vit hava havt nøkur
sera loyal og dugnalig starvsfólk
á Smyril Line, og tað samanhald
og samstarv, sum vit hava uppliva
í felagnum, er nakað, sum tú
ivaleyst bert kann uppliva, tá ið tú
veruliga ert undir trýsti.
- Vit vistu væl, at vit vóru
saman um uppgávuna, og tað
skuldi ganga. Vit sóu øll, at
støðan var ikki tann besta,
men vit gjørdu alt fyri, at tað
skuldi bera til – væl stuðlað
av eigarunum hjá felagnum.
Tað hava verið nógv fólk, sum
hava arbeitt tætt saman fyri at
tryggja framgongdina, men tað
er heilt greitt, at tað eru vanligu
starvsfólkini sum eiga stórstu
æruna fyri, at vend kom í. Tað er
eingin sølu og marknaðarstjóri,
stjóri ella fíggjarstjóri sum kunnu
venda eini tílíkari gongd. Vit
kunnu skapa karmar og seta
eina kós út í kortið, men tað eru
starvsfólkini sum fylla karmarnar
út, og tað er teirra heiður at
keðiliga gongdin er vend.
- Skal eg minnast á nakað
serliga gott við tíðini á Smyril
Line má eg nokk nevna tað framúr
góða samstarv eg havi havt við
fíggjarstjóran Rúna Poulsen, og
tað samstarvið fari eg at sakna,
nú eg skifti starv. Hann byrjaði í
2005 og var avgerandi spælari í
at venda gongdini á Smyril Line.
Strævið hjá familjuni
Seinastu árini hava verið
hendingarík hjá Hendriki Egholm,
tí samstundis sum hann var mitt
í meldrinum á Smyril Line, kravdi
familjan eisini sítt. Tvær smáar
døtur vóru blivnar partur av
familjuni, og tað kundi stundum
verða trupult at fáa alt at passa
saman.
- Eg vil siga, at serliga tann
fyrsta tíðin á Smyril Line var
strævin. Tað var nógv, sum vit
skuldu betra og byggja upp av
nýggjum, og tað kravdi nógva tíð
og orku. Tað truplasta var tann
nógva ferðingin, og tá var tað
sera strævið hjá konuni, tí eg var
so nógv burtur.
- Men tað gjørdist betur, so
hvørt sum vit fingu nógv í fasta
legu á Smyril Line, og framgongd
eisini var í rakstrinum.
Nú hevur Hendrik Egholm so
slept endanum á Smyril Line, sum
í dag er í eini heilt aðrari støðu
fíggjarliga. Felagið er væl fyri og
kann nú av álvara líta frameftir.
Stutt eftir at nýggjur stjóri var
settur í felagnum, segði Hendrik
seg úr sínum starvi.
- Onkur fólk hava spurt meg,
um eg segði upp, tí eg ikki bleiv
stjóri á Smyril Line, men tað
hevur einki við sakina at gera.
Smyril Line hevur fingið ein
góðan stjóra, sum er sera væl
egnaður til ta uppgávuna, sum nú
liggur fyri framman, og eg kundi
saktans hildið áfram sum sølu- og
marknaðarstjóri í nógv ár afturat
undir Andras Róin.
- Eg havi ikki søkt starv
aðrastaðni, men eg fekk eitt
tilboð um at gerast stjóri hjá
Shell, og tað tilboðið var so mikið
lokkandi, at eg tók av tí, sigur
Hendrik Egholm, sum tann 1.
oktober byrjar í nýggja starvinum.
Um veðrið
Eg eri nokk so veðursjúkur. Eg
royni at lata verða við at hugsa
ov nógv um veðrið og siga við
meg sjálvan, at vit búgva í
Føroyum, men eg kann ikki lata
verða. Myrka tíðin kann verða
sera strævin at koma ígjøgnum.
Um politikk
Eg eri ikki engageraður í politikki, men
eg fylgi við. Vanliga øsi eg meg ikki um
politikk ella politisk mál. Eg royni at
fara á val, og um Føroyar nú gerast eitt
valdømi, so kann eg fara á val í Havn
og velja onkran í Runavík.
ísa ábyrgd
Mær dámar leiðslustarvið, og eg
royni altíð at verða tilvitaður um
tað ábyrgd sum fylgir við, soleiðis
at eg ikki bara buldri avstað uttan
at hugsa um bæði tað beinleiðis og
óbeinleiðis ávirkan, leiðara hava
á starvsfelagarnar, sigur Hendrik
Egholm. Mynd: Jens Kr. Vang