Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 7. september 2007 5 tíðindi Aftur í ár verður før­ oyski country høvuðs­ staðurin karmur um countrydans, og hesaferð verður dansurin endin á stórum MC­ tiltakið í bygdini. Ætlanin er at fáa 200 motorsúkklur úr øllum landinum til Vestmanna Tíðindaskriv Leygarkvøldið 22. sep­temb­ er verður skip­að fyri MC & country dansitiltaki í Vest­ manna. Countrydansurin í Vestmanna er altíð sera væl­ eydnaður, og er við til at seta Vestmanna á Føroya­ kortið, sum country høvuðs­ staður okkara. Í ár verður tiltakið skip­að, sum eitt MC­ og country tiltak. 200 motorsúkklur til Vestmanna Í samráð við øll MC­feløg­ ini kring landið hava fyri­ reikarnir sett sær fyri at fáa 200 motorsúkklur at leggja leiðina til Vestmanna. Ætl­ anin er, at fáa allar motor­ súkklur at møta við Grón á Hálsi í Havn og síðan verð­ ur koyrt til Fjørukrønna í Vestmanna, har kaffi og smákøkur verða bjóðaðar. Um viðrar er síðan ætlan­ in at hava eina hugnaliga grillløtu við MC­búffum og harmonikutónleiki uttanfyri ítróttarhøllina. Jim Reeves á pall Um kvøldið verður skip­að fyri country konsert. Kon­ sertin er frá klokkan 20.00 til 22.00, tá fara kendir tón­ leikarar á p­áll at sp­æla løg alt frá Jim Reeves til Alan Jackson og heimagjørd løg – tónleikarnir eru Theodor Petersen sang, Petur Jacob­ sen kassaguitar og sang, SElin Madsen sang, Gunnar Justinussen kassaguitar, Ólavur Øster elguitar, Jákup­ Zachariassen steelguitar og elguitar, Eyðun Johannesen bass Brandur Jacobsen trumm­ ur, Johannes Ólavsson klaver og sang Countrydansur í Høllini Countrydansurin byrjar klokkan 23.30 í høllini. Til dansin sp­ælir nýggi og sera vælumtókti countrybólkur­ in HJ – countryband við Halli Joensen á odda, sam­ an við Ólavi Øster á el­ guitar, Jógvani Olsen á key­ board, Jónleifi Jensen á trummum, Jákup­i Zacharia­ sen á el­guitar og steelguitar, umframt Paula Magussen á bassi. 18 ára aldursmark er til dansin. Aftur í ár hava stigtakar­ arnir valt at lata avlop­ið av hesum dansi fara til Vest­ manna Kap­p­róðrarfelag, sum ætlar sær at gera hølini liðug í nýggja neystinum. Nærri verður at frætta seinni um skránna o.a. FC Amager og Team Føroyar Business Club skipa hósdagin 13. september fyri serligum tiltaki á Hotel Føroyum. Tiltakið byrjar kl 17.00 Flemming Østergaard: “FCK A/S, rentabel professionel fodbold i verdensklasse” Jens Kramer Mikkelsen: “Ørestaden, en ny bydel i København. Fra mark til en af Europas moderneste bydele” Nátturði er við í prísinum. Kostnaður fyri hvønn: 950 kr. Pláss er einans fyri 450 gestum til hetta serstaka tiltakið. Bílegg agongumerki á www.eik.fo. Forsølan byrjar mikudagin 29. aug. kl 10.00. Flemming Østergaard Jens Kramer Mikkelsen MC & countrydansur í Vestmanna Hallur Joensen og hinir í HJ-Countryband spæla á MC konsertini