Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 • 7. september 2007 Vikuskifti 4 Hann er eitt av fólkunum, sum hava verið við til at venda Norrønu. Føroyska ferðamanna­ skipið hevur havt tað tungt fíggjarliga seinnu árini, men nú er gongdin vend, og glottar eru fyri framman. Samstundis sum Smyril Line nú av álvara kann fara at líta frameftir, hugsa um nýggjar íløgur og vøkstur, takkar sølu­ og marknaðarstjórin fyri seg. Hendrik Egholm setir seg um ein mánað í stjórasessin hjá Shell í Føroyum, og har bíðar ein øðrvísi og spennandi uppgáva eftir tí 33 ára gamla manninum, ið er ættaður av Glyvrum. ­ Summi fólk eru fødd leiðarar, tað eri eg ikki. Eg má hugsa meg væl um allatíðina. Men mær dámar leiðslustarvið, og eg royni altíð at verða tilvitaður um tað ábyrgd sum fylgir við, soleiðis at eg ikki bara buldri avstað uttan at hugsa um bæði tað beinleiðis og óbeinleiðis ávirkan, leiðara hava á starvsfelagarnar. ­ Leiðsla er sum eitt tvíeggjað svør. Uppgávan í leiðandi starvi á Smyril Line hevur verið sera spennandi og lærurík, men eisini krevjandi – serliga fyrstu tíðina – og tað gekk út yvir familjuna, viðurkennir Hendrik Egholm, ið hevur tvær døtur í aldrinum 2 og 4 ár, og sum fyrst í vikuni gjørdist pápi fyri triðju – hesaferð fingu hann og konan, Annika, ein son. Av landinum at royna seg Hendrik Egholm fór í starv hjá Smyril Line á heysti 2004. Tá hevði hann búð uttanlands í fleiri ár. ­ Eftir at eg var blivin studentur, fór eg av landinum. Eg vildi sleppa at royna veingirnar, og eg arbeiddi millum annað sum tænari í Onglandi og Týsklandi, sigur hann. Hendrik búði eitt ár í Onglandi, og hann hevur eisini búð í Týsk­ landi í umleið eitt ár. Útbúgvingina sum cand.merc. tók hann tó í Danmark, og bæði í lestrartíðini og eftir loknan lestur arbeiddi hann sum konsulent á donsku lýsingarfyritøkuni Integral, hareftir hjá altjóða fyritøkuni Velux, har hann fekst við sølu og marknaðarføring á europeiska marknaðinum. Men so var tað, at hugurin at flyta heim tók yvir, og Hendrik søkti starv sum sølu­ og markn­ aðarstjóri á Smyril Line. Arbeiðið fekk hann, og næstu árini gjørdust bæði hendingarrík og lærurík. Støðan hjá Smyril Line var langt frá tann besta. Felagið hevði trupulleikar, raksturin av nýggju Norrønu var tungur, og felagið skuldi støðugt basa akuttum fíggjarligum trupulleikum. ­ Skal eg var heilt erligur, so má eg siga, at hevði eg framman­ undan vitað, hvussu ring støðan á Smyril Line var, so ivist eg í, um eg hevði søkt starvið. Fyrsta tíðin var turbulent, og tað var stórt trýst á felagnum, sigur Hendrik Egholm. Samanhald og samstarv Kreppurakta felagið og eigarar tess noktaðu at geva skarvin yvir, og tað var júst í tí miðvísa og strævna arbeiðnum fyri at tryggja felagið fíggjarliga, at Hendrik Egholm og hini fólkini á Smyril Line funnu eina avbjóðing av teimum heilt stóru. ­ Tað var ómetaliga spennandi at verða við í eini prosess sum henni á Smyril Line. Hóast eg ongar royndir hevði sum leiðari á eini kreppuraktari fyritøku, noyddist eg at tilpassa meg hendan veruleikan beinanvegin og læra at loysa nakrar truplar uppgávur, greiðir hann frá. ­ Tað er ein stór uppgáva at verða leiðari hjá fólki, sum hava sína familju og síni forpliktilsi at hugsa um. Støðan á Smyril Line var einki serlig, og summi fólk stúrdu ivaleyst fyri gongdini. Tá er tað umráðandi hjá einum leiðara at duga at rúma stúranini hjá øðrum. Um kaffi Mær dámar væl kaffi, men eg drekki te fyrst á morgni, men tá ið eg so komi til arbeiðis, so drekki eg kaffi. Onkuntíð blívur tað til ov nógv kaffi, um arbeiðsdagurin er ov langur. Um fótbólt Eg spældi fótbólt við NSÍ, tá ið eg var yngri. Nú spæli eg saman við vinmonnum í eini fimleikahøll einaferð um vikuna. Eg hyggi eftir NSÍ, tá ið teir spæla í Havn, og eg eri eisini onkuntíð í Runavík og hyggi. Eg hyggi ikki so nógv eftir fótbólti í sjónvarpi, men eg plagi at fylgja við EM og HM. Leiðarar mugu ví Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo - Mær dámar leiðslustarvið, og eg royni altíð at verða tilvitaður um ta ábyrgd sum fylgir við, soleiðis at eg ikki bara buldri avstað uttan at hugsa um bæði tað beinleiðis og óbeinleiðis ávirkan, leiðara hava á starvsfelagarnar, sigur Hendrik Egholm, sum seinastu trý árini hevur havt leiðandi starv á Smyril Line, og sum nú skal verða stjóri hjá Føroya Shell