fríggjadagur 7. september 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 173 - 7. september 2007
Um mánaðarskiftið
skal Smyril í dokk
og hann verður úr
sigling í einar fimm
ella seks vikur
SuðuroyarSigling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verða suðuroyingar og
øll tey, sum skulu ferðast
ímillum Suðuroy og Havn
ina, noydd at vinka farvæl
við Smyril.
Og tað verður í fleiri vik
ur, at ferðafólk noyðast at
lata sær lynda, at ongin
Smyril verður.
Orsøkin er tann, at nú
skal flaggskipið hjá Strand
ferðsluni í dokk og har fer
hann at standa upp á turrum
í fleiri vikur.
Tað verður akkurát um
mánaðarskiftið septembur
oktobur, ella um góðar
tríggjar vikur, at Smyril
skal í dokk.
Strandferðslan
hevur
gjørt avtalu við eina skipa
smiðju í Landskrona í Svø
ríki um at taka Smyril í
dokk.
Fyribils hava vit sagt, at
tað fer at taka tríggjar vikur
at gera tað, sum er at gera
við Smyril, sigur Regin
Vágadal, stjóri á Strand
ferðsluni.
Men hann leggur afturat,
at av royndum veit hann, at
tað fer at taka nógv longri
og sjálvur metir hann, at
tað heldur fer at taka eina
fimm, kanska seks vikur,
áðrenn Smyril verður liðug
ur.
Sostatt skulu vit ikki
vænta at síggja Smyril aftur
ímillum oyggjarnar fyrrenn
um hálvan novembur.
Nú Smyril skal í dokk,
eru tað ymsar ábøtur, sum
skulu gerast, umframt tað
kravda botnsýni og annað
eftirlit,
sum
Skipasýnið
krevur.
Eitt nú skal eisini tey
brekini gera, sum koma
undir garantiskylduna hjá
Skipasmiðjuni, sum bygdi
skipið og sum skipasmiðjan
sostatt skal hefta fyri.
Í øllum førum kann eg
siga, at klára sviar at gera
smyril lidnan upp á fýra vik
ur, høvdu vit verið serstak
liga væl nøgd, sigur Regin
Vágadal. Men so skal hann
siglast heim og gerast sigl
ingarklárur aftur, so væntast
kann, at hann verður burtur
í seks vikur.
Avloysarin klárur
Ímeðan Smyril er í dokk,
verður tað estlendska ferjan,
St. Ola, sum skal røkja Suð
uroyarsiglingina.
Hann er áleið sama slag
sum gamli Smyril og hevur
stabilisatorar. Hann hevur
verið í Føroyum fyrr og
avloyst Smyril, so ferðafólk
ið kennir hann og hann hev
ur roynst væl.
Hann siglur tó nakað
seinni enn gamli Smyril
gjørdi og tí verður vent
aftur til gomlu ferðaætlanina
hjá Smyrli ta tíðina St. Ola
er her.
Avtalan við estlendska
reiðaran er, at St. Ola kann
heintast tann 25. september
og ætlanin er at taka hann
heim beinanvegin, sigur
Regin Vágadal.
Tað tekur einar tríggjar
dagar at sigla hana heim og
tveir dagar at gera hann
siglingarkláran,
so
tað
verður um mánaðarskiftið,
at Smyril ferð.
Vilja finna orsøkina
Eitt tað mest álvarsliga brek
ið, sum skal umvælast, eru
stabilisatorararnir, sum fóru
í vár, men sum tað eydnaðist
at umvæla fyribils, so at
teir skuldi halda, til Smyril
fer í dokk.
Serfrøðingar frá verk
smiðjuni eru til reiðar á
svensku skipasmiðjuni, tá
ið Smyril kemur í dokkina
og tá er ætlanin at kanna
stabilisatorararnir gjølliga.
Ætlanin er tá at umvæla
teir, so at teir halda. Men
ber tað yvirhøvur til, er
eisini ætlanin at finna orsøk
ina til, at teir fóru og tað
eru hesi viðurskifti, sum
serføðingarnir eisini skulu
kanna, sigur Regin Vága
dal.
Smyril skal aftur í dokk
um tvey til hálvttriðja ár.
Les eisini greinina: Fær
2,6 milliónir í endurgjaldi
fyri Smyril.
Skipasmiðjan,
sum bygdi Smyril,
hevur nú goldið
Strandferðsluni
endurgjald fyri tey
arbeiði, sum ikki eru
nóg væl úr hondum
greidd
Smyril
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skipasmiðjan, sum bygdi
Smyril, hevur nú viður
kent, at ymsir partar av
arbeiðnum eru ikki nóg
væl úr hondum greiddur.
Núr Smyril skal í dokk
um mánaðarskiftið sep
temburoktobur var ætl
anin, at øll tey brekini
skuldu umvælast, sum
koma undir garantiskyld
una hjá skipasmiðjuni og
sum Skipasmiðjan sostatt
skuldi gjalda fyri.
Regin Vágadal sigur, at
Strandferðslan hevur ein
langan lista yvir ymisk
viðurskifti
umborð
á
Smyrli, sum Skipasmiðjan,
ið bygdi skipið, ikki hevur
greitt nóg væl úr hondum
og sum hon sostatt skuldi
hefta fyri, tí skipið er so
nýtt.
Men Strandferðslan og
skipasmiðjan í Spania eru
komin á samt um, at
ístðain fyri at Skipasmiðjan
skal gjalda fyri ábøturnar,
skal Strandferðslan heldur
fáa eitt endurgjald fyri tey
brek, sum eru.
Afturfyri sleppur skipa
smiðjan so undan garanti
skylduni og sostatt er hon
nú leys av Smyrli.
Regin Vágadal sigur, at
endurgjaldið er 350.000
evrur ella tilsamans 2,6
milliónir
krónur,
sum
Strandferðslan fær í end
urgjaldið frá Skipasmiðj
uni fyri tey viðurskifti á
Smyrli, sum ikki eru nóg
væl úr hondum greidd.
Afturfyri er skipasmiðj
an nú leys av sínum
garantiskyldum og aftur
fyri skal Strandferðslan
átaka sær at gjalda fyri tær
neyðugu umvælingarnar.
Hann sigur, at talan er
um eini 100 punkt, sum
Strandferðslan
hevði
kravt, skuldi koma undir
garantiskylduna hjá Skipa
smiðjuni, men sum hon
nú hevur fingið endurgjald
ístaðin fyri.
Men hann sigur, at talan
er ikki um álvarslig brek.
Eitt brek, sum er sjónligt,
er, at tað lekur um onkrar
rútar og at onkrir rútar eru
brotnaðir.
Men so eru eisini onnur
brek, sum eru minni sjón
lig og hurðar skulu skiftast
og annað.
Les eisini greinina: Suð
uroyingar missa Smyril í
fleiri vikur.
Fær 2,6 milliónir
í endurgjaldi
fyri Smyril
Suðuroyingar missa
Smyril í fleiri vikur
Hendan ferjan, St. Ola, úr Estlandi skal røkja suðuroyarsiglingina í einar fimm, seks vikur í oktobur og november, tá ið Smyril er í
dokk. Hon er sum gamli Smyril og tí verður vent aftur til gomlu ferðaætlanina, ta tíðina, hon er her og sostatt missa suðuroyingar
eisini nakrar túrar hesa tíðina
Stanley á ferð við trio
Stanley Samuelsen og gittar og sangtrio hansara
Acoustica fer um mánaðarskiftið komandi á konserferð,
ið byrjar í Føroyar. Fyrsta konsertin er fríggjakvøldið
28. september í Atlantis, dagarnar eftir eru Ribarhús og
Norðurlandahúsið á skránni. Áðrenn konsertir verða
spældar í Roskilde, Tisvilde, Hillerød, í Føroya Húsinum
í Keypmannahavn í Warzawa, og á einum festivali
Litava.
Strandferðslan hevur nú fingið endurgjald fyri tey brekini,
sum eru umborð á Smyrli og sostatt er skipasmiðjan í
Spanina nú leys av skipinum