fríggjadagur 7. september 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 173 - 7. september 2007
Ársfrágreiðing fingið navn
Ársfrágreiðingin hjá Fiskirannsóknarstovuni er nú ársrit og eitur
Sjóvarmál. Til 2006 gav Fiskirannsóknarstovan út ársfrágreiðingar,
sum lýstu tað farna kalendaraárið, men nú skal ársritið fylgja
fiskiárinum ístaðin fyri. Hetta er nú broytt við ritinum Sjóvarmál, sum
bæði lýsir virksemið í farna ári, men sum harafturat hevur nýggjasta
tilmælið og tøl frá nýggjastu gróðurkanningunum við.
Fiskirannsóknarstovan sigur, at ætlandi skal ritið koma út fyrst í
september á hvørjum ári, soleiðis at tað kemur at fylgja fiskiárinum
heldur enn kalendaraárinum.
Torført at fáa lærarar
Fleiri skúlar høvdu ilt við at seta lærarastørvini, sum
vórðu lýst leys í summar. Millum annað var Sandoyar
Meginskúli ikki læraramannaður fyrr enn í síðstu løtu,
og tað seinasta starvið varð ikki sett fyrr enn nakrar fáar
dagar undan fyrsta skúladegi, sigur útvarpið og vísir til
eina kanning hjá Skúlablaðnum. Í Mentamálaráðnum
ætla tey at geva lærarunum størri møguleika at arbeiða
yvir næsta skúlaár, tí tá fáa fyrsti, annar og triði flokkur
aftur fleiri tímar.
Jóannes Eidesgaard
skal saman við stjóra
num á Jarðfeingi og
stjóranum í Faroe
Petroleum sannføra
altjóða oljufeløg
og fíggjarheimin
í London um tað
skilagóða í at gera
framtíðar íløgur í
oljuvirksemi á okkara
leiðum
Olja Og fíggjar
heimurin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Mikudagin 19. september
verður eitt nú føroysk lut
tøka í oljuvinnuni á skránni,
tá oljufelagið Faroe Petrol
eum bjóðar almennum um
boðum og umboðum úr
altjóða oljuvinnuni og fíggj
arvinnuni til upplýsandi
hugnakvøld á føroysku um
boðsstovuni í London.
Ætlanin er at seta fokus á
oljuleiting og oljuvirksemi
á
Atlantsmótinum,
tvs.
bæði á føroyska landgrunni
num og í bretskum øki.
Millum røðararnar verða Jó
annes Eidesgaard, løgmað
ur, Sigurð í Jákupsstovu,
stjóri á Jarðfeingi og Gra
ham Stewart stjóri í Faroe
Petroleum. Tiltakið er fyri
innbodnum og pressuni.
Líknandi tiltak varð hild
ið fyri tveimum árum síðani
og fer fram í bygninginum,
har eisini danska sendistov
an heldur til. Endamálið
við tiltakinum skilst er at
kunna serstakliga tey, sum
arbeiða í stóru fíggjarvinn
uni í London um tað, sum
fyriferst millum Hetland og
Føroyar og hvussu framtíðin
sær út á hesum lutvíst
nýggja og spennandi leiti
økinum.
Faroe Petroleum, sum
eisini hevur íleggjarar bæði
í Føroyum og útlandinum,
og her serstakliga í Bret
landi, er við í fleiri loyvum
bæði í Bretlandi, Noregi og
Føroyum. Felagið fer saman
við italska ENI at bora ein
brunn inni á føroyska land
grunninum, skamt frá mark
inum, í 2009. Stórar vónir
eru til júst henda brunnin.
Eisini arbeiðir felagið við
at skapa áhuga hjá øðrum
oljufeløgum at keypa seg
inn í eitt av spennandi
loyvunum hjá felagnum á
landgrunninum, nevniliga á
Wiville Thomsen rygginum
sunnan fyri Føroyar. Á
henda hátt ruddar felagið
eisini slóð fyri, at onnur og
nýggj oljufeløg venda eyg
uni henda vegin og kunnu
gerast virkin leitifeløg her í
framtíðini.
Løgmaður hittir
olju- og fíggjar-
heimin í London
Løgmaður fer at geva sítt íkast til at altjóða oljuvinna og
fíggjarheimur fara at vísa føroysku oljutilgongdini í framtíðini
ans.
Sigurð í Jákuppstovu, stjóri á Jarðfeingi fer at greiða frá
oljutilgongdini
Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroelum fer at lýsa felagið og
tess framtíðarætlanir